fríggjadagur 11. august 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
43
Pedagogar
og hjálparfólk
Í Barnagarðinum á Teiginum heima á Sandi sóknast
vit eftir pedagogum og hjálparfólki:
• Eitt pedagogstarv 30 tímar um vikuna í vøggu
stovubólkinum »Lítlulon«, har børnini eru í
aldrinum 02 ár.
Í løtuni røkir hjálparfólk hetta starvið. Um eingin
pedagogur søkir, heldur hjálparfólkið á fram í
starvinum.
• Eitt pedagogstarv 30 tímar á »Lítla Teigi«, har
børnini eru 46 ár.
Í løtuni røkir hjálparfólk hetta starvið. Um eingin
pedagogur søkir, heldur hjálparfólkið á fram í
starvinum.
• Eitt pedagogstarv 30 tímar í »Miðlon«, har børnini
eru í aldrinum 24 ár.
• Eitt
hjálparfólkastarv
30
tímar,
sum
er
tíðaravmarkað, frá 1. september 2006 til 30.
november 2006, vegna farloyvi. Hetta starvið er
í bólkinum »Miðlon«, har børnini eru í aldrinum
24 ár.
Krøvini til tín eru:
• at tú ert fyrikomandi, erligur og hevur góð
samstarvsevnir
• at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í
samráð við børn, starvsfelagar og foreldur
• at tú heldur arbeiði við 06 ára gomlum børnum
vera spennandi og avbjóðandi
• at tær dámar at verða úti í øllum veðri
• at tú dugir at síggja møguleikar heldur enn
avmarkingar
• at tú er nærverandi og dugir at lurta.
Børnini vilja:
• at tær dámar at ganga túrar á fjall og í fjørðu
• at tú dugir ymisk dreingja og gentuspøl
• at tú dugir at fanga krabbar eins væl og spæla við
Barbidukkur
• at tú dugir at siga søgur
• at tú dugir at spæla fótbólt
Størvini verða lønt smb. sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at
venda sær til Lailu M. Petersen, stovnsleiðara á tlf.
361750/212751.
Skrivlig umsókn við viðmælum, skal sendast til
Sjálvsognarstovnin
Barnagarðin á Teiginum
FO210 Sandur
Í okkara barnagarði leggja vit stóran dent á at
børnini eru úti og uppliva náttúruna, umhvørvið
í heimbygdini, lívið í bygdini og at tey hava tað
stuttligt. Børnini skulu hava góðar umstøður at
spæla og mennast í. Tað er okkara ábyrgd at
skapa hesar umstøður. Vit hava góðar møguleikar
at nýta fimleikahøll, vøkru náttúruna, fótbóltsvallir
og bókasavn í arbeiðinum.
Søkt verður eftir
vaskifólki
til Stranda skúla at byrja sum skjótast.
Umsóknir skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi 14. august 2006.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10 · 490 Strendur
lýsingar
www.sosialurin.fo