Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 154 - 14. august 2006 Heilt leygarmorgunin rendi ein bilur útav vegnum í Leirvík. Tríggir ungir menn fyrst í 20´unum vóru við. Førarin er allar­­helst sovnaður, Lukkutíð var stór fjøra í Leirvík hendan morgunin, tí at annars vóru tveir av teimum uttan iva druknaðir FERÐSLUÓHAPP Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Løgreglan visti leygardagin at siga, at eitt álvarsligt ferðslu­ óhapp var hent í Leirvík. Bil­ur­ in rendi útav vegnum mill­um bens­in­støðina og kirkjuna. Klokk­an 5.40 koyrdi bilurin av vegn­um í Leirvík. Hann kom úr tunnilsmunanum Leir­ víks­megin og koyrdi framvið vegnum, sum førir oman til ferjuleguna. Stutt eftir vegin, sum førir til ferjuleguna, er eitt bleytt sving til høgru. Bilurin koyrdi bara beint fram við nógvari ferð, og hann endaði umleið 15 til 20 metrar niðri í fjøruni. – Orsøkin til óhappið er óviss, men ferðin hevur heilt vist verið ov høg, segði vakt­ havandi. Førarin sovnaði Pápin hjá førarinum, Randal Nybo, greiddi Sosialinum frá óhugnaligu hendingini: – Sonurin hevur sagt mær, at hann sovnaði, og kanskaa fóturin er dottin yvir pedalin og sett ferðina upp. – Lukkutíð var sera stór fjøra hendan morgunin, tí at annars hevði sonurin og annar vinnmaðurin druknað. Bilurin var so langt úti á fjørð­ inum, at hann hevði verið undir í vatni, um vatnstøðan var vanlig. – Tann eini var syftur úr bilinum, tá ið hann koyrdi útav. Hinir báðir máttu sker­ast úr. Fartelefonin hjá manninum, sum varð syftur úr bilinum, datt í sjógvin, og sonurin rakk ikki eftir tele­fonini. Tann triði hevði mestsum einki battarí eftir á telefonini, men hann fekk ringt til eitt tilvildarligt numm­ar og sagt frá, hvar teir eru, og hvat var hent, fortelur Randal. Eingin autoverja Sonurin hjá Randal hev­ur fingið álvarsligan heila­ skjálvta, og hann hevur tor­ ført við at rakna ordiliga við aftur. hin, sum sat fastur í bilinum fekk einans snuddir, meðan tann triði fekk skaða í miltilin, lunga og hevur brotið eini seks rivjabein. Bilurin gjørdist vrak, og skaðin á ungu mennirnar kundi lættliga verið álvar­ samari. Randal Nybo fýlist á, at tað ikki verður sett okkurt fyri, tí at tað er eisini hent áður, at bilar koyra útav har. Hann eftirlýsir eina autoverju ella okkurt tílíkt. – Um veturin hendir tað ofta, at bilar einans glíða av vegnum í hálkuni, tí at har er einki fyri. Tað burdi ikki verið so, at vit bíða inntil onkur doyr, áðrenn vit gera nakað við tað, sigur Randal Nybo. Álvarsligt ferðsluóhapp í Leirvík Bilurin er vorðin vrak. Hann endaði 15-20 metrar frá vegnum. Ein varð syftur úr bilinum, meðan hinir báðir máttu skerast úr bilinum. Mynd: Emily á Reynatrøð Danska rannsóknar­ skipið Vædderen verð­ ur seinkað eitt sindur til Føroya. Teir skulu í turdokk í Norra fyrst og verða væntandi í Tórshavn tann 16. aug­ ust, um alt gongur væl Granskingarskip Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teir fóru úr Danmark fríggja­ dagin, men teir skulu fyrst til eina turdokk í Stavanger, tí at tað eru onkrir trupulleikar við skrúðuni. Kanningarferðin hjá Vædd­ eren verður kallað Gal­athea 3. Teir fara at sigla jørðina runt og gera vís­indarligar royndir. Hes­ar kanningarferðirnar hava verið gjørdar fyrr av danskarum. Eftir ætlan verður al­mennur fyrilestur í Norð­ ur­landahúsinum mikudagin. Granskarar, sum taka lut í rannsóknarferðini hjá Galathea fara at halda fyri­ lestur. Eisini verður film­ur vístur frá Galathea 2 rann­ sóknarferðini, sum var frá 1950-1952. Hin fyrsta Galathea rannsóknarferðin var longu í 1845-1847. Umleið 50 toymi av tíð­ indafólkum og gransk­arum fara at vera umborð. Danskt rannsóknarskip verður seinkað til Føroya