mikudagur 16. august 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 156 - 16. august 2006
– Faroejet hevur gjørt
fleiri grundleggjandi
villur, heldur Jesper
Rungholm, stjóri í
danska flogfelagnum
DAT, sum gjørdi
nakrar túrar á Føroya
leiðini fyri einum
góðum ári síðani.
Stjórin upplýsir,
at felagið tá hevði
ítøkiligar ætlanir um
at stovna eitt føroyskt
flogfelag saman við
føroyskum íleggj
arum. Men ætlanin
datt niðurfyri
Flogferðsla
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Fyrra vár vóru ítøkiligar
ætlanir um at stovna eitt
nýtt føroyskt flogfelag.
Danska flogfelagið Danish
Air Transport, stytt DAT,
var millum stigtakararnar.
Felagið hevði gjørt nakrar
royndartúrar á jólum 2004
fyri at kanna møguleikarnar
at flúgva á Føroyaleiðini, og
niðurstøðan var, at tað kundi
lata seg gera, um rætt varð
borið at.
– Vit skuldu hava flogfar,
sum var egnað til Føroya
leiðini. Harafturat ynsktu
vit, at flogfarið ikki einans
skuldi flúgva millum Føroyar
og Danmark, sigur stjórin í
DAT, Jesper Rungholm.
Danska flogfelagið hevði
realistiskar samráðingar við
fleiri føroyskar íleggjarar,
og tað kom enntá so langt,
at tey fingu grønt ljós frá
myndugleikunum um at
flúgva. Men samráðingarnar
duttu niðurfyri av ymsum
orsøkum. Millum annað kom
Fønix-gølan, sum gjørdi, at
føroysku íleggjararnir fingu
kaldar føtur.
– Fleiri av íleggjarunum
mistu nógvan pening, tá
íleggjarafelagið
Fønix
fór á heysin, og so datt alt
niðurfyri, sigur stjórin í DAT,
sum ikki vil upplýsa, hvørjir
hesir føroysku íleggjararnir
vóru.
Faroejet gjørt
grundleggjandi villur
Flogfelagið, sum ongantíð
bleiv til nakað, fekk fleiri
navnauppskot. Ta eina
uppskotið kom frá DAT-stjór
anum. Navnið var Faroejet.
– Tað var eg, sum kom við
hugskotinum um at kalla
felagið fyri Faroejet. Felagið
datt gott nokk niðurfyri, men
navnið bleiv so veruleiki,
heldur Jesper Rungholm
skemtiliga fyri.
Hann hevur ongantíð
ivast í, at marknaður er fyri
tveimum feløgum á Føroya
leiðini. Men skuldi eitt nýtt
felag taka kappingina upp
við Atlantic Airways, so var
sera týdningarmikið at bera
seg rætt at.
– Eg kundi nevnt ein lista
við tíggju punktum yvir,
hvussu man skal bera seg
at. Faroejet gloymdi tvey tey
týdningarmestu punktini,
vísir stjórin á.
Fyrsta punktið er at selja
ferðaseðlar í góðari tíð.
Helst eitt hálvt ár áðrenn.
So var ikki hjá Faroejet.
Næsta punktið er at gera
fastar loyalitetsavtalur við
føroyska vinnulívið og møgu
liga tað almenna.
– Fólk gloyma skjótt. Kann
vera, at fólk eru sera takksom
fyri, at eitt nýtt flogfelag
brýtur monopolstøðuna og
gevur bíligari ferðaseðlar.
Men tað er ikki meir enn ein
spurningur um tíð, áðrenn
hitt flogfelagið eisini lækkar
sínar prísir og sostatt heldur
fast við síni viðskiftafólk,
heldur Jesper Rungholm.
DAT givið upp
í Føroyum
Jesper Rungholm samanber
støðuna við Bornholm-
leiðina. Kimber Air hevði
monopol, og prísurin var
høgur. Fyri einum ári síðani
tók DAT kappingina upp
við dupult so lágum prísum.
Kimber Air lækkaði sínar
prísir næstan samsvarandi
og helt sostatt fast í síni
sterku støðu sum ráðandi á
leiðini.
– Fólk vóru takksom fyri,
at vit komu inn og fingu
lækkað prísirnar, men meiri
lutin flýgur framvegis við
Kimber Air, vísir Jesper
Rungholm á.
Jesper Rungholm væntar
ikki, at DAT fer at gera seg
galdandi á Føroyaleiðini
aftur.
– Tíðin er gingin undan.
Vit høvdu eitt skot i byrsuni,
og tað hava vit brúkt, sigur
Jesper Rungholm at enda.
DAT-stjórin:
»Faroejet« var
mítt hugskot
– Tað var eg, sum kom við hugskotinum um Faroejet. Felagið datt gott nokk niðurfyri, men
navnið bleiv so veruleiki, sigur Jesper Rungholm, stjóri í danska flogfelagnum DAT.
Hann heldur, at Faroejet hevur gjørt nakrar grundleggjandi villur í síni marknaðarføring