mikudagur 16. august 2006síða 36
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 16. august 2006
9
tíðindi
Ein hátíð fyri alla tjóðina
Bert fáar dagar
eftir, at starvsfólk á
brennistøðini hjá IRF
í Leirvík av tilvild
funnu eina gassfløsku
undan at verða
koyrd í ovnin, komu
tey fram á enn eina
óásetta gassfløsku av
júst sama merki, sum
hin fyrra.
Samfelag
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Tað er ein ørkymlaður Poul
Andrias Joensen, vit práta
við í morgun.
Enn einaferð hava tey
funnið eina fulla og óásetta
gassfløsku í køstinum hjá
IRF. Og enn einaferð var
tað í evstu løtu, at hon varð
bjargað undan eldhavinum í
ovninum á Hagaleiti, har hon
lættliga kundi eksploderað,
og ovnurin farið í luftina.
- Dagliga starvast eini
15-20 fólk í besta aldri her,
og til tíðir eru vit upp í 50
fólk. Tað liggur alla tíðina
í bakhøvdinum á okkum, at
ovnurin kann fara í luftina
nær sum helst, sigur Poul
Andrias Joensen.
Funnin av tilvild
Eftir hendingina í síðstu
viku, taka tey ongar kjansir
hjá IRF. Alt, sum tey koyra í
ovnin, verður slept niður úr
grabbaranum einaferð eyka,
so vissa fæst fyri, at ongin
gassfløska er í dunganum,
greiðir Poul Andrias Joensen
frá. Og tað var júst soleiðis
at ein av arbeiðsmonnunum
kom fram á gassfløskuna
sunnukvøldið.
– Fyrr í ár sprongdist ein
trýstfløska í ovninum og
gjørdi stóran skaða. Síðan
tað hava vit økt upplýsingina,
millum annað á heimasíðuni.
Men nú tað hendir aftur,
er tað púra greitt, at her
má okkurt gerast. Vit ætla
skjótast gjørligt at finna
útav, hvat kann gerast fyri
at betra trygdina.
Sera vandamikið
Poul Andrias sigur, at
tað er ilt at siga, hvørjar
avleiðingarnar høvdu verið,
um gassfløskan endaði inni
í ovninum.
- Og eg hevði heldur ikki
latið tað staðið sína roynd,
sigur Poul Andrias, sum
júst í hesum døgum er í fer
við at kanna, hvussu stóran
skaða ein tílík aluminium
gassfløska við 26,2 litrum
av propangassi hevði gjørt,
varð hon slept inn í ovnin.
– Men eingin ivi er um, at
fólk, sum eru inni í høllini
eru í stórum vanda, um ein
gassfløska fer í luftina. Og
her skulu vit eisini minnast,
at tað eru ikki bara starvsfólk,
sum koma inn í høllina,
men eisini skúlaflokkar og
barnagarðar, tá tey arbeiða
við ruskinnsavning, sigur
Poul Andrias Joensen.
Og hann leggur afturat, at
hendan seinna fløskan var
í væl verri standi enn tann
fyrra, helst tí, at hon hevur
ligið í dunganum í eina tíð.
- At blaka eina gassfløsku
í eina bingju er ikki bara
vandamikið, um hon endar í
ovninum. Hon er úr tunnum
aluminium og liggur og esjar
móti øðrum metallum. Tá
kann hon fara at leka ella
sprongjast í sambandi við,
at bingjan verður tømd av
einum av okkara bilum. Og
tá teir koyra millum hús og
handlar, er ikki tespiligt at
hugsa, hvat kann henda,
brestir gassfløskan.
Hava illgruna
til onkran
Spurdur um tey hava var
hugan av, hvør hevur blakað
gassfløskurnar burtur á
hendan ábyrgdarleysa og
vandamikla hátt, sigur
hann, at tey hava illgruna
um, at báðar gassfløskurnar
eru komnar inn við somu
sending av ruski.
- Vit duga at spora, hvar
báðar fløskurnar lógu,
áðrenn tær vóru koyrdar
inn til ovnin, og vit vita
nøkulunda, hvør bilur hevur
tømt rusk út á hetta økið
hendan ávísa dagin, sigur
Poul Andrias Joensen. Og
hann greiðir frá, at tey hava
sett seg í samband við fólk,
sum tey hava illgruna til,
og biðið viðkomandi kanna
umstøðurnar rundan um eina
ávísa bingju.
- Gassfløskan er merkt
við nummari, men hetta ger
ikki, at tað ber til at spora
fløskuna, tí fløskan er av
tí slagnum, sum Føroya
Gassøla selur til vanligar
handlar, ið ikki skráseta,
hvør keypir tær. Og tí kann
IRF heldur ikki fara víðari
við málinum, sigur Poul
Andrias Joensen.
Tørvur á herferð
Men hvat heldur Poul
Andrias Joensen átti at verið
gjørt at forða fyri at slíkt
endurtekur seg?
- Vit eru í villareiði
nú. Men greitt er, at allar
mannagongdir mugu eftir
metast, tí okkurt riggar ikki
í skipanini, sum hon er, sigur
hann.
Og Poul Andrias greiðir
frá, at ein trupulleiki er, at
tá størri tiltøk, festivalar
og stevnur eru, má nógv
gjøllari eftirlit vera við
burturkastinum.
- Aðrastaðni er vanligt,
at ein ábyrgdarpersónur
verður settur at skipa
ruskinnsavningina, har nógv
fólk eru møtt upp til eitt stórt
tiltak. Hetta verður helst
eisini eitt krav her framyvir,
greiðir Poul Andrias frá.
- Annað, sum vit eiga at
gera nógv meira við, er at
upplýsa fólk um, hvussu tey
skulu handfara rusk. Tað er
ein uppløgd uppgáva hjá
myndugleikunum at gera eina
rættiliga upplýsingarherferð
nú hetta er komið fyri so
ofta, sigur Poul Andrias,
sum heldur tað vera eitt gott
hugskot at hava sonevndar
rusk-konsulentar,
sum
taka sær av at upplýsa um
burturkast. Og hann leggur
afturat, at tey helst framyvir
fara at taka stakroyndir í
burturkastinum hjá fólki,
og um komið verður fram
á eitthvørt vandamikið, fær
eigarin eina ordans bót.
– Fyrr í ár sprongdist ein
trýstfløska í ovninum, og
gjørdi stóran skaða. Síðan
tað hava vit økt upplýsingina,
millum annað á heimasíðuni.
Men nú tað hendir aftur, er
tað púra greitt, at her má
okkurt gerast. Og vit ætla
skjótast gjørligt at finna
útav, hvat kann gerast fyri
at betra trygdina, sigur Poul
Andrias at enda.
Enn ein gassfløska á veg inn í ovnin
Arbeiðsmenn á IRF við báðum gassfløskunum, sum teir eru komnir fram á seinastu vikuna. Frá
vinstri Heini, Heri, Páll, Jákup Petur og Ólavur. Fløskan til vinstru er tann seinna, sum varð
funnin. Sum vit síggja, er hon nakað løstað.
Mynd: Poul Andrias Joensen
Klaksvík: Ikki kann sigast
annað enn, at fyrireik
ingararbeiðið í sambandi
við sjómannadagin hevur
verið sera umfatandi.
Tað sæst aftur á um
fatandi og fjølbroyttu
skránni, og tað sæst aftur
í øllum tí økinum, sum
tiltakið fevnir um. Í roynd
og veru verður tiltakið á
ikki færri enn 11 ymiskum
støðum í býnum.
Høvuðspallurin fyri
flestu tiltøkini er á ferju
leguni, har Sam nú leg
gur at. Her verða FM-
kappingar av ymiskum
slagi skipaðar og onnur til
tøk. Ein minni pallur verður
eisini settur upp norðanfyri
egningarskúrarnar, har
m.a. harmonikutónleikur
verður at hoyra.
Eitt stórt tjald hoyrir
sjálvandi eisini við til ein
slíkan dag, og tað verður
sett upp beint norðan fyri
høvuðspallin. Í hesum tjaldi
verða m.a. framsýningar
við útgerð til bátar og
skip. Har verður eisini eitt
serstakt sjómannamøti
sunnudagin.
Á einum øðrum staði
verður ein framsýning
av livandi fiskum og
skeljadjórumm, og á enn
einum øðrum staði verða
modelbátar sýndir fram,
eins og myndir og filmar
verða sýndir fram.
sb.
Klaksvík: Føroya Sjó
mannadagur er eitt høvi hjá
okkara sjófólki at savnast
á einum staði, bæði til
gaman og álvara, har høvið
verður hjá teimum at njóta
samveruna við hvørjum
øðrum og við starvsfelagar
í fiskivinnuni á landi og
landsmonnum okkara.
- Við hesum degnum
hava vit fingið eina hátíð
fyri alla tjóðina, sum
liggur á røttum staði og í
viðkomandi umhvørvi her
í fiskivinnuhøvuðsstaði
okkara.
Soleiðis tekur borgar
stjórin
í
Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen til í
heilsan síni til gestirnar
sum um vikuskiftið fara
at vitja heimbý hansara.
Hansara vón er, at hesin
dagurin fær loyvi til at vera
ein einstakur serstakur
dagur, sum ikki verður
kopieraður og eftirlíknaður
av øðrum. Um so verður,
er vandi fyri at dagurin og
hugskotið aftanfyri hann
verða útvatnað.
Borgarstjórin í Klaks
vík staðfestir, at Sjó
mannadagurin, sum nú
verður fyriskipaður á
øðrum sinni, er komin fyri
at vera.
- Í ár er skráin fjøl
broyttari enn nakrantíð.
Hjá øllum er okkurt áhuga
vert at vitja, og ikki at tala
um: Tiltøkini eru ókeypis!,
slær hann fast.
Sjómannadagurin er
komin fyri at verða.
Sjómannadagur á 11 støðum
Stutt sagt