Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2006 ns(æns.fo Gerst partur av einum spennandi og nýhugsandi toymi! Ímynda tær, tit hava fingið grundstykki og skulu nú fara at byggja. Tit hava avtalað tíð við kundaráðgevan í Norðoya Sparikassa, koma inn og verða boðin í SparCafé'ina, har kundaráðgevin tekur ímóti. Meðan barnini bæði hugna sær í Silvalandinum, bíleggja tit okkurt gott úr café'ini. Konan fær sær cappucino og pannukgaku við ísi, meðan maðurin fær sær ein kaffimunn og kransakaku. Eftir at hava prátað eina latu um leyst og fast, fer prátið at snúgva seg um húsini, tíðarætlan, hvat tey væntast fara at kosta, hvussu nógv tit vilja sita fyri hvann mánað, hvussu Heimlánið virkar o.s.fr. Og eftir eina góða, upplýsandi og - ikki minst, vælsmakkandi latu, eru allar avtalur fingnar uppá pláss... Hetta verður ein av framtíðar kundastaðunum á nýggju deild Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn og sum frálíður eisini í Klaksvík og Saltangará. Nógv tíð og orka er lagd í at menna eitt nýtt konsept, har tað at stakka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa, gerst ein góð uppliving við hagum tæn- astustaði og góðari ráðgeving. Og ein hin mest týðandi táttur í einhvarjum slógbrótandi virksemi eru starvsfólkini! Er hetta nakað fyri teg, so les víðari. Tí ert tú jalig/ur av lyndi, hevur góð samstarvsevni, humor, lætt við at tosa og samskifta við fólk, gott sjálvsálit og persónliga útstráling eins og tær dámar at arbeiða sjálvstaðugt og við staðugt nýggjum avbjóðingum, er Norðoya Sparikassi kanska júst arbeiðsplássið fyri teq... Nýggja deildin í Havn letur upp í heyst og vit leita tí eftir privatkunda- og vinnukundaráðgevum, salufólki, húsameklara, eins og café- og móttaku- fólki. Ljóðar hetta áhugavert ella hevur tú eitthvart at spyrja um So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Nolsge, starvsfólkaleiðara, á tel. 475072, fartel. 775072 ella umvegis t-post: eydunnGns.fo, ella Marner Mortensen, varastjóra og deildarleiðara í Havn, á tel.475070, fartel. 775070 ella t-post:marnerEns.fo Vit gleða okkum til at fáa tína umsókn, ið skal sendast til: Norðoya Sparikassi, Ósávegur 1, Postboks 149, FO-700 Klaksvík, Att: Eyðun Nolsge, starvsfólkaleiðari Ad „Vit vænta okkum nógu ar nýggja konseptinum, hvørs hgvuðsendamál er at geva kundanum eina góða og óformella uppliving - og hevur tú hug at gerast ein avokkaras skalt tú bara senda okkum eina umsókn.“ Marner Mortensen, varastjóri og deildarleiðari - KUNDARÅDGEVARAR ER Sum kundaráðgevi gerst tú ein týðandi partur av einum nýggjum og gðrvísi peningastovnskonsepti, har stórur dentur er lagdur á, at kundar okkara fáa eina góða, jaliga og professionella uppliving, hvorja ferð vitjað verður í sparikassanum. Tú veitur eitt nú ráðgeving innan gki sum fígging, pensjón og ílagur, ger roknskaparmetingar eins og tú gerst partur av einum vælvirkandi toymi av ráðgevum. Peninga- stovnsútbúgving er ikki ein treyt. í CAFÉ- OG MÓTTÓKUFÓLK NS Sum café- og móttakufólk gerst tú ein týðandi partur av einum nýggjum og gðrvísi peningastovnskonsepti, har stórur dentur er lagdur á, at kundar okkara fáa eina góða, jaliga og professionella uppliving, hvørja ferð vitjað verður í sparikassanum. Starvið umfatar alt vanligt caféarbeiði eins og eitt nú móttöku sparikassans. Peninga- stovnsútbúgving er ikki ein treyt. í HÚSAMEKLARI me Sum husameklari gerst tu ein tydandi partur av einum nyggjum virkisøki, samstundis sum hetta gerst ein sjålvsagdur partur av nyggja og ødrvisi peningastovnskonsepti okkara, har stórur dentur er lagdur á, at kundar okkara fáa eina góða, jaliga og professionella uppliving, hvgrja ferð vitjað verður í sparikassanum. Við einari húsasglu fer Norðoya Sparikassi eisini at veita eina góða ráðgeving, eitt nú í samband við keyp og sglu av húsum, marknaðarfgring og uppskot um fígging... - EET UMSØKNARFREISTIN ER 12. SEPTEMBER 2006 Norðoya Sparikassi í Miðlon, Tórshavn! LÝSINGAR 3 www.nsS.fo