fríggjadagur 18. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 18. august 2006
17
Biologassistentur
Søkt verður eftir avloysara fyri biologassistent, sum
er farin í barsilsfarloyvi í 1/2 ár, á fiskideildini á
Fiskirannsóknarstovuni. Møguleiki er fyri at halda
fram eftir tað.
Høvuðsuppgávurnar á fiskideildini eru at gera
rannsóknir og savna inn tilfar (lívfrøði, veiða, roynd
v.m.), soleiðis at stovnurin verður førur fyri at
meta um tilfeingið í sjónum og við støði í hesum
metingum at ráðgeva um skilagóða troytan av
hesum tilfeingi.
Arbeiðið sum biologassistentur er m.a. prøvataking
á landi og sjógvi og praktiskar riskiroyndir, herundir
sigling við Magnusi Heinason og leigaðum førum,
telduføring og rættlestur av úrslitum v.m.
Hóskandi er, at umsøkjarar hava útbúgving frá
fiskivinnuskúla, navigasjónsskúla ella líknandi.
Royndir innan fiskivinnuna hava týdning.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fìggj
armálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn
arfreistin er 1. september 2006. Umsóknir við
prógvum, yrkisgongd (curriculum vitae), viðmælum
o.ø. skulu sendast til
Fiskirannsóknarstovuna
Postrúm 3051
Nóatún 1
FO 110 Tórshavn
Starvið verður sett skjótast til ber.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Fiskirannsóknarstovuna á tlf. +298 353900.
Fiskirannsóknarstovan
FISKISKIRANN-
SÓKNARSTOVAN
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn
Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301
Telex: 81200 TLGR FA
Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice)
323 116221 (Fax)
Varaleiðari til
MRCC Tórshavn
Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir varaleiðara
til virkisøkið MRCC Tórshavn.
Starvið
Varaleiðarin hevur ábyrgdina av tekniska útbún
aðinum á stovninum. Varaleiðarin og leiðarin á
stovninum skulu vera tøkir í neyðstøðu, og teir
skiftast at hava bakvakt. Varaleiðarin skal vera við
til at skipa bjargingararbeiði saman við teimum, ið
ganga á vakt.
Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um
• viðlíkahald av tekniska útbúnaðinum
• at røkja góðskuskipanina ISO9001
• at skipa fyri venjingum og eftirmetingum
• førleikamenning av starvsfólki
• vanligar umsitingarligar uppgávur
Almenn førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hægri útbúgving, t.d.
maskinmeistaraútbúgving og praktiskar royndir,
ella útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast
við hetta. Leiðsluroyndir og kunnleika um sjóferðslu
eru somuleiðis treytir fyri at kunna røkja starvið.
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, evni
at fyriskipa og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Góð
evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga á
føroyskum, donskum og enskum, eru ein treyt.
Harumframt krevst góður teldukunnleiki.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at
eftirbútbúgva seg, eitt nú innan leiðslu av
bjargingarbeiði á sjónum.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32. lønar
flokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag
Landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin er pr. 1. okto
ber 2006, 29.273,94 kr. um mánaðin, við viðbót.
Starvsheitið er varaleiðari, og tann, ið settur verður,
hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran á MRCC
Tórshavn. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí umframt hini aðalráðini.
Tænastustaðurin er Tilbúgvingarstovnur Føroya,
MRCC Tórshavn.
Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu sendast til MRCC Tórshavn,
Tinghúsvegur 64, Postbóks 1120, 110 Tórshavn
ella til t-post: manager@mrcc.fo
Umsóknir skulu vera MRCC Tórshavn í hendi í seinsta
lagi fríggjadagin 1. september. Fleiri upplýsingar
um starvið fáast hjá Jóhan Jacob Jakobsen, virkandi
leiðara fyri MRCC Tórshavn á tlf. 351302.
Sí annars heimasíðuna www.mrcc.fo
Gøtu kommuna
søkir starvsfólk til
Dagstovnin
1 pedagogstarv á 30. t. viku. At byrja 15. sep
tember 2006
1 pedagogstarv á 35 t. viku. At byrja 15. oktober
2006.
1 hjálparfólkastarv 30 t. viku. Starvið er tíðar
avmarkað frá 15. sept. 2006 til 6. august 2007.
1 avloysara til arbeiðið tá starvsfólk eru sjúk og
annað.
Dagstovnurin er normeraður til 78 barnagarðspláss,
lat upp í februar 2000. Stovnurin er við Gøtugjógv
og liggur í hugnaligum umhvørvi.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. stóran dent
á:
• at børn og starvsfólk trívast og eru í menning
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og
børn
• at virða tað einstaka barnið í bólkinum.
Vit ynskja:
• at tú hevur góð samstarvsevnir
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag
• at vera við til at mynda og menna tað pedagogiska
umhvørvið.
Lønarviðurskifti:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Føroya Kommunala arbeiðsgevara
felag. Um eingin pedagogur søkir, verða hjálparfólk
sett tíðarmarkað.
Meira fæst at vita
um størvini við at ringja til Torgerð Hansen, leiðara
á fartelefon 218012.
Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
11. september 2006 kl. 10.00.
Sendast til:
Dagstovnin í Gøtu
Vaktarhúsvegur 1
Postboks 32 · 511 Gøtugjógv
lýsingar