Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 158 - 18. august 2006 Nólsoyar skúli Skúlaárið 2006/07 eru trý tíðaravmarkað størv at søkja í Nólsoyar skúla : 1 fulltíðarstarv vegna avlopstímar lækkað tímatal og serligan tørv 1 starv uml. 7 t/v vegna avlopstímar. Størvini verða sáttmálasett uttan so, at tann, ið sett­ ur verður er tænastumannasettur frammanundan. Til eitt av størvunum verður endaliga tímatali ikki ásett fyrr enn 1. sept. 2006. Størvini verða lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 Nólsoyar skúli er lítil skúli við uml. 30 næmingum frá 1. til 9. flokk. Flokkarnir eru í flestu førum samanlisnir í 3 bólkum eftir aldri. Vit arbeiði í tøttum toymi og nógv av undirvísingini hevur støði í tvørgreinaligum, verkætlanarvend­ um arbeiðsgongdum, sum tekur støði í einkulta næminginum. Hetta er spennandi, gevandi, men eisini avbjóðandi undirvísingarháttur og krevur : • Tætt toymissamstarv • Sjálvsstøði • Hugflog og nýhugsan • Góð samskiftisevni • Evni at hava yvirlit Umsøkjarar skulu kunna undirvísa í byrjunarundirvísingini 1.­3. flokki, donskum og/ella føroyskum í 7.­9. flokki, serundirvísing og annars øðrum vanligum lærugreinum. Umsóknir við avrit av prógvi, c.v. og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi fríggjadagin 25. august. Nærri upplýsingar fáast frá Gunnvør Joensen, skúlaleiðari tlf. 302465, 302466, 327119 ella 527119. Teldupostadr. Gunnvoer.joensen@skulin.fo Pedagogar til Rásina Vilt tú vera við til at skapa eina góða tilveru fyri ung menningartarnað? Dámar tær avbjóðingar? Ert tú ikki bundin av siðvanum? Ert tú væl fyri? So ert tú vælkomin at søkja hesi størv. Eitt pedagogstarv 40 tímar um vikuna er tøkt at byrja beinanvegin. Hetta er eitt farloyvisstarv sum er tíðaravmarkað til 1. september 07. Um eingin pedagogur søkir, so verður hjálparfólk sett ístaðin. Eitt pedagogstarv 30 tímar um vikuna at byrja 15. november 06. Um eingin pedagogur søkir, so verður hjálparfólk sett ístaðin. Rásin er eitt skúlatilboð til ung við menningartarnið, hvørs endamál er at stimbra, læra og styrkja næm­ ingarnar til ein so sjálvbjargnan gerandisdag sum møguligt. Førleikakrøv Tú skalt dáma at arbeiða við djórahaldi, hava grønar fingrar og vera í góðum lag. Lønar- og setanartreytir Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsókn saman við møguligum avritum av próvskjølum og viðmælum skulu sendast til Rásin Heiðavegur 57 600 Saltangará skjótast møguligt. Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið kanst tú ringja til Jóhan á Plógv, leiðara, á tlf. 215202. Glasísetari/ montørur Føroya Termovirki søkir fólk at montera rútar. Førleiki • timburmaður/snikkari er ein fyrimunur, men ikki ein treyt • hevur góð samstarvsevni og er røkin • hevur koyrikort Starvið Tú kemur at koyra út til kundar at seta rútar í, umframt at gera aðrar glasmonteringar. Vit bjóða • eitt áhugavert og avbjóðandi starv í einum faki, sum er í menning • góðar arbeiðsumstøður • løn eftir avtalu Umsókn skal sendast til: Føroya Termovirki (FTV Glas) Sundsvegur 8 FO-100 Tórshavn Tlf. 350 350 T-postur: ftvglas@ftvglas.fo VinnumálaráÐiÐ Vinnumálaráðið søkir eftir skrivara til Veterinerdeildina Starv sum skrivara á Veterinerdeildini í Vinnumálaráðnum er leyst at søkja, við setan skjótast gjørligt. Deildin fyrisetur veterinærmál, sum eru matvøru-, djórasjúku- og djóraverndarmál. arbeiðið Høvuðsuppgávurnar hjá skrivaranum eru: • Rættskriving á føroyskum, donskum og enskum • Umseting millum føroyskt, danskt og enskt • Orða brøv á føroyskum, donskum og enskum • Aðrar fyrifallandi skrivarauppgávur. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt, umframt kunnleika til EDV. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fìggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir Vinnu- málaráðnum, umframt onnur stjórarráð. Umsókn, saman við prógvum, CV, viðmælum o.ø., skal verða send til Vinnumálaráðið Postsmoga 377 110 Tórshavn Freistin at søkja er fríggjadagin tann 1. september 2006. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til landsdjóralækna Bjørn Harlou, tlf. +298 356081 ella fartlf. +298 506081 ella cvo@vmr.fo Írar vitja samkomur í Føroyum 18. - 27. august eru hesi møti við Graham McCartney & Brendan McCauley Fr. 18. aug. kl. 20 Libanon, Sørvágur Leyg. 19. aug. kl. 20 Saron, Vestmanna Sun. 20. aug. kl. 10.45 Filadelfia, Tórhavn kl. 18 Oasan, Hoyvík Mán. 21. aug. kl. 20 Filadelfia, Tórshavn (felags bønarmøti) Týs. 22. aug kl. 19.30 Getsemane, Klaksvík Mik. 23. aug. kl. 20 Betania, Skopun Hós. 24. aug. kl. 20 Oasan, Hoyvík (felags ungdómsmøti) Sun. 27. aug. kl. 11 Filadelfia, Vágar Øll eru hjartaliga vælkomin! Vegna fyrireikararnar: Filadelfia lýsingar