Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 158 - 18. august 2006 Bókavørður Á Føroya landsbókasavni er eitt starv sum bókavørð­ ur leyst at seta 1. oktober 2006 ella skjótast gjør­ ligt. Til starvið, sum er 3/4­starv, krevst útbúgving sum bókavørður. Arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst skráseting, útlánsvaktir o.a. vanligt bókasavnsarbeiði. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn við próvskjølum verður at senda Føroya landsbókasavni í seinasta lagi 6. september 2006. Føroya landsbókasavn Box 61 J.C. Svabosgøta 16 110 Tórshavn Føroya Landsbókasavn Hjálparfólk til Útibarnagarðin Mýrifípuna, Trongsivágur Stovnslýsing Útibarnagarðurin er ein av 5 barnagarðsstovum á Dagstovninum Mýrifípuni í Trongisvági. Útibarna­ garðurin er í hølum undir Trongisvágsskúla. Úti­ barnagarðurin er normeraður til 20 børn í aldrinum 5­7 ár og 4 starvsfólk. Starvið Eitt avloysarastarv fyri hjálparfólk í farloyvi, 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 4. september 2006 til 31. august 2007. Vit vænta av tær: • At tú hevur góð samstarvsevnir og ert stabil í uppmøting • At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • At tær dámar væl at vera úti í náttúruni, ið er stórur partur av gerandisdegnum • At tú hevur yvirlit í arbeiðinum • At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt • At tú ert nærverandi og vísir umsorgan • At tú vísir áhuga við at luttaka á fundum og skeiðum og harvið mennist í arbeiðinum. Lønarviðurskifti: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsókn: Umsókn saman við upplýsingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum, skulu vera Dagstovnin­ um Mýrifípuni, FO­826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. september 2006 kl. 12.00. Er nakað at spyrja um, so ring til Dagstovnin, Guðrun Petersen, virkandi leiðara, tlf. 372700. Tórshavnar kommuna Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Vísast skal á, at sambært grein 8 í reglugerðini um hýru- vognsstøðir í Tórshavnar kommunu, skulu umsøkjarar hava váttan fyri, at teir koma at koyra frá støð. Loyvið er tengt at bilstøðini Auto. Umsóknarblað fæst í Snarskivuni. Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. september 2006. Hýruvognsloyvi Arbeiðsmenn Søkt verður eftir arbeiðsmonnum til betong og forskallingsarbeiði í Keypmannahavnar økinum í Danmark, at byrja umleið 1. september. Áhugað kunnu ringja 21 34 39. Sp/f HES-Byg FO-900 Vágur lýsingar www.sosialurin.fo