mánadagur 21. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
5
tíðindi
Svimjingin um Nols
oyar leygardagin eydn
aðist væl. Evald Ras
mussen var fyrstur á
mál. Hann brúkti 1
tíma, 20 minuttir og
54 sekund at svimja
úr Havn til Nólsoyar
SVIMJING
Svimjararnir, sum svumu um
Nólsoyarfjørð leygardagin,
høvdu blíðan byr.
Allir fimm luttakararnir
fullførdu, og tann seinasti
náddi í land fyri løtu síðani.
Tey flestu raktu inn á víkina
í Nólsoyar bygd, men onkur
fór tó eitt sindur norður
um.
Erlendur
Ramussen,
sum
bæði
er
ein
av
fyriskiparunum
og
luttakarunum, sigur, at alt
gekk væl. Streymurin var
spakur, og veðrið var gott.
Úrslitið av svimjingini
var hetta:
Nr. 1 Evald Rasmussen
1.20.54
Nr. 2 Gunnar Dahl Olsen
1.24.35
Nr. 3 Erlendur Simonsen
1.34.29
Nr. 4 Helena G. Jacobsen
1.42.00
Nr. 5 Trygvi Berg 2.40.39
Leggjast kann afturat,
at Helena G. Jacobsen,
umframt at vera einasta
kvinna, eisini var yngsti
luttakari. Hon er trettan ára
gomul.
Erlendur Simonsen sigur,
at tey hava skipað fyri
svimjingini síðan 1998, og
síðan hava tey svomið hvørt
ár yvir um Nólsoyarfjørð.
Metið á hesum teinum
er 1 tími og 17 minuttir, og
tað setti Jóannes á Fløtti í
2004.
Tað kemur meira
enn so fyri, at bil
førarar rýma frá
yvirkoyrdum seyði
uttan boða bónda
num frá, sum eigur
seyð in. Higartil í
ár hevur Tórfinnur
Dalsgarð, bóndi á
Velbastað, mist nógv
an seyð á vegunum,
og tá hetta ikki verður
fráboðað, er tann fíggj
arligi missurin hjá
bóndanum stórur
FERÐSLA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð, at fólk
melda eitt bilóhapp, eftir at
tey hava koyrt á ein seyð.
Tað má Tórfinnur Dals
garð, bóndi á Velbastað,
sanna.
Higartil í ár hevur hann
mist 8 ær og eini 4-5 lomb í
ferðsluni, og tað er sjáldan,
at hann hoyrir nakað frá
bilførarunum. So seint sum
í seinastu viku noyddist at
lamb hjá Tórfinni Dalsgarð
at lúta fyri einum bili.
- Fólk siga næstan ikki
frá, sigur Tórfinnur Dals
garð.
Sum so metir bóndin ikki,
at talan er um djórapínslu,
tí sum oftast doyr seyðurin
beinanvegin. Hann hevur
eisini sæð, at onkur hevur
svævað ein seyð, sum er
komin fyri ein bil.
Hinvegin kann talan vera
um óhepnar fíggjarligar
avleiðingar fyri bøndur,
sum missa nógvan seyð á
henda hátt. Tórfinnur Dals
garð sigur, at ein ung ær
kann hava eitt virði upp á
eini 2500 krónur, og tær
flestu ærnar, hann hevur
mist, hava verið ungar.
Missa ikki bonus
Tað er serliga í Havnardali
og við Velbastaðháls, at bilar
hava rent á seyð hjá Tórfinni,
og tað kann vera sannlíkt, at
talan um er um bilførarar,
sum ætla sær at náa ferjuna
á Gomlurætt. Bóndin stað
festir, at trupulleikin bara
er vaksin, síðani vegurin
varð gjørdur, og at hann
hevur heitt á Landsverk um
at seta stik upp og at gera
smáar smogur undir vegnum
til seyðin, men hesi ynski
eru ikki eftirlíkað.
Tórfinnur Dalsgarð, at
ein orsøk til, at bilførarar
ikki boða frá er, at teir
møguliga eru bangnir fyri
at missa bonusstig í teirra
trygging, men tað heldur
hann ikki vera nøkur orsøk
til.
Hinvegin noyðast bøndur
sjálvir at bera kostnaðin
av deyðum seyði, um tað
ikki verður uppklárað, hvør
hevur koyrt á teir.
Frá Tryggingarfekagnum
Føroyum
verður
sagt,
at bilførarar skulu vera
ábyrgdartryggjaðir, og tí
missa teir ikki bonus, um
teir boða frá, at teir hava
koyrt ein seyð. Hinvegin er
skrokktryggingin sjálvboð
in, og tí er tað altíð eitt val,
bilførarin skal gera, um tað
loysir seg best at umvæla
ein møguligan skaða og har
við missa bonus frá trygg
ingini, ella einki at gera við
málið.
Evald fyrstur um Nólsoyarfjørð
Bilførarar rýma undan yvirkoyrdum seyði
Bøndur noyðast sjálvir at bera kostnaðin av deyðum seyði, um
tað ikki verður uppklára, hvør hevur koyrt á teir
Fimm teir bestu svimjararnir
um Nólsoyarfjørð vóru: Nr. 1
Evald Rasmussen 1.20.54, Nr.
2 Gunnar Dahl Olsen 1.24.35,
Nr. 3 Erlendur Simonsen
1.34.29, Nr. 4 Helena G.
Jacobsen 1.42.00, Nr. 5 Trygvi
Berg 2.40.39