mánadagur 21. august 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 159 - 21. august 2006
lýsingar
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn
Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301
Telex: 81200 TLGR FA
Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice)
323 116221 (Fax)
Varaleiðari til
MRCC Tórshavn
Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir varaleiðara
til virkisøkið MRCC Tórshavn.
Starvið
Varaleiðarin hevur ábyrgdina av tekniska útbún
aðinum á stovninum. Varaleiðarin og leiðarin á
stovninum skulu vera tøkir í neyðstøðu, og teir
skiftast at hava bakvakt. Varaleiðarin skal vera við
til at skipa bjargingararbeiði saman við teimum, ið
ganga á vakt.
Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um
• viðlíkahald av tekniska útbúnaðinum
• at røkja góðskuskipanina ISO9001
• at skipa fyri venjingum og eftirmetingum
• førleikamenning av starvsfólki
• vanligar umsitingarligar uppgávur
Almenn førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hægri útbúgving, t.d.
maskinmeistaraútbúgving og praktiskar royndir,
ella útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast
við hetta. Leiðsluroyndir og kunnleika um sjóferðslu
eru somuleiðis treytir fyri at kunna røkja starvið.
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, evni
at fyriskipa og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Góð
evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga á
føroyskum, donskum og enskum, eru ein treyt.
Harumframt krevst góður teldukunnleiki.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at
eftirbútbúgva seg, eitt nú innan leiðslu av
bjargingarbeiði á sjónum.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32. lønar
flokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag
Landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin er pr. 1. okto
ber 2006, 29.273,94 kr. um mánaðin, við viðbót.
Starvsheitið er varaleiðari, og tann, ið settur verður,
hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran á MRCC
Tórshavn. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí umframt hini aðalráðini.
Tænastustaðurin er Tilbúgvingarstovnur Føroya,
MRCC Tórshavn.
Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu sendast til MRCC Tórshavn,
Tinghúsvegur 64, Postbóks 1120, 110 Tórshavn
ella til t-post: manager@mrcc.fo
Umsóknir skulu vera MRCC Tórshavn í hendi í seinsta
lagi fríggjadagin 1. september. Fleiri upplýsingar
um starvið fáast hjá Jóhan Jacob Jakobsen, virkandi
leiðara fyri MRCC Tórshavn á tlf. 351302.
Sí annars heimasíðuna www.mrcc.fo
Sjúkrarøktar-
frøðingar og
Heilsuatstøðingar
til G4
Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við servitan
innan ortopædi, maga/tarm og urologi. Vit
hýsa eisini sjúklingum við almenn kirurgiskum-,
gynækologiskum-, eyga-, oyra-, nøs- og hálsasjúk-
um. Á deildini er pláss fyri 24 sjúklingum.
Sjúkrarøktarfrøðingar
Tvey tíðaravmarkaði størv, sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur í kvøldvakt á starvsbrøki 0,7 eru leys at søkja
frá 18 september 2006 til 14.september 2007.
Eitt tíðaravmarkað starv sum sjúkrarøktarfrøðingur
í blandaðum vaktum á starvsbrøki 0,7 er leyst at
søkja frá 1.september 2006 til 1. apríl 2007.
Heilsuatstøðingur
Eitt starv sum heilsuatstøðingur í náttarvakt á
starvsbrøki 0,6 er leyst at søkja frá 1. september
2006.
Krøv til umsøkjararnar
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/
heilsuatstøðingur
• fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska
sjúkrarøkt
• fleksibilitetur og góð samstarvsevni
• opin og positiv/ur
• vil søkja mennandi avbjóðingar
Løn- og setanartreytir smb. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt-
arfrøðingar og Almanna og Heilsurøktarafelagið.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til
Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, tlf. 304500, lokal
5064 ella Nainu Túgvustein, virkandi leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, e-postur naina@
lsh.fo
Umsóknarfreistin er 5. september 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Jørð til sølu í
Funningi
2 gyllin og 16 skinn. Fremra gonga í Líðini og 3352
fermetrar innangarðs. Verður selt samlað.
Tlf. 422267
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Arbeiðsmenn
Søkt verður eftir arbeiðsmonnum til betong og
forskallingsarbeiði í Keypmannahavnar økinum í
Danmark, at byrja umleið 1. september.
Áhugað kunnu ringja 21 34 39.
Sp/f HES-Byg
FO-900 Vágur