Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2006 31 lýsingar Toll- og Skattstova Føroya Starv sum løgfrøðingur Søkt verður eftir løgfrøðingi til Toll- og skattstovu Føroya, Stýrið, at seta skjótast til ber. Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum verða: - Løgfrøðiligir spurningar innan meirvirðisgjald, skatt, toll og onnur avgjaldsumráði, herundir eisini innkrevjing av almennari skuld - at ráðgeva Toll- og skattstovuni kring landið í løgfrøði- ligum spurningum innan umsitingarumráði stovnsins, - at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum, - at gera ummælir í kærumálum, dómsmálum, og - at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava cand. jur. útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga í at arbeiða innan skatta-, avgjalds- og innkrevjingarøkið, góð samstarvsevni, vera fyrikomandi og arbeiðssamur/-som. Fyrimunur kann vera, um umsøkjari hevur arbeiðsroyndir innan løgfrøðina á skatta- og avgjaldsøkinum. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis er fakliga krevjandi. Møguleiki er fyri eftirútbúgving. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búðskapar- og Løgfrøðingarfelagið. Setanarøki Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu Biskopstø tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvsroyndir, skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 5. september 2006 kl. 12.00. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postrúm 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 140 starvsfólk. Økisskrivstovurnar røkja raksturin. Stýrið tekur sær av yvirordnaðari planlegging, stýrings-, eftirlits- og menningaruppgávum, av sambandinum við Toll- og Skattaráðið, aðalráðini og landsstýrið, og virkar sum ráðgevi hjá økisskrivstovunum í løgfrøðiligum og øðrum fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og innheinting. Í Stýrinum starvast 25 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Kettlingur funnin Svart/stríputur kettlingur funnin fríggjadagin 18. august. Hann er sera reinligur, kerligur og blíður. Tlf. 310687 eftir kl. 19.00 6:GŸCÚE:G@=: Ú<@?D6CED2=:?F>=6J82C528:?*D6AE<=#!!! <`_dVce+$!!\c GZReX`_Xf^Vc\Z_f^eZ]\`_dVceZ_R d]VaafceŒVZdZ_Z‡\VjaZd‚EZg`]Z ]VjXRcURXZ_*dVaeV^SVc  2WeVcaRcej+"!!\c 2WeR_w\`_dVceZ_RVc RWeVcaRcej‚W`cY¯]]Z_Z GZ‚ac‚dZ_f^Vc VZeeX]RdRgg‚_Z  2eX`_Xf^Vc\Z\f__f \VjaRdeY[wSZ]]Ve_VeU\ `X\gZ__RW` Lýsið við brúktum bilum