Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 162 - 24. august 2006 tíðindi SAMBAND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Hann er bert ein av mongum, sum í hesi løtu bíðar í stórum spenningi eftir úrslitinum av boringini umborð á Stena Don á føroyska landgrunninum Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hann er ein av teimum før­ oy­ingum, sum í løtuni bíð­ ar í stórum spenningi eftir úrslitinum av boringini um­borð á pallinum Stena Don 80 fjórðingar frá heim­ bygdini Argjum. Sverre Mort­ ensen, sum í dag er 84 ára gamal, telist eisini millum teirra, sum vónar, at vit hesaferð raka við oljuna. Fyri góðum mánaði síðani var Sverre Mortensen vitni til heldur óvanliga sjón, tá hann koyrdi køksgardinurnar frá. Ístaðin fyri at síggja ein flota av gráum russiskum trol­­ar­ um á Nólsoyarfirði henda morgunin, var eitt púra reyðlitt fremmant far, full­ komi­liga øðrvísi í skapi og stødd undir Argjalandinum enn útlendsku trolararnir, nevni­­liga einki minni enn ein risa oljuboripallur. Fyri Sverra var hetta ikki nøkur ræðandi sjón, tvørt­ urímóti kendi hann hesi sjón sum boð uppá eina ljósari framtíð. Vit lata Sverra sjálvan greiða frá teimum tonkum og kensl­um hann upplivdi henda morg­un, tá Stena Don stillis­ liga „ankraði“ stutt frá Argja­ landinum. – Eg hugsaði, at tað var sera spennandi at hava henda sjáldsama gestin, bori­­pallin heilt inni undir Argja­landinum. Eftir at hava lisið og hoyrt so nógv um oljuleiting, føldi eg tað soleiðis, at nú mundi tað fara at eydnast hjá okkum at finna oljuna. Nú eru eru so meira enn fimm vikur síðani, at sjáld­ sami og óvanligi gesturin undir Argjalandinum setti kós­ina út á landgrunnin. Og har hevur hann verið síð­ani. Sverre er bert ein teirra, sum bíðar við stórum spenningi eftir tíðindunum um boringina. Kærkomin Sjálvur heldur Sverre, at ein oljuvinna er kærkomin fyri land og fólk, men hann sigur, at vit mugu gera okkum púra greitt, at hetta fer at hava við sær, at nógv fremmandafólk fara at koma til Føroya, og tað kann so vera bæði uppá gott og ilt, tí soleiðis háttar heimurin seg einaferð. -Vit mugu bara vóna, at ein oljuvinna fer at lætta um byrðarnar hjá okkum borg­arum. Hóast høga aldurin hevur Sverre góða heilsu og kemur einki hóttafall á seg sær hann fram til at uppliva, at oljan kemur upp úr undirgrundini. Abbi hansara bleiv 96 ár, so Sverre setir sítt álit á, at eisini hann fer at røkka ein nóg høgan aldur til m.a. at uppliva einar Føroyar við oljuríkidømi. 84 ára gamli Sverre Mortensen: Kenni á mær at nú finna vit oljuna Sverre Mortensen á einum av gongutúrum síðani sunnan fyri heimbygdina - við heldur óvanliga gestinum undir Argjalandinum Mynd Jan Müller - Eg kenni á mær, at hesaferð raka vit við oljuna sigur 84 ára gamli argjamaðurin Sverre Mortensen Mynd Jan Müller Stena Don á Nólsoyarfirði í juli, áðrenn kósin var sett út á landgrunnin. Mynd Jan Müller Eftir at hava lisið og hoyrt so nógv um oljuleiting, føldi eg tað soleiðis, at nú mundi tað fara at eydnast hjá okkum at finna oljuna Sverri Mortensen, Argir