fríggjadagur 25. august 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Söðlalurin
Nr. 163 - 25. august 2006
Starvsfólk til nytt pensjóns-
og lívstryggingarfelag
Eitt nýtt felag er undir stovnan, sum skal tryggja faroyingum betri pensjónir og
lívstryggingar. Í hesum sambandi sóknast vit eftir dugnaligum og framfýsnum
starvsfólkum til sólu og ráðgeving í nýggja felagnum.
Sum starvsfólk verður tú við til at leggja
lunnar undir og menna tað nýggja felagið, ið
fer at endurnýggja føroyska marknaðin við
pensjónum og lívstryggingum. Tú verður
sostatt ein lyklapersónur í eini fyritgku, ið
hevur sett sær stór mál.
Krøv og forleikar
Hevur tú viðkomandi útbúgving og royndir
innan lívs- og eftirlgnartryggingar? Hevur tú
starvast í fíggjarvinnuni? Ella hevur tú aðra
viðkomandi handilsútbúgving? So er tað
kanska tær, vit hava brúk fyri. Vit hava tørv á
fleiri fólkum til sølu og ráðgeving.
Tað er umráðandi, at tú ert tænastu-
sinnað/ur, hevur góð samráðingarevni og
hevur handilsligan hugburð. Tú skalt vera
fyrikomandi, hava góð samstarvsevni og duga
at arbeiða sjálvstæðugt og í toymum.
Vit bjóða
Nýggja felagið kemur at bjóða sínum
viðskiftafólkum eina munadygga pensjóns-
skipan. Felagið vendir sær til all, bæði bólkar
og einstaklingar, ið hava tørv á pensjóns- og
lívstryggingum.
Dentur verður lagdur á einfaldar og
fjalbroyttar tænastur, so at viðskiftafólk fáa
sum mest burtur úr síni samansparing. Innlit
og gjagnumskygni eru grundleggjandi virði;
kundin skal vita, hvat hann fær, hvat hann
rindar fyri, og hvussu peningurin verður
umsitin.
Vit bjóða eitt spennandi starv, sum í stóran
mun snýr seg um nýskapan. Tú sleppur at
arbeiða breitt, fært ávirkan og nógvar
spennandi avbjóðingar.
Løn- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber, og lønin
verður avtalað í samsvari við royndir og
forleika.
Vilt tú vita meira um stórvini, kunnu
spurningar setast Mortani Poulsen, stjóra, á
telefon 345502 ella teldupost
mpÆtrygging.fo.
Umsókn og freist
Umsóknir við lívsgongdarlýsing (CV) skulu
vera okkum í hendi innan 15. september.
Allar umsóknir verða viðgjardar í trúnaði.
Send umsóknina til:
Tryggingarfelagið Føroyar
att: Starvsfólkadeildin
Kongabrúgvin, Postboks 329
FO-110 Tórshavn
Ella teldupost: starvsfolkadeildÆtrygging.fo
www.sansir.fo