fríggjadagur 25. august 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 163 - 25. august 2006
Vit átaka okkum
alt múraraarbeiði...
Nýtt múraravirki
Søkt verður eftir
pedagogi ella hjálpar
fólki til Frítíðarskúlan
í Saltangará
Frítíðarskúlin heldur til í Gomlu læknahúsinum
á Heiðavegi 22 Saltangará. Frítíðarskúlin er
normeraður til 37 børn.
Starvið, sum er 25 t.v., verður flokkað á lønarstig
11-17 ella 2-6 og er tíðaravmarkað fram til 31. juni
2007. Setanin verður ætlandi skjótast gjørligt ella
frá 1. oktober 2006.
Arbeiðsuppgávan verður at stuðla og stimbra
einum barni við serligum tørvi. Arbeiðsstaðurin
verður partvíst í frítíðarskúlanum og heima.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• er áhugaður at arbeiða við børnum við serligum
tørvi
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur góð samstarvsevnri og er sjálvstøðugur
• hevur umsorgan og virðing fyri børnum
Starvið verður sett 1. oktober 2006 ella skjótast
gjørligt.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Lailu
Weihe, leiðara á tlf. 216630.
Umsókn, við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skal vera kommununi í hendi, í seinasta
lagi 31. august 2007.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Gjáarlon søkir
námsfrøðing og
hjálparfólk
Søkt verður eftir námsfrøðingi og hjálparfólki til
dagstovnin Gjáarlon í Vestmanna at byrja 1. oktober
2006.
Vit sóknast eftir
• 1 námsfrøðingi 40 tímar um vikuna.
Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk
sett í staðin.
• 1 hjálparfólk 20 tímar um vikuna.
Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og
barnagarði – skipaður til íalt 84 børn.
Stovnurin letur upp kl. 7.15 og letur aftur kl. 17.15.
Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at
fara væl um umhvørvið inni sum úti.
Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og
uttandura.
Vit bjóða
Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á
trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum, og vit virka
alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri børn og
foreldur. Gerandisdagurin er somu-leiðis merktur
av, at vit eru ein grønur stovnur.
Vit ynskja
Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða
sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú
tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við
samstarvsfelagar og foreldur, og saman við okkum
ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði. Vit
vænta, at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram
um forðingar.
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært
sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 470134/230134
ella Marin í Niðristovu Durhuus, varaleiðara, á
telefon 470138/230138.
Umsókn og freist
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
11. september, kl. 12.00.
Setanarsamrøður verða í viku 37.
Send eina umsókn við avriti av prógvum og
viðmælum til:
Gjáarlon
Hornavegur 16
FO – 350 Vestmanna
Umsóknir skulu merkjast »Gjáarlon«.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
www.sosialurin.fo
lýsingar