Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006 43 Toll- og Skattstova Føroya Starv sum løgfrøðingur Søkt verður eftir løgfrøðingi til Toll- og skattstovu Føroya, Stýrið, at seta skjótast til ber. Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum verða: - Løgfrøðiligir spurningar innan meirvirðisgjald, skatt, toll og onnur avgjaldsumráði, herundir eisini innkrevjing av almennari skuld - at ráðgeva Toll- og skattstovuni kring landið í løgfrøði- ligum spurningum innan umsitingarumráði stovnsins, - at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum, - at gera ummælir í kærumálum, dómsmálum, og - at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava cand. jur. útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga í at arbeiða innan skatta-, avgjalds- og innkrevjingarøkið, góð samstarvsevni, vera fyrikomandi og arbeiðssamur/-som. Fyrimunur kann vera, um umsøkjari hevur arbeiðsroyndir innan løgfrøðina á skatta- og avgjaldsøkinum. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis er fakliga krevjandi. Møguleiki er fyri eftirútbúgving. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búðskapar- og Løgfrøðingarfelagið. Setanarøki Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu Biskopstø tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvsroyndir, skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 5. september 2006 kl. 12.00. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postrúm 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 140 starvsfólk. Økisskrivstovurnar røkja raksturin. Stýrið tekur sær av yvirordnaðari planlegging, stýrings-, eftirlits- og menningaruppgávum, av sambandinum við Toll- og Skattaráðið, aðalráðini og landsstýrið, og virkar sum ráðgevi hjá økisskrivstovunum í løgfrøðiligum og øðrum fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og innheinting. Í Stýrinum starvast 25 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Innlendismálaráðið Deildarstjóri til Náttúru- lendis- og umhvørvisdeildina í Innlendismálaráðnum Við hesum verður søkt eftir deildarstjóra til Náttúru- lendis- og umhvørvisdeildina í Innlendismálaráðnum. Høvuðsuppgávur Høvuðsuppgávurnar hjá deildini verða í fyrstu atløgu at gera uppskot til lóggávu á náttúru-, lendis – og umhvørvisøkinum og at samskipa náttúrumál, lendismál og umhvørvismál umsitingarliga. Harumframt skal deildin umsita ymsa lóggávu, eitt nú náttúrulóggávu, ognartøkulóggávu, matrikullóggávu, tinglýsingarlóggávu, lóggávu um fólkayvirlit, byggi- og býarskipanarlóggávu og umhvørvislóggávu. Deildin fær ábyrgdina av føroyskari luttøku í altjóða samstarvi á náttúru- og umhvørvisøkinum. Førleikakrøv Tað er ein treyt, at umsøkjarar hava løgfrøðiliga ella fyri starvsøkið viðkomandi kandidatútbúgving og hava góðan kunnleika til føroyskt mál. Harumframt verður sett sum treyt, at teir hava hollar viðkomandi starvsroyndir. Umframt omanfyristandandi verður væntað, at umsøkjarar duga og hava innlit í leiðslu, og at leiðsluhátturin er í samsvari við virðisgrundarlagið hjá miðfyrisitingini. Løn og setanartreytir Starvsheitið er deildarstjóri og verður lønt sambært 37. lønarflokki hjá tænastumonnunum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars verða sambært avvarðandi sáttmála. Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: Innlendismálaráðið Postrúm 159, Tinganes 110 Tórshavn og skulu vera Innlendismálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. september 2006. Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsing um starvið við at venda sær til Rúna Joensen, aðalstjóra, á telefon 358080. lýsingar