Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 166 - 30. august 2006 Ferðaráð Føroya er stovnur, hvørs endamál er at menna Føroyar sum ferðamannaland og kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Tí vendir Ferðaráðið sær á enskum, donskum og føroyskum til ferðafólk og ferðafyriskiparar við áhuga fyri Føroyum við upplýsingum og marknaðarføring av fjølbroyttu flutnings-, gistingar- og ferðavinnutænastunum í Føroyum. Menningarstovan skal menna føroyskan ídnað, handverk og tænastur, og vendir sær á føroyskum og enskum til útlendska og føroyska vinnu og vinnuáhugað við upplýsingum um vinnur, fyritøkur og vinnuligar karmar í Føroyum, og við leið- beiningum til útflutningsfyritøkur og íverksetarar. Arbeitt verður við at leggja Ferðaráðið og Menningarstovuna saman í ein stovn. Setanarviðurskiftini verða tá flutt til nýggja stovnin. Tann, ið settur verður, skal tí vera til reiðar at taka við skipanarligum broytingum. Samskiftisfólk at menna felags portal Sum Samskiftisfólk verður tað tín uppgáva at menna ein portal, ið á ein lættan og einfaldan hátt gevur brúkarum atgongd til at finna viðkomandi heimasíður og upplýsingar, sum tørvur er á. Vit ímynda okkum, at tú: er væl fyri í enskum á høgum handils- ligum stigi, hevur áhuga fyri og innlit í avbjóðing- arnar hjá føroyskari ferða- og útflutnings- vinnu, og samstundis kennir avbjóðing- arnar hjá útlendskum íleggjarum í Føroyum, við áhuga tekur lut í øllum verkætlanum og tænastum, sum føroyskir brúkarar av portalinum vilja leggja út á alnetið, hevur førleika at kravfesta menning av verandi og nýggjum skipanum til portalin, og tryggja, at skipanir samsvara kravfestingini, tá hesar verða settar í verk á portalinum. Tú hevur innlit í og fatan av, hvussu ferðafólk, útlendsk og føroysk vinna, íleggjarar og íverksetarar brúka alnetið. Tú hevur holla samskiftis-, búskapar- ella marknaðar- útbúgving. Eisini hevur tú royndir at leiða verkætlanir og dugir væl at samskifta. Tú byrjar í starvinum 2. oktober 2006 ella sum . Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknin skal í seinasta lagi 15. september 2006 sendast til Ferðaráð Føroya Undir Bryggjubakka 17 100 Tórshavn Att.: Per Hansen, stjóri Spurningar í sambandi við starvið kunnu setast til Per Hansen, stjóra á Ferðaráðnum, tel. 355 800 ella Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni, tel. 353 100. Førleikakrøv Setanarviðurskifti Umsókn skjótast Royn teg í egnum landi ... Fyri at styrkja kunnleikan til og marknaðarføringina av føroyskari ferða- og útflutnings- vinnu sóknast Ferðaráð Føroya og Menningarstovan eftir Samskiftisfólki at menna ein felags portal við heimasíðum og heimasíðuskipanum á enskum og føroyskum.