Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 30. august 2006 21 tíðindi útlond Natascha heldur seg hava rætt til ognirnar hjá Primkopil (sakf­ørari hennara). SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Stutt sagt Deyðarevsing fyri neyðtøku og morð Forsetin í Peru, Alan Garcia, hevur skotið upp at broyta landsins grundlóg, so deyða­revs­ ing kann setast í gildi aftur. Forsetin sigur, at eftir hansara tykki eigur deyða­revsing at galda fyri tey, sum neyðtaka børn og síðani beina fyri teimum. Uppskotið hevur elvt til øsing í Peru, og fleiri man­na­­­­­ræt­­t­inda­­­­­felags­ skapir eru harðliga ímóti, at landið skal seta deyða­ revs­ing í gildi, nú so mong onnur lond hava sett deyðarevsing úr gildi. Uppskotið tykist heldur ikki hava stór­vegis møguleikar í Kongressini, tí har er greiður meiriluti ímóti tí. Hinvegin vísir ein meiningakanning, at heili 92 prosent av kvinnu­num í Peru taka undir við upp­ skotinum hjá forsetanum. Alan Garcia noyddist at flýggja úr Peru í 1990, tá hann bleiv lagdur undir svik. Hann hevði tá verið forseti í fimm ár, og lands­ins búskapur lá í sori. Í 2001 kom hann heimaftur, og nú er hann aftur forseti. Hesaferð hevur hann lagt á annan bógv við búskapar­poli­tik­ ki­num, og fyri at vísa tað í verki hevur hann skarvað meiri enn helm­ingin av sínari egnu forsetaløn. Í Uganda hevur Yoweri Museweni, forseti, givið herinum boð um at gevast við bardøgunum við upp­ reist­rar­herin Harran Mót­ støðu­her, og tað hevur givið fólkinum í tí illa krígs­herjaða landinum vónir um frið, skrivar Reuters. Museweni sigur, at stjórnin er sinnað at sam­ ráðast við Harrans Mót­ støðuher, men treytin er, at uppreistrarherurin savnar sínar hermenn í tveimum legum har suðuri í grannalandinum Sudan. Samstundis skal ugandiski stjórnarherurin tryggja, at fólk, sum eru flýdd undan bardøgunum, sleppa at flyta heimaftur. Hildið verður, at umleið tríggjar milliónir fólk eru rýmd frá húsi og heimi í borgarakrígnum í Uganda. Harrans Mótstøðuherur er tiltikin fyri sín harðskap, og tað er eisini alment kent, at hann hevur burturflutt fleiri túsund børn. Teir flestu dreingirnir hava verið brúktir sum hermenn, og nógvar gentur hava verið noyddar at virka sum stuttleikagentur hjá hermonnunum. Útlit fyri friði í Uganda Í indiska landspartinum Rajasthan er eftir­spurning­ urin eftir kamel­mjólk fleir­ faldaður, eftir at ein 88 ára gamal maður gjørdist pápi herfyri. Hann heldur uppá, at tað var kamel­ mjólkini fyri at takka, at hann var førur fyri at útinna eitt slíkt bragd á gamalsaldrinum. Bløðini skriva, at fleiri túsund menn hava staðið í bíðirøð teir seinastu dagarnar at keypa kamel­mjólk, sjálvt um læknarnir siga tað vera heilt óhugsandi, at kamelmjólkin hevur ta ávirkan, sum tann 88 ára gamli vil vera við. Tey, sum selja kamel­ mjólk, eru í góðum hýri, tí prísurin á mjólkini er hækkaður nógv, nú eftirspurningurin brádliga er vaksin so nógv. Kamelmjólk sum viagra Natascha Kampusch krevur nú at fáa húsini, sum hon sat fangi í. Hon vil eisini hava hinar ognirnar hjá burturflytaranum. Tann 18 ára gamla Natascha Kampusch vil hava endur­ gjald fyri tey átta árini, hon sat fangi heima hjá Wolf­gang Priklopil. Hon og sakførari hennara hava gjørt av, at hon skal krevja at fáa húsini hjá burturflytaranum. Wolfgang Priklopil átti ikki bara húsini, sum hann búði í. Hann átti eisini 24 prosent av fyritøkuni, sum hann arbeiddi hjá, og harafturat átti hann tveir bilar. Einasti arvingur er mamman, men sakøfrarin hjá Nataschu Kampusch væntar ikki, at hon fer at seta seg upp ímóti, at gentan arvar ognirnar. Í øllum førum fer hann at biðja dómsvaldið lata henni allar ognirnar hjá burturflytaranum. -Eg vænti ikki, at mamman fer at mótmæla. Tað snýr seg um at geva Nataschu endurgjald fyri líðingarnar, sigur Gunter Harrich, sakførari. Sambært eysturríkskum fjølmiðlum eru húsini hjá Wolfgang Priklopil hálva aðru millión krónur verd, men tað er ikki greitt, um Natascha Kampusch ætlar sær at selja tey, um hon fær tey. Royndirnar vísa annars, at tað kann vera trupult at selja eini hús, sum hava verið brúkt til burturflyting og onnur lógarbrot. Vil hava húsini hjá burturflytaranum Natascha Kampusch krevur allar ognirnar hjá burturflytara sínum í endurgjaldi. Tveir dreingir, 13 og 11 ára gamlir, neyðtóku eina fimm ára gamla gentu. Tað var ein dag í juni, at teir báðir dreingirnir lokkaðu ta fimm ára gomlu gentuna við sær á einum parkeringsplássi, har teir neyðtóku hana. Løgreglan hevur dult tilburðin, men teir seinastu dagarnar hava sveisisk bløð gjørt nógv burtur úr tíðindunum. Sveisisku myndug­leikar­ nir hava ikki tikið støðu til, hvussu teir báðir dreingirnir skulu revsast. Tað kriminella aldursmarkið í Sveis er 15 ár, og myndugleikarnir kunnu tí ikki draga dreingirnar í rættin. Teir eru tiknir úr skúlanum og fluttir út grannalagnum, sum teir og gentan búðu í. Sveisiska ráðgevingar­ stovan fyri børn og ung sigur við bløðini, at tað er vorðið meiri vanligt tey seinastu árini, at tað eru børn niðan fyri tann kriminella lágaldurin, sum misbrúka yngri børn. Sveis skakað av barnaneyðtøku