týsdagur 22. august 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 160 - 22. august 2006
Danski ummælarin
á musik.dk, gevur
fløguni Burtur frá
Toftunum hjá Gestum
sera jaligt ummæli.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Á donsku tónleikaheima
síðuni musik.dk fáa før
oysku Gestir fýra út av
seks stjørnum fyri sína
fyrstu fløgu, „Burtur frá
Toftunum“.
Tónleikurin verður lýstur
sum verandi føroyskur,
bláur, larmuttur og vakur.
Tónleikurin ljóða r sum
ein romansa millum Jeff
Buckley og Thom Yorke,
leiddur av heilt serstøku
røddini hjá Ólavi Jákupsson,
og er ikki neyðugt at skilja
orðini hjá Gestum - tú
skilur tónleikin, undirstrikar
ummælarin millum annað .
Hann vísir á, at røddin hjá
Ólavi Jákupsson av tí, at
tú ikki skilur hana verður
til eitt annað ljóðføri, men
hetta er partur av tí, ið ger
Gestir so góða r. Gittarspæli
verður eisini tikið fram, og
surf gittarin hjá Tórfinni
Jákupsson, fær hugan at
leita til eitt Quentin Tara n
tino soundtrack, skrivar
ummælarin.
Ið
sigur,
at røddin hjá Ólavi er
imponerandi.
Fløgan hjá Gestum verður
annars ummæld komandi
viku í Søndagsavisen, ið
kemur út í hvørt húsarhald
í Danmark, og verður lisin
av uml. 1,5 mió. lesarum,
eins og í
september útgávuni av
mannfólkablað num
M!
Magazine.
Ummæli liggur á: www.
musik.dk/14072.
Gestir fær jaligt
ummæli í Danmark
Føroyskt
framsýning
í Trondheim
LISTAFRAMSÝNING
Sunnudagin 20. august
lat upp stór fram sýning
á Trondheim Kunst
museum, í Noregi.
Mentamálaráðharrin
Jógvan á Lakjuni lat upp
framsýningina, sum er
tann fyrsta av sínum slagi
í Noregi.
Listafólkini, sum hava
málningar við á hesi fram
sýning, eru: Edward Fuglø,
Sigrun Gunnarsdóttir,
Astri Luihn, Torbjørn
Olsen, Eyðun av Reyni og
Ingálvur av Reyni.
Nógv fólk vóru til staða
r,
tá framsýningin lat upp
sunnudagin. Somuleiðis
vóru NRK-Sjónvarpið
og fleiri dag bløð til staða
r.
NRK og norsku dagbløðini
hava gjørt nógv burtur úr
føroysku framsýningini í
seinastuni, og ummælini
hava verið góð.
Eisini sungu Petra &
Hans Iversen fleiri Kingo/
Peter Dass sálmar/sangir, tá
ið framsýningin lat upp.
Sigast kann um Trond
heim Kunstmuseum, at
staðið er eitt tað størsta
og týdningarmesta savnið
í Noregi.
Føroyska framsýningin
verður í Trondheim til og
við 1. oktober 2006.
Sufgittarin hjá Tórfinni
Jákupsson kundi eins væl veri›
tikin úr einum Tarrantino
soundtracki, heldur
ummælarin hjá musik.dk