týsdagur 22. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 160 - 22. august 2006
Dagurin í morgin
23. august. Sakeus, deyður umleið ár 116. Í elsta listanum
yvir biskupar í Jerúsalem verður nevndur ein Sakeus, sum
er tann fjórði í tí biskupatalinum, men annars ókendur.
Summir halda, at her verður sipað til yvirtollaran Sakeus
(Luk. 19, 1-6). Navnið merkir reinur ella sakleysur.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi okkara
Hans Olsen
Oyrarbakka
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Jógvan Fríðriksson, prest, og til sangarar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu so væl til við
ervinum.
Eisini ein tøkk til Umlættingarheimið í Syðrugøtu
og somuleiðis ein tøkk til Røktarheimið á Mørkini
og til heimasjúkrasystrar.
Tøkk fyri peningagávur til Diabetisfelagið.
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Marianna
Tøkk
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum tóku lut og vístu
samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma, langomma, olduromma og systir
Rosa Elisabeth Lassen
Vágur, ættað av Eiði
♥ 21. juli 1912 ✞ 3. aug. 2006
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið í Heimarøktini í Havn,
á Korndalsbýlinum á Eiði, á G2 og G4 á
Landssjúkrahúsinum fyri ta hjálp og umsorgan, tit
veittu henni, tá henni tørvaði tað.
Tøkk til øll tykkum, sum so trúliga vitjaðu hana og
hjálptu henni bæði í Vági, í Havn og á Eiði.
Tøkk til prestarnar Bjarna Bæk og Patrick de
Neergaard fyri góð og troystarrík orð í Kapellinum
og í Vágs kirkju.
Tøkk til organistar, sangarar, berarar, gravarar og
tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað á fold.
Tøkk fyri heilsanir, blómur og gávur til
Korndalsbýlið.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. Fil. 4,13
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæra mamma, vermamma, omma og langomma
okkara
Sonja Tungá
Skopun
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjáltpu til í
samband við jarðarferðina, og til tykkum mongu,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Elisa, Hildigarð, Jógvan Finnur, Jóan Jacob
og Gullbrand
Okkara kæra mamma, vermanna, omma
og langomma
Anna K. Madsen
Kvívík
andaðist á Eldrasambýlinum í Kollafirði
leygardagin 19. august, 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14.00
úr Kvívíkar kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Ingibjartur, Asbjørn, Gullak, Ása og Árni
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Theodor F. Eliasen
Leirvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 19. august, 85 ára gamal.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið
kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Hebron í Leirvík
mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Elisabeth
Jón, Korinta, Tummas, Sigrun og Eydna
Tey, ið ynskja at minnast Theodor, kunnu senda eina gávu
til Akurin, konto í peningastovninum.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaða mamma, vermamma,
omma og langomma
Berlina Óluva Sólsker
fødd Ejdesgård,
ættað av Eiði, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 20. august, 76 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mikukvøldið 23. august kl. 18.00
og jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Børnini við familju
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum við gávum, blómum,
telegrammum, uppringingum og á annan hátt
gleddu meg á 90 ára føðingardegnum. Og ein
hjartans tøkk til tykkum mongu, sum hildu
føðingardagin saman við mær og vóru við til at
gera dagin so serstakan og hugnaligan.
Kærar heilsanir
Lena í Beiti, Sørvágur
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, ið við gávum, kortum,
blómum og uppringingum gleddu meg á 90-ára
føðingardegnum.
Takk øll tit, ið komu frá nær og fjar at halda
føðingardagin saman við mær og vóru við til at gera
kvøldið so hugnaligt.
Kærar heilsur
Lena Niclasen, Vágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið
kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Pethur G. Petersen
(vanliga nevndur Pethur í Puntabyrgi)
Tvøroyri
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi
og á G1 á Landssjúkrahúsinum.
Takk til Hera Kjærbo, Alfred Petersen og Jónsvein Bech
fyri troystarrík orð. Til sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk fyri vitjanir, uppringingar, heilsanir, blómur,
kransar, peningagávur og til øll, ið hjálptu til
á annan hátt.
Tøkk til tykkum, ið vóru í kapellinum í Havn,
tykkum, ið vóru á kajuni, tá vit komu suður
og tykkum, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Kirsten, Niels Gunnar, Mina,
Einar og Dion