týsdagur 22. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
22. august 2006
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
T
ónleikasamtakið Adore
Music skipar fyri
Fjarðafestivalinum.
Felagið varð stovnað í 2001
og hevur havt nøkur tiltøk.
Teir hava fingið nøkur
útlendsk nøvn upp til
einstakar konsertir. Felagið
Adore Music er eitt
sjálvstøðugt felag, sum
arbeiðir við music-
management. Endamálið er at
fáa føroyskar kristiligar bólkar
fram. Hóast tað ikki er
beinleiðis knýtt at nakrari
samkomu, so ganga allir
nevndarlimirnir í Kelduni, og
felagið hevur sera gott
samstarv við Kelduna.
Eyðun Jacobsen er ein av
nevndarlimunum í Adore
Music. Hann sigur, at málið
hevur allatíðina verið at skipa
fyri einum festivali við
kristiligum tónleiki.
Tað hevur tikið felagnum
fimm ár at røkka málinum um
at hava ein festival, og tað er
ikki uttan orsøk:
- Tað skulu sera nógvar
fyrireikingar til, og tað kostar
nógvar pengar. Tað eru fleiri,
sum hava spurt eftir einum
kristiligum festivali, og nú
kemur hann. Vit ætla eisini, at
hann skal vera afturvendandi
hvørt ár, sigur Eyðun
Jacobsen.
Ræðist ikki kappingina
Eyðun Jacobsen er vísur í, at
tað er tørvur á einum
kristiligum festivali í Føroyum.
Hann ræðist ikki kappingina
frá hinum festivalunum.
- Tað er heilt vist ein tørvur á
einum slíkum festivali. Eg
kenni fleiri, sum hava longst
eftir einum slíkum. Eg vóni, at
kristin og ikki-kristin úr øllum
landinum koma á festivalin.
- Tú kanst siga, at tað er vandi
fyri, at fólk eru vorðin
festival-troytt, men tí rokni eg
ikki við. Tað er tilvita, at vit
leggja okkara festival tríggjar
vikur eftir Summarfestivalin,
tí at so fáa fólk tíð at hvíla
seg. Harumframt eru skúlarnir
byrjaðir aftur, og tí hava fólk
kanska brúk fyri einum
vikuskifti, har tey kunnu kobla
av við góðum tónleiki.
- Okkara festivalur er so nógv
ørðvísi enn hinir, og tí eru vit
ikki í beinleiðis kapping við
teir. Okkara vøra er øðrvísi, og
brúkararnir eru ikki teir somu.
Fakta er bara tað, at summi
kristin ikki fara á hinar
festivalarnar. Harvið er ikki
sagt, at tað er skeivt at fara á
hinar festivalarnar, men tað
eru summi, sum ikki fara,
sigur Eyðun.
Føroysku bólkarnir eins
góðir og teir útlendsku
Tað eru nógvir tónleikarar í
Føroyum, sum eru virknir í
onkrari samkomu, og tað eru
fleiri kristiligir bólkar í
Føroyum. Samkomurnar
uppdraga góðar tónleikarar,
og Fjarðafestivalurin er ein
møguleiki hjá teimum at vísa,
hvat teir duga.
- Vit arbeiða fyri at fáa
føroyskar bólkar fram, og
veruleikin er, at summir av
teimum føroysku bólkunum
eru eins góðir og teir
útlendsku bólkarnir. Vit eru
hepnir at hava fingið nøvn
sum All Star United og Tait
Band, men eg trúgvi, at teir
førosyku bólkarnir fara at
bergtaka.
Ein festivalur kostar nógv, og
tað skal nógv arbeiðsorka til
at seta alt upp. Øll, sum gera
klárt til festivalin arbeiða
ólønt. Nevndin í Adore Music
fær heldur onga løn. Alt
verður gjørt fyri teirra áhuga
fyri kristiligum tónleiki.
- Tey útlendsku nøvnini kosta
sjálvandi nógv at fáa upp her.
Men vit hava samrátt okkum
til ein góðan prís. Teir taka
upplivilsi við, og tí velja teir at
koma her, hóast teir
peningaliga høvdu fingið
meira burturúr aðrastaðni.
Eitt mega tónleikaup-
plivilsi
Eyðun sigur, at tað gongur
væl við fyrireikingunum, hóast
tað er sera stressandi.
- Hetta er strævið, men tað er
tað vert. Vit høvdu ongantíð
klárað tað uttan okkara
stuðlar, tí at ein slíkur
festivalur kostar nógvar
pengar - sera nógvar pengar.
- Á Fjarðafestivalinum verður
tónleikurin í hásæti, og tí
sleppur einki rúsevni inn á
økið. Vit hava als ikki brúk fyri
hasum skeinkiloyvinum, sum
hinir festivalarnir skríggja
eftir.
- Øll eru vælkomin á
Fjarðafestivalin. Her verða
upplivilsir fyri øll, sigur Eyðun
Jacobsen at enda.
Eyðun Jacobsen:
- Fjarðafestivalurin verður eitt
mega tónleikaupplivilsi
- Tónleikurin verð ur í
hásæti á Fjarða festi val in-
um, og tí hava vit als ikki
tørv á skeinkiloyvinum,
sum hinir festivalarnir
skríggja eftir. Okkara
vøra er øðrvísi enn tann,
sum hinir kunnu bjóða.
Tað er heilt vist ein tørvur
á einum festivali við
kristiligum tónleiki, sigur
Eyðun Jacobsen frá Adore
Music, sum heldur, at
summir føroyskir bólkar
eru eins góðir og teir út-
lendsku
Heine Lützen er vorðin
fólkaogn hjá nógvum
føroyingum. Heine hevur
sungið og spælt almennt nú í
yvir 20 ár. Tónleikurin, ið
Heine hevur spælt, hevur
burturav verið kristiligur.
Hann er kendur fyri sína
avbera vøkru rødd, og klárar
hann óvanliga væl at syngja
teir høgu tónarnar. Heine
hevur altíð nÝtt møguleikan at
vitna um sína trúgv, og tí
kunnu vit vænta eina bæði
inniliga, men eisini
upplívgandi løtu á
Fjarðafestivalinum.
Stílurin á konsertini verður
nakað av tí, sum vit hava
hoyrt frá Heina og teimum í
seinastuni, ið er ein
blandingur av melodiøsum
balladum, heilt til rættiliga
lívligan rokk. Serliga tulkingar
av gomlum sálmum og
sangum eru frammaliga hjá
teimum í løtuni.
Heine Lützen við nýggjum
og góðum gomlum
VOX - upplivingin
til kór-fjeppararnar
VOX er eitt gospelkór, sum er
mannað við nøkrum av
teimum bestu sangarunum úr
Heimamissiónini. VOX hevur
verið til síðani 1998, tá tey
fyrstu ferð sungu saman á
LUS (Lands Ungdóms
Stevnuni hjá
Heimamissiónini). Síðani
hetta hevur VOX sungið til
møtir, konsertir, festivalar og
onnur tiltøk runt um í
landinum. Eisini hava tey
teirra árligu jólakonsert, sum
altíð er væl vitjað, í
Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Kórið hevur millum annað
roynt seg saman við kendum
sangarum so sum Jessy Dixon
og Ettu Cameron. Eisini
syngja tey sum stuðulskór til
vælumtókta sangin hjá Essa
Jacobsen "Tú lyftir meg".
Stílurin er gospel, og á
Fjarðafestivalinum fara tey at
royna seg við lívligum løgum
hjá millum annað Kirk Franklin
og Fred Hammond og meira
friðarlig og traditonell løg.
Ásbjørn Berthelsen av
Strondum stjórnar
vælumtókta kórinum. Hann
skal seinna í ár stjórna stóra
sangskeið kórinum hjá
Heimamissiónini.