Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 167 - 31. august 2006 tíðindi Marni Nattestad úr Miðvági hevur síðani 2004 arbeitt á YWAM bíbliuskúlanum í Eintrøa í Norra. Har hevur hann millum annað funnið finsku konuna hjá sær. Tey fara bæði aftur til Norra at arbeiða eitt ár afturat á skúlanum. Tórálvur á Steig úr Havn fer eisini at luttaka á bíbliuskúlanum BÍBLIUSKÚLI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Marni Nattestad hevur síðani 2004 verið starvsfólk á einum YWAM bíbliuskúla í Eintrøa í Norra. Hann og finska konan hjá honum, sum hann møtti á skúlanum, fara yvir aftur til Norra saman við einum øðrum føroyingi, Tórálvi á Steig, sum skal luttaka á bíbliuskúlanum Útimissión Skúlin, sum Marni, Maria og Tórálvur fara á liggur í Eintrøa mitt í Norra. Tað er ein lítil skúli, har ið 15-20 næmingar ganga um árið. Tað eru tvey skeið hvørt ár, og hvørt skeið tekur eitt hálvt ár. - Fyrst verður undirvísing, og eftir tað fara vit í ”outreach”. Tað vil siga, at vit fara í úti­missión. Vit leggja stóran dent á missión í undirvísingini, og okkara skúli hevur serliga fokus á Mið- og Fjareystur, Afrika og Suðuramerika, sigur Marni Nattestad. Altjóða skúli Luttakararnir á skúlanum eru úr øllum heiminum, hóast tey flestu eru úr norðanlondum. - Í 70´unum vóru fleiri føroyingar á skúlanum í Eintrøa. Síðstu árini hevur onkur føroyingur verið okkurt árið. Nú fara vit trý so yvir. Annars eru fólk alla­staðni frá. Millum annað hevur onkur verið úr Ghana, Ísrael og øðrum forkunnugum londum, sigur Marni. - Undirvísingin er skipað í fyrilestrum við ymiskum lærarum. Hvør lærari steðgar kanska í eina ella tvær vikur, áðrenn hann fer víðari. Í ár fara vit millum annað at fáa lærarar úr New Zealandi og Onglandi. Graham Powell, sum hevur skrivað nógvar bøkur, og sum nógvir føroy­ ingar uttan iva kenna, kemur at undirvísa í eina viku. Eisini kemur ein føroyingur, Jógvan Steintún, til Norra at undirvísa, og tað eru vit sera spent uppá, sigur hann. DTS í Argentina Marni er 25 ár og úr Miðvági. Familjan hjá honum hevur altíð havt eitt tætt tilknýti til YWAM, og tá ið tann eldri beiggin fór á bíbliuskúla hjá YWAM, visti Marni, at hann eisini vildi á ein skúla. - Í 2002 fór eg til Argentina á ein YWAM bíbliuskúla at taka DTS. Tað vóru 42 fólk í mínum toymi. Tað var eitt sera gott upplivilsi, hóast umstøðurnar ikki vóru so góðar, sum tær eru í skúlanum í Norra. Vit búðu fleiri dreingir í einum kamari, og eg hevði ein lítla koyggjusong. Eg mátti leggja alt viðførið við fótalagið í songini, so tað var trongligt, greiðir Marni frá við einum smíli. Marni hevur annars lært í Skemmuni og arbeiddi síðani hjá Ivan Johansen Bilar í 2 ár. Hann arbeiðir eisini hjá Ivan Johansen í summarfrítíðini, tá ið hann er heima. Fann konuna á skúlanum Marni hevur verið á skúla­ num í Eintrøa síðani 2004. Hann hevur fingið nógv burturúr andaliga, men tað er ikki tað einasta, hann hevur fingið burturúr: - Eg møtti Mariu, sum nú er kona mín, á skúlanum. Tá ið vit møttust, gekk hon á skúlanum, og eg arbeiddi sum leiðari. Vit giftust í summar, og nú fara vit bæði yvir aftur at arbeiða. Maria er úr Finnlandi, og hon er nú í Føroyum fyri aðru ferð. Tey vilja ikki dylja yvir, at ein tílíkur skúli er ein góður møguleiki at finna sær ein maka. - Bara í ár vórðu 4 pør gift, sum eru knýtt at skúlanum. So um tað er onkur, sum leitar eftir maka, er møguleikin stórur á Eintrøa, sigur Marni flennandi. Eftir hetta árið á bíbliu­ skúlanum, hevur Maria møguleika at koma á uni­ versitet, og Marni ætlar at lesa finskt. - Tað er eitt sera torført mál, men tað er spennandi. Eg vænti, at vit fara at búseta okkum í Finnlandi einaferð í framtíðini, sigur Marni. Tey bæði vóna, at fleiri føroyingar fara at vísa skúla­ num ans. Meiri kann lesast um skúlan á heimasíðuni www.ywam.no/eintroa. BÍBLIUSKÚLI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo YWAM stendur fyri ”Youth With A Mission”, og tað er ein stórur heimsfevnandi tvørkirkjuligur felagsskapur. Í stíli eru skúlarnir vanliga eitt sindur karismatiskir. YWAM hevur skúlar í 150 londum, og nógvir føroyingar hava verið á einum YWAM skúla - millum annað í Hawai, Argentina og Avstralia. YWAM hevur eina skriv­ stovu í Havn. Tey skipa fyri einum skúla í Suðuroy, sum tekur eitt hálvt ár. Tað eru tilsamans 1600 fólk, sum arbeiða fulla tíð fyri YWAM. Afturat tíð er nógv volontør- og partíðararbeiði eisini. Hetta kann kanska geva eina mynd av, hvussu stórur felagsskapurin er. Hjá YWAM kanst tú taka ein bíbliskúla, sum tey kalla eina lærusveinaútbúgving. Hon verður kallað fyri DTS. Hendan útbúgvingin er grundútbúgvingin, og tú mást hava hana, um tú skalt útbúgvast víðari innan YWAM ella gerast leiðari. Tað er eisini møguleiki at fáa einkultar universitets­ útbúgvingar hjá YWAM. Millum annað kanst tú lesa til sjúkrarøktar­frøðing og taka ymsar bachelor-útbúgvingar. Ein annar møguleiki er at gerast ”missionbuilder”. Tað er volontørarbeiði. Tað kann vera arbeiði í køkinum ella okkurt praktiskt, sum tú kanst gera á einum skúla. Hvørt ár fara 25.000 fólk ígjøgnum onkra skrá hjá YWAM. Funnu hvønn annan á bíbliuskúla Skúlar í 150 londum YWAM er ein stórur felagsskapur, sum hevur skúlar kring allan heimin. Fleiri føroyingar hava verið á einum YWAM skúla onkrastaðni. YWAM hevur eisini eina skrivstovu í Føroyum, og ein skúli er í Suðuroy Hesi fara øll til Norra á bíbliuskúla hjá YWAM. Frá vinstru eru Maria, Marni og Tórálvur. Marni og Maria hittust á bíbliuskúlanum, og tey eru júst vorðin gift