mánadagur 4. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 169 - 4. september 2006
tíðindi
Gott 1100 fólk vóru samlað
í høllini á Giljanesi í gjár
kvøldið, tá ið FS Vágar
2004 skipaði fyri Føroya
Stuttligasta borðhaldi fyri
aðru ferð. Í fjør vóru ein
ans einstaklingar á palli
num, men í ár vóru tey
uppi í bólkum á tvey.
Vinnararin frá í fjør,
Hilmar Jan Hansen, var ein
av dómarunum í ár. Hvørt
parið spældi eina sketj, og
til endans skuldu dómar
arnir gera av, hvør var
stuttligast. Tá ið avtornaði,
vóru tað Aksel Joensen og
Leo Poulsen frá Nólsoyar
sjónleikararfelag, sum vóru
valdir at vera stuttligast av
dómarunum Hilmari Jan
Hansen, Vilhelmi Johanne
sen og Jørgini Niclasen.
Barnakjak
Fyrst á pallin var eitt sjón
leikarapar úr Gøtu. Tey
spældu tvey børn, sum
tosaðu um tað, sum børn
vanliga tosa nógv um.
– »Eg eigi meira pengar
enn tú«, og so framvegis
var kjakið tey bæði mill
um.
Hetta var stuttligt hjá
áhoyrarunum, hóast fram
førslan ongantíð fekk salin
at kóka.
Diskriminera vegna
kynsligu orientering
Næstir á pallin vóru tveir
ungir havnamenn. Tú sá
beinanvegin, at teir duga
væl at spæla sjónleik. Teir
tosaðu hart og klárt, og teir
vendu
allatíðina
móti
áskoðarunum.
Teir
út
strálaðu eisini sjálvsálit á
pallinum.
Skettjin snúði seg um ein
nýútbúnnan mann, sum
søkti arbeiði. Hann fær
ikki arbeiðið, tí at hann
ikki er samkyndur. Hesin
hátturin at lýsa eina um
venda
diskriminering
vegna kynsliga orientering
var rættiliga beinrakin, og
fólk hugnaðu sær óført.
Eisini fekk nýggja kirurgi
klinikkin í Klaksvík okkurt
skotið.
Út frá klappunum og
látrinum at døma, var fram
førslan hjá havnamonn
unum ein tann besta.
Flogvøll í Søltuvík
Triðir á pallinum vóru tveir
ungir menn frá sjónleikara
felagnum í Sandi. Skettjin
var um, at ein fínur maður
í klædningi skuldi royna at
sannføra ein eldri mann
um at geva loyvi til at
byggja flogvøll á jørðini
hjá sær í Søltuvík.
Hugskotið við skettjini
er gott, og tað var stuttligt
at síggja, hvussu ótíðar
hóskandi gamli maðurin
var. Hann sat enn og bíðaði
eftir at fáa blaðið "14.
september" inn um hurðina.
Hann tosaði eisini sum ein
gamal føroyingur. Skettjin
var veruliga eitt dømi um,
hvat kann henda, tá ið tað
gamla møtir tí nýggja -
pengarnir møta seyðahaldi
– traditiónin og mentanin
møta modernitetinum.
Hugskotið til skettjuna
var gott, men tað var toygt
ov langt, og til endans var
tað ikki stuttligt longur.
Ungu menninir virkaðu
heldur ikki so tryggir á
pallinum. Tað var í heilum,
at teir vendu síðuna ella
ryggin til áskoðararnar, og
teir tosaðu ikki nóg klárt.
Skemtiligir
nólsoyingar
Vinnararnir hetta kvøldið
vóru nólsoyingarnir Aksel
Joensen og Leo Poulsen frá
Nólsoyar Sjónleikarafelag.
Teir spældu tveir gamlir
abbar, sum sótu á ellisheimi
og tosaðu um stuttlig
minnir. Teirra stílur var
sera einkul og beinrakin.
Teir vístu, at tú nýtist ikki
at gera tær stóru rørslurnar
til at fáa fólk at flenna. Teir
báðir skiftust um at fortelja
krønikkur fyri hvørjum
øðrum. Eitt tað stuttligasta
var at hoyra teirra egna
látur. Sera harðmæltur og
festligur látur, sum fekk øll
hini at flenna.
Nólsoyingarnir
vóru
saman við havnamonnun
um stuttligasta innslag á
kvøldinum, og tað var ringt
at taka dagar ímillum, men
tá ið avtornaði, vórðu nóls
oyingarnir valdir bestu
skemtarar 2006.
Tær lokalu "hittaðu"
Seinastar á pallin vóru tvær
lokalar kvinnur frá Sanda
vági og Miðvági. Tær spæl
du, eins og nógv onnur,
tveir gamlir menn, sum
tosaðu mestsum í ørviti.
Tað var stuttligt at síggja,
hvussu væl tær dugdu at
spæla og skifta persónlig
heit. Tær dugdu veruliga at
fáa tey vanligu eyðkennis
merkini hja eldri fólki við í
teirra framførslu. Ífylluorð
sum "jaaaaee", "haaaa?" og
"eg meini tað" vóru nýtt
ímillum setningarnar, og
riggaði tað sera væl. Tey
fingu eisini nortið við nøk
ur viðkomandi evni sum til
dømis PISA-kanningina.
Eisini fingu Marjus Dam
og Torbjørn Jacobsen onkra
speiska viðmerking.
Góðar umstøður
Høllin í Giljanesi var væl
prýdd til høvið. Mestsum
øll borðini vóru fullsett.
Rós má gevast til fyri
reikararnar fyri frálíku
umstøðurnar. Tað sæst, at
tað varð lagd stór orka í
hetta tiltakið, og tað frættist
har vesturi frá, at tey hava
fingið nógva sjálvbodna
hjálp. Skráin var rímiliga
væl hildin, og tí gjørdist
klokkan ikki so nógv, áðr
enn borðhaldið var liðugt.
Vinnararnir úr Nólsoy
fingu handað ein kekk
uppá 15.000 krónur frá FS
Vágum 2004, sum skipaði
fyri tiltakinum. Havna
menninir gjørdust nummar
2 og fingu 10.000 krónur.
Tær lokalu úr Vágum
gjørdust nummar 3 og
fingu handað 5000 krónur.
Brot úr framførslunum á
Føroya Stuttligasta Borð
haldi kunnu síggjast á
www.portal.fo undir kyk
myndir.
Nólsoyingar bestu skemtarar
Føroya Stuttligasta
Borðhald varð hildið
leygarkvøldið í
høllini á Giljanesi.
Fimm sjónleikarapør
vóru á pallinum
og spældu sketj. Tá
ið avtornaði vóru
tveir nólsoyingar,
Aksel Joensen og Leo
Poulsen, valdir bestu
undirhaldarar 2006
SKEMTARAR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Aksel Joensen og Leo Poulsen struku avstað við vinninginum á 15.000 krónur. Dómararnir vóru samdir um, at teir eru bestu skemtarar
2006
"Lokala" innslagið var sera
stuttligt, og láturin rungaði,
tá ið hesar báðar kvinnurnar
vísti síni sjónleikaraevni.
Tær spældu tveir eldri menn,
sum tosaðu um minnir og
viðkomandi evni
Allir sjónleikararnir komu
á pallin, tá ið vinningarnir
skuldu handast. Tiltakið var
væl eydnað, og áskoðararnir
vóru í góðum lag.