mánadagur 4. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2006
7
tíðindi
Lindin: Klokkan er farin
at nærkast 9, men tað er
kortini einki sum bendir á
nakran panikk – hvørki í
studio ella uttanfyri.
Í studio gera vertirnir
seg klárar til sending, og
tann fyrsti gesturin í studio
er komin á staðið.
Tað eru bert fáir minuttir
eftir til sendingin skal
byrja. Hetta er kortini ikki
bert ein vanlig sending,
men fyrsta sendingin í eini
røð av mongum.
Í dag er nevniliga fyrsti
dagurin, at Lindin av álvara
fer at senda 24 tímar um
samdøgrið.
Fyri teir í leiðsluni av
hesi kristnu rásini er hetta
ein stórur dagur. Tað er
helst so sum ein teirra,
Preben Hansen tekur til:
– Heilt frá tí at vit byrjaðu
at senda í 2000 hava vit
ynskt at kunna senda alt
samdøgrið.
– Tað sum hendir í dag er
snøgt sagt, at hesin dreym
urin er vorðin veruleiki.
Jú, hetta er ein stórur dag
ur, sigur hann.
Ætlanin er at hava eina
fríska
morgunsending
hvønn morgun frá kl. 9 til
11 við samrøðum, tónleiki
og
øðrum
innsløgum.
Tríggir vertir fara at skipa
fyri hesi sendingini, sum
fer at lýsa og umrøða tiltøk
innan tað kristiliga arbeið
ið í Føroyum og uttan
lands.
Ætlanin er somuleiðis at
henda sendingin skal hava
eitt serstakt navn. Fleiri
uppskot eru til hetta heitið,
men
í
vikuni
verður
avdúkað hvat navn hon
skal hava.
Fýra í studio
Klokkan er nú farin av 9,
og Lindin er í gongd við
sína fyrstu morgunsend
ing.
Í lítla studio’num eru fýra
fólk savnaði: Asbjørn Natte
stad, Tór Arni Samuelsen,
Dánial á Dul Jacobsen og
gestur hansara, Elisabeth
Askham.
– Puha, her verður heitt
um eina løtu, sigur Dánial.
Asbjørn hevur júst lagt
eitt lag á, Tór Arni hevur
júst tosað við eitt umboð
fyri barnaarbeiðið í Heima
missiónini, sum skipað fyri
einum serstøkum barna
tiltaki seinasta leygardag.
Nú skal næsta lagið á.
Asbjørn sigur frá, at nú er
Andrae Crouch á skránni.
Fá sekund seinni ljóða
fyrstu tónarnir av hesum út
í rúmið, gjøgnum útvarps
lurtirnar hjá fólki og gjøg
num teldurnar hjá teimum,
sum lurta umvegis alnetið.
Á borðinum framman
fyri ger Dánial seg kláran
til samrøðuna við Elisa
beth. Evnið hjá teimum er
ein bønarráðstevna, sum
Aglow fer at skipa fyri
komandi vikuskifti. Eitt
innslag sum longu er fest á
band skal eisini sendast í
sendingini.
Góð ráð
Klokkan er farin at nærkast
hálvgum tíggju. Vertirnir
báðir tosa saman um send
ingina so langt. Tór Arni
gevur unga starvsmanni
sínum góð ráð:
– Hygg. Innslagið er her
á telduni. Tað er liðugt
redigerað. Tú koyrir tað
bara frá aftaná næsta lagið,
so er tað í lagið.
– Men ansa eftir at tú
ikki koyrir øll innsløgini
beinanvegin. Tað er neyð
ugt at spjaða tey yvir alla
sendingina, so at tú ikki
noyðist bara at spæla tón
leik tann seinasta tíman,
sigur Tór Arni.
Hann hevur arbeitt sum
programmedarbeiðari
í
Lindini í fýra ár, og veit tí,
hvussu týdningarmikið tað
er at leggja eina slíka
sending væl til rættis.
Asbjørn lurtar við áhuga
og tekur væl ímóti ráðun
um frá hinum. Tað er altíð
gott at fáa góð ráð frá
einum, sum hevur roynt
hetta áður.
– OK, sigur Asbjørn. –
nú eru 30 sekund eftir av
lagnum, og so kemur tú
bara inn tá. Tú ert klárur,
Dánial. Ikki so?!
Jú, Dánial er klárur. Og
løtu seinni er fyrsta bein
leiðis samrøðan við gesti í
studio í hesi morgunsend
ingini í luftini.
– Hetta er ein dreym
ur nú umsíðir gong
ur út, sigur ein av
stigtakarunum til
Lindina, Preben
Hansen. Í morgun
kl. 9 byrjaði henda
kristiliga rásin at
senda 24 tímar um
samdøgrið.
Útvarp
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nógv stuðla rásini
Lindin byrjaði at senda í januar mánaði 2000, og
hetta var ein stórhending innan kristiligt útvarp í
Føroyum. At byrja við varð bert sent avmarkaða tíð.
Hetta var eingin løtt byrjan, tí menn høvdu ikki
nakrar royndir við hesum. Men tað varð so roynt eftir
fyrimuni at gera sendingar sum høvdu áhuga millum
fólk.
Miðað varð allatíðina eftir at sendast skuldi alt
samdøgrið. Og tað er hetta sum gjørdist veruleiki av
sonnum í morgun kl. 9:00.
– Eg má bara siga, at hetta stigið er ikki eins
møtimikið sum tá vit byrjaðu sendingar okkara.
Hetta er mestsum bara ein fylgja av tí málinum, vit
settu okkum tá fyri skjótt sjey árum síðani, sigur ein
annar av stigtakarunum, Jenis av Rana.
At taka eitt slíkt stig hevur kravt nógva orku, bæði
menniskjansliga, men so sanniliga eisini fíggjarliga.
Men her hava teir fingið góða hjálp, eisini frá
menniskjum.
Í apríl mánaði í ár varð skipað fyri eini stuðuls
sending, har fólk kundu tekna seg fíggjarligar stuðlar
hjá Lindini. Teir vóru sera spentir uppá, hvussu fólk
fóru at taka ímóti hesum, men tað nýttist teimum ikki
at stúra fyri.
– Vit boðaðu frá, at fingu vit 60 stuðlar aftrat, so
vildu vit byrja at senda alt samdøgrið. Og tá vit so
taldu upp eftir sendingina, høvdu 80 fólk boðað frá
stuðli sínum.
– Í so máta vóru vit snøgt sagt forpliktaðir uppá at
byrja at senda 24 tímar um samdøgrið, sigur triði
stigtakarin, Dánial á Dul Jacobsen.
Fýra bygdir hoyra ikki Lindina
Síðani Lindin byrjaði at senda í januar mánaði 2006 er
eitt stórt arbeiði gjørt fyri at geva so mongum før
oyingum sum gjørligt møguleika at hoyra send
ingarnar.
Nú tey eru farin at senda alt samdøgrið eru tað í
roynd og veru bert fýra bygdir, har Lindin ikki hoyrist:
Sandvík, Hvalba, Tjørnuvík og Viðareiði. Sum skilst
verður arbeitt við at loysa hesi málini.
Ætlanin er haraftrat at geva bátum á Norðhavinum
møguleika at lurta eftir sendingunum. Í hesum
sambandi hevur rásin fingið eina peningagávu frá
einum sjómanni til útgerð, soleiðis at sendingarnar
eisini kunnu hoyrast norðanfyri.
Tá hetta er gjørt fara viðingar eisini at hoyra
sendingarnar.
Elis Poulsen frá “kappingar
neytanum” Kringvarpinum
tosar við teir tríggjar menn
inar aftanfyri Lindina,
vinstrumegin: Dánial á Dul
Jacobsen, Preben Hansen og
Jenis av Rana. – Hetta er ein
dreymur sum gongur út, sigur
Preben
Mynd: Jens Kr. Vang
Fyrsta morgunsendingin er On Air, og inni í studio er nógv virksemi við beinleiðis samrøðum í telefonini, í studio og bandaðum
innsløgum. Skipanin verður hon, at 60 prosent av hesi morgunsendingini skal verða tónleikur
Mynd: Jens Kr. Vang
Lindin fyri øll alt samdøgrið