Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 169 - 4. september 2006 tíðindi Ikki ráð til neyðtøkusentur Tá ein kvinna er vorðin neyðtikin og meldar neyð­ tøkuna til løgregluna, kann løgreglan venda sær til nakr­ar kvinnuligar gyne­ kologar á Landssjúkra­húsi­ num, ið gera eina kann­ing av kvinnuni fyri at útvega prógv. Tummas í Garði, lækna­ stjóri á Landssjúkrahúsi­ num, sigur, at henda skipan kom í gildi í 2004. Og hann heldur hesa skipan vera nógv betri, enn ta gomlu, har løgreglan skuldi seta seg í samband við ein kommunulækna, fyri at fáa ta gynekologisku kann­ing­ ina gjørda. – Vit vildu skapa eina tryggari og vinarligari tænastu. Vit halda at hon er munandi betri nú, tí kvinn­ an møtir einum kvinnu­ ligum serlækna, ið er von við at taka sær av neyðtøku­ offrum, sigur Tummas í Garði. – Tá henda nýggja skipan kom í gildi, var tað uppi at venda, um man skuldi hava somu tilboð á Lands­sjúkra­ húsinum, sum tey hava á Ríkissjúkrahúsinum. Men vit hava ikki tilfeingi til at hava eitt neyðtøkusentur í Føroyum. Av tí at vit eru so fáment, hava vit ikki møgu­ leika at hava somu tilboð sum í Keypmannahavn. Tørvur á neyðtøkusentri Karin Helweg-Larsen er serlækni á neyðtøku­sentri­ num á Ríkissjúkrahúsinum, í samrøðu við Sosialin í síðstu viku segði hon: – Tað er sera týdningar­ mikið, at gera eitt neyð­ tøkusentur ella eina tílíka funktión á sjúkrahúsinum. Tað er ikki avgerandi, á hvørjari deild sentrið fyri neyðtøkuoffur er. Men tað er sera týdningarmikið, at tilbúgvingin er til staðar og at vitanin finst á sjúkra­húsi­ num, so man kann taka hana fram, tá man hevur brúk fyri tí, sigur Karin Helweg-Larsen. Á Ríkissjúkrahúsinum er tað møguligt hjá einum neyðtøkuoffri, at gera gy­n­ ekologisku kanningina, og harvið goyma øll prógv til eitt møguligt rættarmál, sjálvt um hon ikki hevur avgjørt, um hon vil melda neyðtøkuna. – Tá ein er vorðin neyð­ tikin og stendur í einari støðu har ein er djúpt skelkaður, móður og bang­ in og samstundis skal taka avgerðina, um ein vil melda ella ikki, er tað ein avgerð, sum er sera ring at taka, greiðir Karin Sten Madsen frá. Hon er sosialráðgevi á neyðtøkusentrinum á Ríkissjúkrahúsinum. Tí taka tey royndir av øllum kvinnum, ið venda sær til neyðtøkusentrið og goyma øll prógv, so neyð­ tøkuoffrið kann fara heim og hugsa um, um hon vil melda ella ikki. Fleiri koma aftur, til dømis eina viku seinni, og melda neyð­ tøkuna til løgregluna, sum kann venda sær til sjúkra­ húsið, har tey kunnu fáa hendur á øllum próvtil­fari­ num. Henda møguleika hava føroysk neyðtøkuoffur ikki. Ov fáir serlæknar – Á Landssjúkrahúsinum er støðan hon at manningin av serlæknum ikki er nóg góð, og mett var at tað er ov kostnaðarmikið, at brúka tíð og orku uppá at útvega prógv, ið møguliga ikki skuldu nýtast. Vit ynskja at gera eina betri tænastu, men tað er upp­gávan hjá løgregluni at útvega prógv, greiðir Tum­mas í Garði frá. Tí noyðist ein neyðtøka at verða meldað til løg­ regluna, áðrenn prógvini kunnu útvegast. Hevur neyðtøkuoffrið ikki 48 tímar eftir neyðtøkuna av­ gjørt, um hon vil melda, verður eingin gynekolog­ isk kanning gjørd, tí tá metir løgreglan, at tað er ov seint til at finna tey fysisku prógv­ini. Hóast tað eru fá neyð­ tøkuoffur, ið hvørt ár koma á Landssjúkrahúsið fyri at vera kannaðar, hevði kost­ naðurin verið høgur, tí ser­ læknar noyðast vera á vakt. – Á Landssjúkrahúsinum eru frammanundan bert tveir gynekologar í føstum starvi, sum tí eru á vakt annaðhvørt døgn, og tað er ikki rímiligt at leggja fleiri uppgávur á tær, sigur Tummas í Garði. Viðgerð Á neyðtøkusentrinum á Ríkissjúkrahúsinum fáa øll neyðtøkuoffur tilboð um veg­leiðing og psykolog­ hjálp. Tílík tilboð um við­ gerð eru heldur ikki á Landssjúkrahúsinum, men gynekologurin kann vísa neyðtøkuoffrinum til ein psykolog. Somuleiðis er møguligt hjá einari kvinnu, ið er neyðtikin og ikki velur at melda, at venda sær til sín kommunulækna, og fáa ávísing til ein psy­ kolog frá læknanum. Tá ein kvinna er vorðin neyðtikin, hevur hon rætt til at fáa stuðul frá sjúkra­ kassanum til psykolog­ hjálp, har sjúkrakassin rindar 40 prosent av kostn­ aðinum og kvinnan rindar restina. Á Ríkissjúkrahúsi­ num í Keypmanna­ havn er eitt neyð­tøku­ sentur, har neyðtøku­ offur fáa viðger og verða kannað fyri at útvega prógv til eitt møguligt rættarmál. – Vit hava ikki tilfeingi til at hava eitt neyð­ tøkusentur í Føroy­ um, sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum Heilsa Ella Larsen ella@sosialurin.fo Stutt sagt – Vit hava havt ríkiligt at gera. Vit hava handtikið 10 persónar. Tað hava verið harðskapsmál, rús­ drekkakoyring, herverk og bardagar. Megin­part­ urin hevur verið í sam­ band við náttarlív, sigur vakthavandi. Málini hava verið sera ymisk, og ikki øll hava verið líka álvarslig, men í onkrum føri var vandi á ferð. Í klubbagarðinum var knívur á lofti eftir eina ósemja. Tíbetur kom eingin til skaða. Í einum øðrum føri hevði ein maður sligið eina kvinnu í høvdi við einari fløsku. Ein maður misti eina tonn eftir ein bardaga í einum vertshúsi. Vildu ikki upplýsa samleika Løgreglan hevur havt tvey mál um rús­drekka­ koyring. Tann eini førarin var ein kvinna, og hon vildi ikki upplýsa sam­ leikan hjá sær. Hon verð­ ur nú ákærd fyri brot á rættargangslógina. Tað var eisini okkurt annað líknandi mál í viku­skifti­ num. – Vit royna altíð at loysa trupulleikan diplo­ matiskt, men um løg­ reglan krevur, at tú upp­ lýsir tín samleika, so hevur tú skyldu at gera tað. Tað er revsuvert at tiga í slíkum føri, sigur vakthavandi. Eldur í bussi Fríggjadagin var eldur í einum bussi í Sandavági. Bussurin stóð parkeraður, og tí var eingin vandi á ferð. Ábendingar eru um, at eldurin er kyndur í oljufýrinum í bussinum, sum allarhelst hevur verið í ólagi. Ølkaggar komnir aftur Í august vóru nakrir øl­ kaggar horvnir úr skeinki­ staðnum Manhattan. Tá vísti tað seg, at nakrir heimsleysir høvdu stolið teir. Í morgun jagstraði løgreglan nakrar menn, sum enn einaferð hava stolið øllkaggar úr Man­ hattan. Løgreglan fann kaggarnar í einari síðu­ gøtu. Lønarútgjald gevur arbeiði til løgregluna Ein skuldi trúð, at løg­ reglan ikki hevur sonógv at geram nú stevnurnar og festivalarnir eru farnir aftur um bak. Tó hevur løgreglan havt óvanliga nógv at gera hetta viku­ skifti. Vakthavandi hevur eitt boð uppá, hví tað er so: – Tað er mangan nógv at gera, tá ið fólk hava fingið lønarútgjald. Fleiri fólk eru í býnum, og mestsum øll málini eru tengd at náttarlívinum. Um eingin full fólk vóru, høvdu vit havt nógv minni at gera, sigur vakt­ havandi. Strævið vikuskifti Løgreglan hevur havt úr at gera í viku­ skiftinum. Sosi­alur­ in hevur tosað við vakthavandi í morg­ un um, hvat er hent í vikuskiftinum Løgreglutíðindi Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Talan var um rættiligt "aktión" í morgun, tá ið løgreglan jagstraði nakrar menn, sum eftir øllum at døma hava stolið nakrar ølkaggar. Løgreglumenninir funnu kaggarnar í einari síðugøtu beint við Miðlahúsið Mynd: Jens Kr. Vang – Vit hava ikki tilfeingi til at hava eitt neyðtøkusentur í Føroyum, sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum – Tað er sera týdningarmikið, at gera eitt neyðtøkusentur ella eina tílíka funktión á sjúkrahúsinum, sigur Karin Helweg-Larsen, serlækni á neyðtøkusentrinum á Ríkissjúkrahúsinum