mánadagur 4. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2006
9
tíðindi
Stutt sagt
Um vikuskifti var
ítróttarhøllin í Havn
karmur um sonevnd
stórmøtir við norska
prædikumanninum,
Anfinn Skaaheim sum
talara. Íalt hava eini
2500 fólk verið til hesi
møtini.
Møtir
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Møtini byrjaðu í
fríggjakvøldið, tá fyrst
bólkurin Grace sang nakrar
sangir,
áðrenn
høvuð
stalarin slapp at bera fram
boðskap sín um evnið
hesaferð “Fylg Jesusi”.
Leygarkvøldið var aftur
møti, og við hetta høvið
sang Magni Christiansen,
áðrenn Anfinn aftur talaði.
Og í gjárkvøldið var seinasta
møtið á hesum sinni. Tá
sang
Streingjakórið
á
Glyvrum í fullsettari høll,
har væl omanfyri 1100 fólk
vóru til staðar.
Fyrsta møtikvøldið vóru
omanfyri 500 fólk á møti
num og í leygarkvøldið var
talið væl omanfyri 800,
verður mett.
Roknað var sum vera man
við munandi fleiri fólkum í
gjárvøldið, tí fleiri samkom
ur høvdu avlýst síni vanligu
møti sunnukvøld í sambandi
við stórmøtini, og skipaðu
eisini fyri felagskoyring til
Havnar.
Hetta er aðru ferð at
Heimamissiónin skipar fyri
slíkum fundum. Fyrstu fer
var um somu tíð í fjør, og
sum skilst verður hetta eitt
afturvendandi tiltak eisini í
framtíðini.
Nógv fólk til stórmøtini
Anfinn Skaaheim er høvuðstalari á stórmøtunum. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, og
kennir nógvar føroyingar
Mynd: Jens Kr. Vang
Reykjavík:
Týsdagin
í komandi viku verður
ferðavinnustevnan
enn
einaferð sett í Reykjavík.
Sum ikki einaferð eru
føroyingar eisini við í hesi
framsýningini.
Føroysku luttakararnir
fara til Íslands mánadagin,
og dagin eftir verður
stevnan sett. Síðani verður
hildið á við samrøðum
og samráðingum millum
ferðavinnufólk til middags
mikudagin, tá henda
stevnan endar.
Fleiri føroyskar fyritøkur
fara at selja og gera avtalur
um ferðavinnusamstarv.
Millum hesar eru bæði flog
feløg okkara, Atlantsflog
og FaroeJet, Smyril Line
og annars umboð fyri
hotel, ferðavinnufyritøkur
og líknandi.
Mikukvøldið koma føroy
sku luttakararnir aftur til
landið.
sb.
Føroyingar á Travel
Mart í næstu viku
Norðskáli: Áhugin fyri
at búseta seg í Sunda
kommunu, og her serliga
í Norðskála hevur verið
alsamt vaksandi seinnu
árini.
Kommunan hevur gjørt
sítt til at útvega øllum
hesum mongu áhugaðu
fólkunum eitt øki at búseta
seg á.
Á fundi í bygdaráðnum
í farnu viku varð tosað
um prísin fyri fermeturin
á hesum grundøkjum.
Her hevði fíggjarnevndin
fyrst gjørt eitt tilmæli um
prís, og henda prísin tók
bygdaráðið undir við.
So tey, sum hereftir fara
at byggja í Norðskála,
mugu tí gjalda 135 kr. fyri
fermeturin í hesum øki.
Tilmælið frá fíggjar
nevndini varð einmælt
samtykt.
sb.
Nú er klárt at selja
Sundalagið er vorðið væl umtókt stað at búseta seg í. Nú
stendur ein nýggj útstykking fyri framman
Ferðsla: Seinastu fimm
árini eru 1000 fleiri bilar
um samdøgrið farnir
framvið teljistaðinum í
Hoydølum.
Landsverk hevur stand
andi fleiri slík teljistøð
kring landið, og eitt
teirra er við Hoydalsá í
Hoydølum.
Hyggur ein eftir gongdini
í ferðsluni seinastu fimm
árini, so sær ein at her er
stór øking í talinum av
bilum:
Í 2001 koyrdi í miðal
7.192 bilar um hetta
strekkið, meðan talið í
fjør var komið heilt uppá
8.140.
Eingin ivi man vera
um, at tá gjørt verður upp
fyri 2006 er talið uppaftur
størri.
sb.
Flestu koyra um Hoydalsá
Leygarkvøldið kom
eldur í eini sethús í
Lucas Debesargøtu
í Havn. Hóast ein
bilstøð við bensinsølu
og ein málingahandil
eru í nánd, var
ongantíð vandi á ferð.
Eldur
Orð & mynd: Snorri Brend
Havn: Leygarkvøldið kl.
20:46 boðaði eitt av starvs
fólkunum á bilstøðini
Auto løgregluni frá hesum
eldsbrunanum. Løtu seinni
– tað er: kl. 20:55 – vóru
menn frá sløkkiliðinum
á staðnum og byrjaðu at
sløkkja. Eldsløkkingin gekk
skjótt fyri seg, tí longu 18
min. seinni – kl. 21:13 –var
sjálvur eldurin sløktur. Síðani
fóru menn undir arbeiðið við
eftirsløkkingini.
Tá teir komu á staðið
kundu teir rættiliga skjótt
staðfesta, at eingin persónur
var inni í sethúsunum, sum í
løtuni eru undir umbygging
eftir at tey hava skift eigara.
Skilaveggir og annað var
í hesum sambandi skrætt
niður, og tí vóru neyvan
nógvir virðislutir sum so
inni í húsunum.
Av Politistøðini í Havn
varð upplýst leygarkvøldið,
at menn høvdu verið til
arbeiðis í húsunum um dagin,
og at seinasti maðurin fór úr
húsunum um 19-tíðina.
Tá vit tosaðu við løgreglu
na í morgun var ikki gjørligt
at fáa fatur á nøkrum sum
hevði júst við hetta málið at
gera. Men tað verður í øllum
førum kannað í løtuni.
Tá talan er um eldsbruna
í øki við bensinsølu í nánd,
verður spurningurin um
flyting av fólkinum í granna
lagnum havdur á lofti. Men
við eldsbrunan í kvøld var
ikki mett at hetta gjørdist
neyðugt.
Vita enn ikki orsøkina
Teir eru lidnir við at sløkkja eldin í ovara endanum á húsunum, sum vóru undir umbygging