Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 169 - 4. september 2006 Diplomati – sanktiónir og hernaðarlig loysn Í farnu viku gekk freistin út, sum ST Trygdarráðið hevði sett Iran at gevast við royndum sínum at ríka uran til kjarnorkubumbur. Trygdarráðið, sum umboðar stórveldini í heiminum í dag, álegði Iran at gevast við royndum sínum á kjarnorkuøkinum fyri 31. august, tí annars fór tað at seta í verk sanktíónir móti landinum. Iran hevur svarað aftur, at tað fer ikki at lata onnur lond gera av, hvat landið skal og kann fyritaka sær á hesum øki. Landið stendur fast við, at tað arbeiðir bert við kjarnorku til friðarlig endamál. Síðani freistin gekk út í farnu viku hava útmeldingarnar frá londunum, sum eru í Trygdarráðnum, verið eitt sindur ymiskar. USA er tað einasta landið, sum hevur eina heilt greiða støðu. Tað vil hava, at sanktiónirnar móti Iran verða settar í verk sum skjótast. Um ikki endiliga allar í senn, so kortini soleiðis, at byrjað verður við teimum meira ”bleytu” sanktiónunum. Tann fyrsta skuldi so verið at forða iranskum kjarnorkuvísindamonnum at ferðast í øðrum londum. Tað tosar eisini um hernaðarlig tiltøk, um tað verður neyðugt. EU londini eru meira varin. Tey halda ikki, at tíðin er komin til at seta sanktiónirnar í verk enn, tó at freistin er úti. Tey halda, at diplomatiið er ikki endaliga troytt og vilja tí geva tí enn eina tíð. Uttanríkisráðharrarnir í EU hava júst verið á fundi í Finlandi, sum stendur fyri formansskapinum í EU í løtuni. Teir samdust um at geva diplomatiinum enn ein tjans. Bæði Rusland og Kina hava nakað tí somu støðu sum EU. Hetta er so ikki fyrstu ferð, at allur Vesturheimurin ikki dregur eina og somu línu í slíkum álvarsmálum. Tað stendur eisini greitt, at heykarnir aftanfyri Bush, tað verið seg Bolton í ST, Cheney í Hvítu Húsuum og Rumsfeld í Pentagon, hava eina aðra og nógv meira avgjørda og agressiva støðu til islamska heimin enn flestu av londunum í Europa. Hesir heykar halda, at vit í Europa eru alt ov veik og jánkaslig. Teirra støða botnar so eisini oftani meira í hernaðarligum heldur enn politiskum loysnum. Sjálvandi eiga vit at forða fyri, at ein tjóð sum Iran fær atgongd til kjarnorkubumbuna. Hinvegin eiga vit at brúka diplomatiið so langt tað røkkur, tó vitandi at tað er eitt mark fyri tí eisini, alt eftir hvat mótparturin vil. Vit mugu hava álit á skilagóðu leiðslunum í Europa, tá tær siga, at diplomatiið er ikki endaliga troytt. Hinvegin má leiðslan í Iran eisini vita, at USA fer ikki í longdini at ganga við til, at einki hendir. Spurningurin er at vita, nær evsta pínumarkið er nátt fyri ávikavist sanktónum og hernðarligum tiltøkum. Tað skulu komandi dagar og vikur siga okkum meira um. Sosialurin So- sialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tann støðuga skerj­ing­ in av fiskidøgum hevur nú fing­­ið okkum smáu at vakna við kaldan dreym. Tað er nú komið har til, at alsamt fleiri av teimum smáu hava valt at geva skarv­in yvir, og velja ta løttu loysnina burtur úr hes­ ari nærum vónleysu støðu. Serfrøðingar og valds- ba­r­ónar, sum nærum hava heilavaskað hvønn ann­an við powerpoint, merg­leys­ um hagtølum og útlendskt fok­us­seraðum teorium, mugu nú steðgast. Lat meg leggja út við at siga, at eg havi eisini tann møguleika at stinga í sekkin og sleppa væl burt­ ur úr fiskivinnuni, sum støð­an er. Eg fari ikki at leggja fingrarnar ímillum. Vit vita, at vit hava ikki lív lagað, sum gongdin er í fiskivinnuni í dag. Grundað á stóra vandan fyri bæði lok­al­sam­fel­a­g­num her í Klaks­vík og framtíðini hjá Før­oy­um sum heild, føli eg tað sum mína skyldu at seta spurnar­tek­ in við grundarlagið undir stýringini av fiskivinnuni í dag. Mín vón er, at eg kann vekja ein tanka í fólki, sum starvast innan fyrisiting og sita við valdinum her í Før­ oyum. Soleiðis at tað verð­ ur sjónligari fyri hesum fólk­um, at vit í stóran mun mangla tað praktiska íkast­ið í okkara nútíðarsamfelag. Áðrenn fiskimálastýrið við uppbrotnum ørmum fór at útrudda okkum smáu, høvdu vit stórt álit á vinnuni og bjartar vónir. Lat meg bara siga tað beinanvegin, áðr­enn fiskimálaráðharrin mis­skilir meg, eg skrivi fyri okkum smáu. Tað, sum hendir við ein­ um, sum velur at fara á skúlabonk, er, at við­kom­ andi fer burtur frá øllum veruleika og kemur at liva í einari teoretiskari verð, við nógvum teorium um, hvussu alt skal gerast ella ikki gerast. Tá henda skúl­ agongdin er lok­in, kem­ur ein út í veruleik­an aft­ur, hetta krevur eina ser­ staka umstilling. Tað er hetta síðsta, sum eg vil pá­standa, gevur okkum øll­ um, sum hava valt at liva í veruleikanum stórar trup­ ul­leik­ar. Eg fari ikki at leggja øll lærd fólk undir at liva í einari teoretiskari pappírverð, men tað vís­ ir seg, at vit hava fing­ið ein meiriluta í fis­k­i­vinn­u­ um­sitingini, sum letur seg lokkað av hesi pappírsverð.  Vit hava so mangan sitið og trekt upp á smílibandið eftir út­søgn­um frá sokallaðum serfrøðingum innan fiski- og búskaparfrøði. Hesir hava nú fingið fatur á okkara veiku politikarum, og tí eru vit nú noyddir at taka dyst­ in upp, um vit skulu hava lív laga. Tað fyrsta, sum eg vil vísa mína ónøgd við er yv­ir­ litstrolingarnar í 2006, sum serfrøðin byggir sítt til­mæl­ ið á. Fyrst í mars mán­aði í fjør, lógu vit norðanfyri við línu. Vit høvdu fiskað í umleið fimm dagar; veðr­ ið var av tí ringasta og hartil var streymurin harð­ ur. Magnus Heinason hevði eisini fiskað har í uml. sama dagatal. Tað nýtist ikki nøkur serfrøði at rokna fiskaríið út hesa tíðina: tað var vánaligt – tað var faktiskt kolasvart. Tá veðr­ ið og streymurin byrja at batna, tosi eg við Magnus Heinason, og hava teir tá lagt leiðina móti landi. Teir skuldu skifta fólk, og vóru teir eisini útlúgvaðir av ringa veðrinum. Skip­ar­in sigur, at tað hevði ong­an­tíð sæð so ljótt út við yv­ir­lits­ trol­ingunum áður. Eg segði síðan við skiparan, at eg helt tað vera langt úti, at teir fóru heim nú, tá streymurin og veðrið fór at batna. Tað veit ein og hvør, at tá batnar fiskaríið eisini. Men tað vísti seg, at tað hevði størri áhuga hjá teimum at halda klokk­u­tíð­ ina enn at fáa rættari hagtøl til vega. Tað syrgiliga við hes­um er, at tá ið manningin á Magnusi var farin heim, fleirfaldaðist fiskaríið, og lat meg leggja afturat, at ein bátur kom og legði seg har, sum Magnus Heinason hevði togað, og fekk hann heldur meir av fiski, enn vit aðrir, sum vóru á leiðini. Henda sama søgan hev­ ur endurtikið seg ár um ár. Vit, sum hava hildið skil á útsøgnum hjá fisk­i­ frøðingum og síðan givið hesum eftirmæli ár um ár, duga at síggja, at hesin vís- ind­a­stovnur hevur langt eft­ir á mál. Tí vilja vit ikki verða offur fyri eini trend, sum løgmaður hevur slept sum eitt virus yvir tað arbeiðandi fjøldina, júst tað, at jarðarleysir og klokkustýrdir serfrøðingar skulu ráða okkum øllum. Tað er kanska hørð orð, ið eg brúki, men vit kunnu bara staðfesta, at vit hava nógv at innheinta hesum viðvíkjandi. Vit fara ikki at kubba á stokkinum. Fiskimálaráðið sparkar liggjandi mann eyðstein poulsen Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jón Tyril, ið er maðurin aft­ an fyri G!Music, ið skipar fyri The Global Battle Of The Bands, sigur, at Før­ oyar aftur í ár fara at lut­taka í altjóða kappingini. Før­ oysku umførini verða sam­ bært Jón í døgunum 12., 13. og 14. oktober. Í fjør varð kappingin hild­ in í Mentanarhúsinum í Fugl­a­firði, men enn er einki al­ment um, hvar kappingin verð­ur í ár. Ætlanin er aftur í ár, at finalan verður hildin í heimskenda spælistaðnum Astoria í London, ið hevur lagt pall til heimsnøvn sum Roll­ing Stones, Nirvana, Oa­s­is, Blur, Madonnu, Kyl­ ie Minogue, Gloriu Gaynor, the Spice Girls og Christinu Aguilera. Í altjóða finaluni í fjør fekk føroyski GBOB vinn­ arin Marius 6. pláss í eini mar­athon finalu, har ikki færri enn 34 bólkar spældu. Hetta var alt ov nógv at taka støðu til sama kvøld, so í ár verður finalan hildin yvir 3 dagar. Hon verður í døgunum 10., 11. og 12. desember. Vinnarin av altjóða fin­ al­uni vinnur $100.000 og sleppur á eina konsertferð kring heimin. Vinnarin í fjør írski Ko­p­ ek, er í løtuni í ferð við at leggja síðstu hond á ljóð­blandingina av fyrstu fløg­uni hjá bólkinum. Hann hevur júst skrivað um­boðs­sátt­mála við Tony Val­entino, ið m. a. stóð aft­ an fyri at gera Kid Rock kendan. Jón Tyril sigur, at G!­Music í næstum fer at kunna um tilmelding og ann­að viðvíkjandi GBOB. GBOB verður aftur í ár