Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 4. september 2006 11 tíðindi Stutt sagt Tað sær út til, at nakað av orð­askifti er við at taka seg upp um uppskotið til nýggja stjórn­ arskipan fyri Føroyar, nú stjórnarskipanarnevndin er við at leggja síðstu hond á verkið. Eg havi fingið sendandi bókling við orðaljóðinum til nýggju skipanina á bæði føroyskum og enskum. Eg rokni við, at hetta er tað higartil lidna arbeiði, og at viðmerkingar kunnu gerast út frá tí. Fyrst skal sigast, at eft­ir míni meting er tað eitt fyri­myndarligt væl úr hond­um greitt ar­beiði, sum nú liggur í ein­um (helst) rættiliga lidn­um uppskoti. Uppsetingin er góð, orðalagið er væl valt, væl skiljandi við stuttum setn­ingum á góðum máli og utt­an juridiskt brongl. Formæli Fyrst er at nevna formæli. Hetta er hábærisliga orðað og er góður inngangur til skip­aninina við atliti til fortíðina, hvussu landið varð bygt og skipað við tingi, lógum og rættindum. Fólksins vilji verður tikin fram og sjálvræðið staðfest, sjálvt um sáttmáli er við onnur lond um felagsskap. Fyrsti partur – Stjórnarskipan Hesin partur við §§ 1 til 6 eru grundleggjandi og bein­leiðis framhald av for­ mæl­i­num. Heilt av­ger­andi orðingar eru her sum: Føroyar eru land og før­ oy­ingar tjóð (sera týdn­ing­ ar­mikil staðfesting) Stjórnarskipanin byggir á valdsbýti, løgræði og rætt­vísi Fremstu stovnar landsins eru Løgtingið, Landsstýrið og Løgrætturin (3 býtið) Føroyar eru land við fólk­a­ræði (demokratiska stað­fest­ingin) Allir føroyingar og í­búgv­ar landsins eiga javnbjóðis rættindi (bæði innføddir og tilflytarar) Føroyar hava flagg og aðrar ímyndir og almenna mál­ið er føroyskt (staðfest­ ing av tjóðareyðkennum) Hetta kann neyvan sigast bet­ur, og tað er gleðiligt, at tað sær út til at vera politisk semja um hesar orðingar og útsagnir. Men tað er eis­ini í samsvar við tað sum allir politisku flokkarnir hava sagt, í øllum førum í nýggjari tíð. Annar partur – Rættindi Parturin um rættindi og skyld­ur fevnir víða. Líka frá § 7 til og við § 37. Men sum høvuðsyvirskrivtir eru tey sera týðandi: Almenn rættindi og skyld­ ur Jøvn rættindi Persónlig rættindi Trúarrættindi Politisk rættindi Vinnurættindi Búrættindi Sosial rættindi Fyrisitingarlig rættindi Rættarlig rættindi Ásetingarnar um rættindi eru fyrst og fremst trygdir borgarans frá samfelagnum um tilverugrundarlag hans­ ara. Samstundis er tó ein fyritreyt, at eisini borgarnir liva upp til og tillaga seg nakr­ar skyldur mótvegis sam­felagnum. Soleiðis sum eg lesi og skilji hendan part­in, eru hesar fortreytir upp­fylt­ar. Tá ið slík uppskot sum hesi koma út til al­ment tjak, sum tey sjálv­andi eis­­ini skulu, slepst ikki und­­an, at einstakar grein­ir ella einstøk fyribrigdi fáa serliga viðgerð. Eitt, sum hevur tikið seg upp, er spurningurin um § 10 um javnrættindi í sær sjálv­ um gevur rætt til at skipa samkynt parlag. Ein slík diskussión vísir bert munin á eini yvirorðnaðari lóg sum hesari og vanligari lóg­gávu sum í hesum føri um hjúnarlag. Ásetingar um loyvi ella ikki loyvi til sam­kynt parlag hoyra heima í serligari lóggávu, eini lóg­gávu sum kann fremjast ella noktast bæði undir nú­ver­andi stjórnarskipan og teirri komandi, tá hetta lóg­ar­ uppskotið er framt. Eisini hevur orðingin í § 17 um trúarfrælsi verði frammi í orðaskiftinum. Utt­an at hava kunnleika til viðgerðina í stjórn­ar­ skip­an­ar­nevndini fái eg ta fatan við at lesa §17, at her hevur verið arbeitt sera dúgliga við orðingini. Úrslitið, sum er hetta: (1) Øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv á tann hátt, tey vilja. (2) Løgtingið kann veita kristnitrúnni serligar sømdir tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir. (3) Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði. er sera beinrakið og hóskar væl til umstøðurnar í okkara landi. Triði partur – Stýrisskipan Hesin partur, sum umfatar §§ 38 til og við 100, er tann sum mest við­gerð og broytir tað nú­gald­andi lóg­ina um Stýrisskip­an Før­oya. Høvuðsumráð­ini eru sjálvandi lóggevandi, út­inn­andi og dømandi mynd­ug­­leik­arnir. Tað vil siga Løg­tingið, Lands­ stýr­ið og Dómstólarnir. Men eisini kommunurnar verða lógfestar. Sum ein, ið hevur virkað í skipanini í mong ár, hevur hesin partur serligan áhuga. Av teirri orsøk er kanska okkurt, sum eg kundi hugsa mær at gjørt viðmerkingar til. Undir partinum Løg­ ting­ið stendur í § 49 (1) Tingið skal veljast í fýra ár í senn og (2) Eru tríggir fjórðingar av øllum tingmonnum fyri, kann tingið samtykkja, at val skal vera í ótíð. Hetta meti eg ikki vera góða skipan. Sambært hesi áseting verðu næst­an ómøguligt at skriva út val í ótíð. Núverandi skip­an loyvir einum meiriluta av tinginum ella løgmanni at skriva út val. Tann makt­javn­vá­g­in millum Løgting og Lands­stýri, sum núverandi skip­an ber í sær manglar í hesum uppskotinum. Hend­an skipan átti at hildi fram Av somu orsøk haldi eg ikki, at seinri setningur í § 58 (1) Løgmansskeiðið fylgir tingskeiðinum, er rætt at hava við. Um løg­ mað­ur ikki hevur fingið meir­i­luta ímóti sær kann hann halda fram aftaná eitt val. Eisini stendur í § 58 (2), at løgmaður skal hava tríggjar fjórðingar av tingmanningina ímóti sær fyri at skula frá. Tað rætta má væl vera vanligan meiriluta. § 61 snýr seg um starvs­ stjórn. Hendan greinin virk­ ar heldur fløkt. Vanliga vil eitt sitandi landsstýri virka sum starvsstjórn, um val verður útskrivað í ótíð. Tað vil vera løgi at biðja fólk uttanífrá til at sita fyribils í landsstýrinum Tað er væl eisini bara, tá val er út­skriv­að í ótíð, tí løgmaður ella landsstýrið hevur fingið mis­álit, at landsstýrið bert kann gera tað neyðugasta. Um landsstýrið ikki hevur fingið meiriluta ímóti sær, eigur tað at hava fullar heim­ild­ir, sjálvt um val er út­skrivað. § 71 (1) lóg­gáv­u­mann­ a­gongd sigur, at uppskot kunnu leggjast fyri ting­ið frá ólavsøku til mikkj­als­ messu, annars skulu trígg­ ir fjórðingar av ting­mann­ ingini viðmæli einum upp­skoti. Tað kann væl ikki vera meiningin, at lóg­ar­uppskot bert kunnu leggjast fyri tingið í august og sep­tem­ber. Tingið arbeiðir í prinsippinum alt árið. Prakt­isk­ar tíðaravmarkingar kunnu gerast í tingskipanini. Ein broyting er eisini, at ting­ formaðurin og ikki løg­ mað­ur kunngerð lógirnar. Eg veit ikki, um tað er betur. Eitt annað, sum virkar løgi, er, at lógir ikki fáa gildi fyrrenn komandi ólav­søku. Vanliga eiga tær at fáa gildi, tá tær eru samtyktar og kunngjørdar. Í § 94 (2) um broyting av sam­veldissáttmála stendur, at hetta skal samtykkjast við avgjørdum meiriluta. Tað er ikki heilt greitt, hvat avgjørdur meiriluti merkir, men um tað er meirilutin av samlaða tingmannatalinum er tað í lagi. At enda undrist eg á, hví av­gjaldsáseting er kom­in við í eitt grundlógarupp­ skot. Í § 45 stendur, at um ætlan er at vinna úr til­feingi, tá skal landið krevja gjøld ..... Um hetta skal við, kundi tað staði “kann” krevja gjøld ... ______________ Hetta er sjálvandi ikki nøkur fullfíggjað gjøgn­um­ gongd av uppskotinum. Men, sum eg byrjaði við, haldi eg hetta vera eitt vælaverk. Tað vil hava stóran týdning fyri politisku menningina av føroyska samfelagnum, um tað verður samtykt. Ikki minst staðfestingarnar av, at Føroyar eru tjóð og Før­oyingar fólk, fel­ags­ skaps­­­við­­ur­­kenn­­ing­­in og møguleikarnir fyri broyt­ ing­um í hesum sam­an fólk­a­ræðis- og jav­n­rætt­ ind­­ar­nið­ur­støð­unum hava ó­met­a­ligan týdning. Uttan at vera serfrøðingur á økinum meti eg, at hend­an lógin er eitt betri amboð enn fleiri aðrar grundlógir, í øllum førum betri enn núgaldandi danska grund­ lógin, sum ongatíð er fólk­a­ræð­is­liga góðkend at galda í Føroyum Vónandi verður arbeiðið við hesi føroysku lóggávuni skjótt liðugt, so tað kann samtykkjast av hesum Løg­tinginum og síðani samtykt aftur beint eftir komandi løg­ tingsval. Síðani skal tað til fólkaatkvøðu, har tað vón­­andi verður end­aliga stað­­fest. Hendan fólka­at­ kvøða eigur tó at haldast skjótari enn eitt ár aftaná seinru tingsamtyktina. Nøkur hugarensl um Stjórnarskipan Føroya Í oddagrein í bløðunum v­erð­ur róð upp undir, at kan­ón­ir­nar, ið skjóta eft­ir Lands­sjúkrahúsinum í hes­ um døgum, held­ur skuldu verið snaraðar móti lands­ stýrismanninum og løg­ting­i­ num, tí at tað er manglandi vilji til at út­­vega neyðuga játtan, sum er høvuðsorsøkin til trup­ul­­leik­ar­nar. Men so einfalt er tað ikki, tíverri. Læknaráðið á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num roynir eisini at verja borg, sum rímiligt er. Teirra forkláring uppá trup­ ul­lei­k­ar­nar er eisini sera ein­ føld: manglandi játtan og ov fá­ir serlæknar. Eg vil við hesi viðmerking vísa á, at táið man nú roynir at snara málinum til ein spurn-ing um manglandi játta­nir, so er tað tíverri ikki so einfalt. Játtanin til Lands­ sjúkr­a­húsið er nevnliga vaks­ in nógv hesi trý árini, eg vegna hesa samgonguna havi havt politisku ábyrgdina. Tað kann setast upp í turrum tøl­ um, so sum í talvuni niðan­ fyri. Læknaráðið ger eina sam­ an­bering við Danmark, um hvussu høgt danir raðfesta teirra sjúkrahúsverk. Har er ”játtanin til heilsuverkið” (mei­n­ingin er óivað sjúkr­a­ hús­verkið) seinastu árini økt við í miðal 1 mia. um árið. Hetta framsetir Lækn­a­ráð­ ið so sum eina fyrimynd fyri okkum, at so høgt áttu vit eisini at raðfest okkara sjúkrahúsverk. Jú, men veruleikin er, at okkara raðfesting, okkara vøkst­ur í játtanini hevur ver­ið lutfalsliga munandi størri enn í Danmark! Tí 1 mia. í Danmark svarar til um­leið 10 mió. í Føroyum. Og hvat er veruleikin so her hjá okkum? Ja, hygg eft­ir talvuni: seinastu 3 ár­ini hava vit økt játtanina – og tá tosa vit ikki um alt sjúkrahúsverkið, men bara um Landssjúkrahúsið - við 13 mió um árið ! Altso ein lutfalsliga væl størri vøkstur í játtanini enn í Danmark ! Landssjúkrahúsið, vøkst­­ur í játtan og starvs­fólkatali (sí talvu niðanfyri) Læknaráðið pástendur eis­ ini í sínum skrivi, at orsakað av vantandi játtan hevur ver­ið neyðugt at minka um tal­ið av røktarstarvsfólki. Hetta er ikki rætt! Sum sæðst av talvuni er talið av fulltíðarstørvum á Lands­ sjúkr­a­húsinum økt úr 624 í 2003 til 652 í 2006. So at siga øll hesi 28 fleiri starvsfólkini eru heils­u­starvs­ fólk. Vøksturin er ikki far­in til fyrisiting og annað, tí har eru bara komin 1 aftr­at til teknisku deild og 1 til fyr­i- sitingina. Læknaráðið nevnir eisini mink­að tal av seingjaplássum og at innleggingartíðin er stytt. Til hetta er at siga, at ongastaðni í Norðanlondum er songjatalið so stórt í mun til íbúgvatalið, sum í Før­oyum. Og ongastaðni í Norðanlondum er miðal inn­leggingartíðin so long sum í Føroyum, hon er enn­tá fleiri ferðir longri her enn aðrastaðni. Og eft­ir fyribilstølunum at døma, so bendir onki á at inn­leggingartíðin er blivin styttri seinasta árið. Nú tá vit tosa um játtanir til Landssjúkrahúsið, so er eisini uppá sítt pláss at nevna tær ovurstóru í­løg­ur­ nar, sum eru gjørdar sein­ astu árini. Vit fingu ein nýggj­an sjúkrahúsbygning fyrra árið fyri knappliga 200 mió. kr., tá útbúnaðurin er íroknaður. Og við verk- lags­lóg hava vit fingið eina játtan til nútíðargerð og høvuðsumvæling av Lands­ sjúkr­a­hús­inum fyri árini 2006-08 uppá 105 mió. kr. Hetta er fyrsti partur av eini samlaðari byggiætlan uppá tilsamans 350 mió. kr. Nei, tíverri eru ongar lætt­ ar og skjótar forkláringar upp á trupulleikarnar í okkara sjúkr­a­húsverki. Tað eru nógv­ar og ymiskar orsøkir, sum allir partar, ið varða av heilsuverkinum, í góðum samstarvi mugu geva sær tíð og orku til at greina. So tað kann verða ein týðandi táttur í arbeiðinum við okkara fram­rættaðu ætlanum um, hvussu vit skulu menna og skipa framtíðar heilsuverkið í Føroyum. Tjakið um Lands­sjúkr­ a­hús­ið og sjúkrahúsverkið yvirhøvur snýr seg um nógv, nógv annað enn pengar og játtanir. Og tað fara vit eisini at venda aftur til, tá málið í síni heild kemur til umrøðu í løgtinginum, væntandi síðst í hesum mánað. Fyri­ spurn­ingin hjá Bill hava hvørki eg ella Almanna- og heilsumálaráðið fingið enn, so tað mugu vit eisini bíða eftir. Játtanin til Lands­júkra­húsið er økt við 39 mió. eftir 3 árum Landssjúkrahúsið, vøkstur í játtan og starvsfólkatali 2003 2006 vøkstur tils. vøkstur árliga Játtan, mió. kr. 264 303 +39 +13 Fulltíðarstørv 624 652 +28 +9,3 jógvan sundstein landsstýrismaður Hans Pauli strøm