Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 169 - 4. september 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Hyggja vit niðan á Amtmannshúsini, sæst árstalið 1880 und­ir torninum. Tað var árið, tá grund­ar­ steinurin varð lagdur, men sjálvt húsið stóð liðugt í 1883 Tá grundarsteinurin varð lagd­ur, varð eitt blikkhylstur lagt saman við. Í tí vóru mynt­ir og eitt skriv um tann dag­in, grundarsteinurin varð lagdur og nøvnini á byggi­ meistaranum, og teimu­m 20 arbeiðs­monn­unum sum bygdu amt­manns­borgina. Danski arkitekturin Hede­man teknaði húsið og stóð fyri arbeiðinum. Íslendingurin Alekssiusson stóð fyri grótlagingini.                 Fyrsta verkfallið menn vita um,  var með­ an amtmannshúsið bleiv bygt. 12 av teimum 20 arbeiðs­ monn­unum sum bygdu, vóru ónøgdir við umstøðurnar, ið teir arbeiddu undir, (serliga vandan tá sprongt var eftir tilfari „Uppi á Glaðs­heyggi“, grótið var ov leyst og vánaligt), eis­ini vóru teir ónøgdir við lønarviðurskiftini.                  Frá 1883 og til 1921 var Amtmannshúsið bert til amtmannin og húskið hans­ ara, tað var ikki fyrrenn í 1921 at fyrsta skrivstovan flutti inn.            Í 1937 bleiv Amt­manns­ húsið útbygt norðureftir, tað arbeiðið gjørdi Vilhelm Tórsheim, byggimeistari.     Ovara myndin er frá 1906, og vísir hon, hvussu Vaglið tók seg út tá. Úti á Skansanum sæst ongin fýrur (hann kom í 1909), húsini hjá Lützen eru ikki longd omaneftir (tað varð gjørt í 1907). Á niðaru myndini, sum er tikin í 2006, sæst ikki so nógv til húsini sum standa „Uppi á Glaðsheyggi“, og „Undir Ryggi“, men tey eru har enn, á sama stað, nakað útbygd. Tey trøini sum hava fingið loyvi at standa, eru blivin 100 ár eldri, og fjala tey tað, sum annars sæst á ovaru myndini. Tann gamli parturin av húsunum hjá Lützen er enn á sama stað. Tað er tann parturin sum sæst frá kvistinum og niðaneftir. Grótgarðurin framvið Áarvegnum og Ting­ húsvegnum bleiv lagaður upp av nýggjum í 1950- unum.      Vaglið og økið rundanum Vaglið, er so við og við lagt undir heilt.         Tann persónurin sum í 1906 tók myndina av Vagl­inum, hevur staðið í ovasta vindeyganum í „Gamla Kommunuskúla“ (Bý­ráðshúsinum), tað gjørdi eg (Birgar Johannessen) eisini herfyri, tá eg tók nið­ aru myndina. Sum tað sæst á myndini frá 1906, var eisini mjørki í Nólsoyarfirði tá.  Myndina frá 1906 eigur Fornminnissavnið. Tórshavnar alfrøði: Vaglið í 1906 og 2006 Dagurin í morgin 5. september. Regina, deyð umleið ár 300. Ung rómversk genta, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. Navnið er av latínskum uppruna og merkir drotning. Vaglið í 1906 Mynd: Fornminnissavnið Vaglið í 2006 Mynd: Birgar Johannessen