mánadagur 4. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 169 - 4. september 2006 ]
Skotar eru í sjeynda himli
eftir stórsigurin á Føroyum
leygardagin, men sam
stundis sum teir rósa
skotsku spælarunum fyri
avrikið, finnast teir harð
liga at føroyska liðnum,
sum teir kalla vánaligasta
landsliðið í altjóða fótbólti
í nógv ár.
– Skotland fekk eina
øgrynnu av kjansum ímóti
einum liði, sum fekk teg at
kreppa tærnar og ivast í
rættinum til at verða við í
slíkum kappingum. Føroyar
taptu 6-0 ímóti Georgia í
síðsta mánaði, og aftur
hesaferð taptu teir 6-0. Í
næsta mánaði fara Føroyar
til Fraklands at spæla, og tá
kundi 6-0 verið eitt úrslit,
men tit kunnu líta á, at
hesin flokkurin er tann
vánaligast, sum hevur verið
í langa tíð, og eitt tvey
siffrað tap bíðar fyri fram
man, skrivar The Scotsman
eftir dystin leygardagin.
– Nakað eftir næsta mál
ið hjá Skotlandi, fingu
Føroyar tvey hornaspark.
Annað varð skotið til mál
spark, og hitt var skotið inn
í knæhædd. Beint eftir tað
fingu føroyingar eitt frí
spark, sum var so illa tikið,
at tú mátti flóvisliga hyggja
burtur. Eitt lítið lot hevði
givið Skotlandi meira mót
støðu enn Føroyar, skrivar
blaðið.
Spældu sum
eitt feriulið
The Scotsman heldur, at
føroyska liðið vísti seg als
ikki at standa mát við tey
lið, sum í undanfarum
dystum hava givið Skot
landi trupulleikar
– Føroyar vóru verri, enn
Walther Smith kundi havt
ímynda sær í sínari bestu,
fegnastu og mest optimist
isku løtu farnu vikuna. Í
fyrra hálvleiki skoraði
Skotlandi eitt mál fyri 9.
hvønn minutt, og á var
dysturin blivin ein farsa,
skrivar blaðið.
Eisini onnur bløð hava
føroyska liðið til látur í
sínari umrøðu av dysti
num.
– Gamla frasan um, at
tað eru eingir lættir dystir í
altjóða fótbólti umfatar
ikki føroyska landsliðið,
skrivar The Sunday Mail,
og kappingarneytin The
Sunday Herald staðfestir,
at sigurin leygardagin er
tann størsti hjá skotum
síðani 8-0 sigurin á Kypros
í 1969!
Sunday Post skrivar, at
Skotlandi kundi saktans
havt vunnið meira enn 6-0
ímóti Føroyum, sum einki
formáddu sær.
– Føroyar spældu meira
at líkna við eitt feriulið úr
teirra lokalu fiskarídeild,
skrivar Sunday Post.
Staðfestast kann í øllum
førum, at virðingin, sum
seinnu árini hevur verið
fyri føroyskum fótbólti í
Skotlandi og aðrastaðni, er
ikki at hóma í løtuni, og nú
hava ósmædu bløðini betur
hug at gera gjøldur fyri
føroyskum fótbólti.
Føroyar hava einki at
gera í altjóða fótbólti
Skotsku bløðini fara
illa við føroyska
landsliðnum, sum
teir halda verða
tað vánaligasta
landsliðið í altjóða
fótbólti í nógv ár.
The Scotsman ivast
í, um føroyingar
yvirhøvur hava nakað
at gera í EM og HM
kappingum
Skotland-Føroyar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Gamla frasan um, at tað eru eingir lættir dystir í altjóða fótbólti, umfatar ikki føroyska landsliðið, skrivar The Sunday Mail eftir
dystin leygardagin. Eitt annað skotskt blað heldur, at eitt frískt lot hevði givið skotum meira mótstøðu enn føroyska landsliðið
Skotland
fekk ov
nógv mál
(Glasgow): Craig Brown
hevur fýra ferðir staðið á
odda fyri skotska lands
liðnum, sum hevur spælt
ímóti Føroyum. Á heima
vølli vann hann báðu ferð,
men hann vann bara
annan dystin í Føroyum.
Hin endaði við javnleiki.
Craig Brown var við
merkjari hjá BBC til
landsdystin á Celtic Park
leygardagin, og eftir dyst
in fingu vit orðið á tann
fyrikomandi og fryntliga
venjaran, sum hevur nógv
gott at bera føroyingum.
– Skotland fekk nøkur
løtt mál í dag. Mær dámar
ikki at kritsera einstakar
spælarar, men kanska
hevði ein hepnari mál
maður klárað at forða fyri
onkrum av málunum. Eg
havi sum venjari sjálvur
spælt ímóti Jákup, og mær
hevur altíð dámt hann
sera væl sum málmann,
men hann var eitt sindur
óheppin í dag. Hann fekk
hondina á bæði brots
spørkini, men tíverri fór
bæði í málið, segði Craig
Brown.
– Skotland hevur eitt
gott lið, og teir vóru eisini
betri í hesum dystinum,
men eg haldi, at sigurin
var í so stórur. Umframt
málini, sum Skotlandi
skoraði, so høvdu teir ikki
so nógvar kjansir, og
føroyska liðið vardi væl.
– Eg dugi ikki at síggja
nakra orsøk til at geva
venjaranum skuldina fyri
hetta tapið, tí tað vóru
persónligir feilir á vølli
num, sum góvu Skotlandi
málini. Hann hevði valt
ein góðan taktikk, men
tað ber illa til at verja seg
fyri mistøkum hjá spæl
arunum,
segði
Craig
Brown.
Vónar at Føroyar
fáa stig
Hóast avrikið hjá Føroy
um leygardagin ikki stóð
mát
við
undanfarnar
dystir ímóti Skotlandi, so
vildi Craig Brown ikki
finnast at liðnum, men
hann roknaði við, at Før
oyar fáa aðrar truplar
dystir.
– Eg havi hildið, at
føroyska liðið hevur ment
seg nógv hesi árini, og
liðið mennir seg fram
vegis. Tað er ikki lætt at
spæla í Føroyum – serliga
á Toftum – og tað verður
heldur ikki lætt hjá Skot
landi at fara til Føroyar
næsta ár. Men tað verður
hinvegin eisini sera tru
pult hjá Føroyum at spæla
á útivølli ímóti Fraklandi,
Italia og Ukraina.
– Eg vóni, at Føroyar
fara at standa seg betur
enn í hesum báðum fyrstu
dystunum og fara at fáa
okkurt stig, tí tað hava
Føroyar uppiborið. Eg
havi altíð sagt, at Føroyar
hava verið tað mest sport
liga av øllum londunum,
sum vit hava spælt ímóti.
Sjálvt tá ið vit hava vunn
ið á Føroyum, hava spæl
ararnir borið seg sømiliga
og ítróttarliga rætt at, og
tað er meira, enn vit kunnu
siga um onnur lond.
- Eg dugi ikki at
síggja nakra orsøk til
at geva venjaranum
skuldina fyri hetta
tapið, tí tað vóru
persónligir feilir á
vøllinum, sum góvu
Skotlandi málini,
sigur fyrrverandi
landsliðsvenjari hjá
Skotlandi
Skotland-Føroyar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Eg vóni, at Føroyar fara at
standa seg betur enn í hesum
báðum fyrstu dystunum og
fara at fáa okkurt stig, tí tað
hava Føroyar uppiborið,
sigur Craig Brown, fyrr
verandi landsliðsvenjari hjá
Skotlandi.
Mynd: Eyðun Klakstein
Robbie Williams legði upp til stórsigur á Føroyum
Fríggjakvøldið hevði enska poppstjørnan Robbie Williams fyrru av
tveimum útseldum konsertum á Hampden Park í Glasgow, og stívliga
50.000 fólk vóru komin á konsert.
Robbie Williams var í rætta essinum fríggjakvøldið, og hann legði upp
til skotskan stórsigur á Føroyum í EM-dystinum dagin eftir.
– Brothers and sisters of Hampden Park, let me hear you if you think
Scotland’s gonna beat Faroe Islands 10-0 tomorrow, segði Robbie William
og fekk eitt ordans brøl frá teimum stívliga 50.000 áhoyrarunum.
Í hálvleikinum var Skotland komið hálva leið til 10-0, men teir fingu
bert eitt mál í seinna hálvleiki.
Litava er ikki at spæla við
Eftir tveir 6-0 lúsingar eru tað ivaleyst tey, sum vóna, at
tað skal ganga øðrvísi hjá Føroyum, tá ið mótstøðuliðið
leygardagin 7. oktober á Tórsvølli verður Litava. Leygar
kvøldið spældi Litava fyri fyrstu ferð í hesi EM undan
kappingini. Avrikið hjá Litava, sum spældi á útivølli móti
italsku heimsmeistarunum, bendi avgjørt ikki á, at Før
oyar standa fyri lættari uppgávu. Úrslitið í Italia var 1-1.
Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Í 21. minutti legði
Tomas Danilevicius Litava á odda, og níggju minuttir
seinni javnaði Filippo Inzaghi fyri Italia.