mánadagur 4. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 169 - 4. september 2006 ]
Liðið kann
blíva heilt
gott
Jákup á Borg
heldur, at nýggja
landsliðið ikki er
nóg væl saman
spælt enn, men
hann hevur stórar
vónir til liðið
Skotland-
Føroyar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jákup á Borg, sum tel
ist millum teir royndu
spælararnar á landsliðn
um, hevur langt frá mist
mótið um, at føroyska
landsliðið kann fáa góð
úrslit í framtíðini.
– Tað er tungt at tapa
tveir dystir 6-0, men tá ið
eitt nýtt lið skal spælast
saman, so kemur slíkt
fyri. Vit eru ikki nóg væl
samanspældir enn, men
eg havi stórar vónir til
hetta liðið, sigur hann.
– Eg trúgvi, at hetta
kann blíva eitt sera gott
lið, og tað eru nógvir
góðir spælarar á veg.
Tað nyttar sjálvandi ikki
bara at verða góður fót
bóltsspælari, tað skal
eisini ein stórur inn
satsur til hvørjaferð, og
ímóti Georgia kundu vit
givið meira, men tað var
frægari ímóti Skotlandi,
hóast vit aftur taptu
stórt.
Jákup á Borg heldur, at
dysturin gekk nógv verri,
enn nakar hevði roknað
við frammanundan.
– Vit vistu væl, at Skot
land hevur tikið seg nógv
fram. Teir hava spælt
væl í seinastu dystunum,
og tí roknaðu vit við
einari truplari uppgávu.
Men harfrá og so til at
verða aftanfyri við 5-0
í hálvleikinum, tað var
forferdiligt, sigur hann.
– Eg dugi ikki rættiliga
at siga, hvat gekk galið.
Teir fingu tvey rættiliga
bílig straffir, og tað koyr
ir okkum eitt sindur nið
ur. Tað bleiv tungt eftir
tað.
Total eyðmýking í fyri
hálvleiki endaði ikki
við mettapi, tí skotar
í seinna hálvleiki
koyrdu í tómgongd,
meðan teir hugsaðu
um EM-dystin
mikukvøldið
SKOTLAND-FØROYAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Glasgow: Skotland skal nú
mikukvøldið spæla á útivølli
móti Litava. Um Skotland
skal hava møguleika at
vinna seg í fyrsta endaspælið
síðani 1998, hevur tað alstór
an týdning, at teir fáa fulla
úrtøku burtur úr longu ferð
ini eystureftir.
Hesin veruleikin var iva
leyst høvuðsorsøkin til, at
Føroyar leygardagin á Celtic
Park og frammanfyri fleiri
enn hálvthundrað túsund
væl uppløgdum skotum, sum
eftir miseydnaða Berti Vogts
tíðarskeiðið aftur veruliga
tykjast rokna við sínum
monnum, nú Walther Smith
hevur ábyrgdina, bara vóru
eyðmýktir, men ikki løgdu
rygg til mettap.
Mettapini eru 7-0 og 8-1.
Hesa ferð taptu okkara “bara”
6-0. Tá ið skotar komu aftur
á vøllin eftir steðgin, høvdu
teir heilt týðuligt fingið boð
um, at nú skuldu teir gira
niður. Støðan var 5-0, og
eingin orsøk var at taka sær
nøkur óráð fyri. Stigini vóru
fingin til høldar, og nú snúði
tað seg um fyrireikingarnar til
stóru avbjóðingina í Litava.
Tí løgdu Føroyar ikki rygg til
mettap.
Ódnarveðrið
Líkindini vóru góð, g før
oysku spælararnir høvdu
veruliga ætlað sær uppreisn
eftir eyðmýkingina móti
Georgia.
Fyrstu lítlu løtuna var
tað ikki so galið, men tá ið
tiggju minuttir vóru farnir,
var støðan 2-0. Skotarnir
høvdu gjørt heimaarbeiðið.
Teir nýttu breiddina sera
væl, teir høvdu eyga fyri
dýpdaravleveringini
til
sentrala mannin, teir vistu
nær teir skuldu seta ferð
ina niður og lokka mót
støðumenninar fram á vøllin,
og teir dugdu væl at skifta
millum lítla og stóra ferð.
Darren Fletcher úr Man
chester United var ikki til at
steðga. Hann bjóðaði seg til
um allan vøllin, reikaði og
leitaði í røttu holini, søkti
inn í brotsteigin, skoraði,
legði upp og fekk brotsspark.
Í fyrra hálvleiki var hann
stóri spælarin á vøllinum,
og føroyingar kunnu prísa
seg lukkuligar fyri, at hann
varð spardur og tikin út í
hálvleikinum.
Tá ið Føroyar hava staðið
seg væl móti bretskum liðum,
hevur tað verið, tí hesi hava
oyst høgar skrábóltar inn í
føroyska brotsteigin. Soleiðis
var tað bara eftir steðgin, og
tá fingu skotar einki burt
urúr. Undan steðginum
vóru skotar kontinentalir í
spælstíli. Teir spældu flatt
og skjótt, og teir fluttu seg
so mikið skjótt og nógv, at
føroysku miðvallararnir og
verjuspælararnir vóru um
ein háls.
Mistøkini vóru eirindar
leyst sektað. Tvey tey fyrstu
málini vóru eftir kiks í okkara
høgra verjuborði, og eftir at
russiski dómarin hevði verið
blíður við heimaliðið við at
geva teimum tvey brotsspørk,
Úrlætnir frammanfyri
Fleiri av málunum hjá
skotum tóktust koma í so
lætt. Dómarin gav teimum
stóra hjálpandi hond við at
døma tvey brotsspørk, sum
bæði vóru nakað ivasom.
Fyrsta málið kom longu
eftir sjey minuttir. Kenny
Miller rann frá Julian
Johnsson í vinstru, legði
inn fyri málið, har Darren
Fletcher fekk sent bóltin
um málstrikuna.
Tríggjar minuttir seinni
økti James McFadden
til 2-0. Hann var fyrstur
á einum lesum bólti á
brotsteigarmarkinum og
smekkaði flatt í kassan.
So var tað, at dómarin
bríkslaði fyri tveimum
brotsspørkum. Fyrst tí Óli
skuldi havt felt McFadden,
og síðani tí Fletcher sendi
bóltin á hondina á Atla.
Fyrst skoraði Kris Boyd
frá ellivu metrum, og
síðani sendi Kenny Miller
í málið.
Málið til 5-0 sejy minuttir
fyri steðgin var kanska
tað best spælda málið.
Fletcher stakk mitt fyri, og
Boyd gjørdist leysur. Jákup
bjargaði fyrstu royndini,
men Boyd trillaði returin
í tóma málið.
Fimm minuttir fyri
leiklok
gjørdi
Gary
O’Connor tað til 6-0, tá
hann beindi eitt flatt innleg
í málið umvegis labbarnar
hjá Jákupi.
Skotar høvdu lætt spæl
Ongland legði bragdliga fyri
Ongland vann leygardagin stórsigur á Andorra í EM-dystinum í
Machester. Úrslitið gjørdist 5-0 til Ongland, sum væl kundi havt
skorað fleiri mál móti lítlu fótbóltstjóðini. Støðan í hálvleikinum
var 3-0. Stóri Liverpool álopsspælarin Peter Crouch setti hol á
eftir fimm minuttir. Sjey minuttir seinni var tað enn ein Liverpool
maður, Steven Gerrard, sum økti til 2-0 við góðum skoti.
Sjey minuttir undan steðginum var Steven Gerrard, sum var
ytstur á miðvøllinum í høgru, aftur við í máli. Hann legði innfyri
úr høgru, og Jeramine Defoe heilfluktaði til 3-0. Tveir minuttir
eftir steðgin var Defoe aftur upp á spæl og økti til 4-0. Síðsta málið
skoraði Peter Crouch, tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki
stútaði í málið.
U17 landsliðið venur í dag
Í dag er úttøkuvenjing til U17 landsliðið, sum í oktober
skal spæla EM-undankapping í Norðurírlandi. Hesir hava
fingið boð: Sámal J. Djurhuus, Ási Dam FS Vágar ‘04,
Viljormur Davidsen, Karl Løkin, Klæmint A. Olsen, Heri
Nesá, Jóhan S. Edmundson, Eyðstein Joensen, André Olsen,
Remi Langgaard, Petur Meinhard Magnussen NSÍ, Rógvi
Holm, Uni Johannesen, Christian í Garði, Ámund Nolsøe,
Fríði G. Jensen B36, Gunleif Olsen TB, Martin Tausen,
Heini Vatnsdal VB, Erland Berg Danielsen, Hans Jørgensen
Skála, Páll Klettskarð, Eli Simonsen, Daniel Dam, Andrias
Ellingsgaard, Jógvan Isaksen KÍ, Erling Jacobsen GÍ, Kristin
R. Mouritsen, Thomas J. Thomsen HB.