Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 169 - 4. september 2006 ] Vit vóru kanska ov djarvir – Kanska vóru vit eitt sindur ov djarv­ ir í fyrra hálv­leiki, og tað gekk betur at verja í seinna hálv­leiki, held­ur lið­ formað­urin Skotland- Føroyar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lið­formaðurin Óli Jo­ hanne­sen viðurkendi eftir tapið í Glasgow, at avrikið var ikki nøkt­andi. – Hetta var ikki nóg gott. Innsatsurin var á góð­ ari leið, tí tað sást betur, at vit royndu at stríðast. Hetta var av­gjørt ikki tað, sum vit høvdu roknað við. Eg hevði heldur ikki rokn­ að við, at tað skuldi ganga so galið ímóti Skot­landi, men skulu vit taka nakað positivt við, so var tað, at innsatsurin var betur hesaferð, sigur hann. – Í fyrra hálvleiki gekk sera illa, men tað bleiv nak­að frægari í seinna hálv­leiki, tá ið vit trektu okk­um eitt sindur longur aft­ur. Kanska vóru vit eitt sindur ov djarvir í fyrra hálv­leiki, og tað gekk bet­ ur at verja í seinna hálv­ leiki, tá ið teir kanska eis­ ini settu ferðina eitt sindur niður. Føroyar hava nú tapt 6-0 í tveimum dystum á rað, og tað er ikki júst tað, sum liðformaðurin roknaði við fór at henda. – Vit eru í holt við at byggja nakað nýtt upp, tað eru fleiri nýggir spæl­ar­ar á liðnum, og vit hava roynt eina nýggja spæli­skipan. Í dag kann mann ikki siga, at innsatsurin var ov lítil, tað kundi mann kanska sigast sein­ast. Hetta er nakað sum tekur tíð. – Tað hevur gingið væl undan hesum dystunum, men nú vísir tað seg ikki at rigga heilt so gott, og tað er upp til venjaran at gera av, um nakrar just­er­ ingar skulu gerast, sigur Óli Johannesen. Gott fótbóltslag í Noregi Fótbóltshugaðir norðmenn eru í góðum hýri í hesum døgum. Tað eru teir, tí Noreg leygarkvøldið vann heili 4-1 á útivølli í Budapest móti Ungarn. Norðmenn eru eisini í góðum hýri, tí teir halda, at teirra landslið í 1. hálvleiki spældi betri, enn teirra landslið nakrantíð áður hevur gjørt á útivølli. Og norðmenn eru ikki minst í góðum hýri, tí best umtókti norski landsliðsspælarin nógvu tey seinastu árini, Ole Gunnar Solskjær, vísti, at hann er komin fyri seg aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaddur. Ole Gunnar Solskjær skoraði fyrsta málið. Noreg var á odda 3-0, og Ole Gunnar Solskjær økti til 4-0, áðrenn Ungarn pyntaði um úrslitið við brotssparki. Tepur hollendskur sigur á Luksemborg Luksemborg verður roknað at vera á umleið sama fótbólts­ støði sum Føroyar. Í gjár gekk væl betri hjá Luksemborg, enn tað gjørdi hjá Føroyum, men tað eydnaðist kortini ikki Luksemborg at fáa stig burturúr. Luksemborg hevði vitjan av Hollandi. Liðið hjá Marco van Basten var í nýggjari útgávu, um sammett verður við HM endaspælið. Holland hevði nógv spæl, men tað eydnaðist teimum bara at vinna 1-0. Málið skoraði miðverjin Joris Mathijsen eftir returbólt frá málverjanum. Hetta var fyrsta altjóða málið hjá verjuspælaranum. hálvt hundrað túsund sum hann neyvan hevði bríksl­ að fyri, um Italia ella Frak­ land var mótstøðuliðið, so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórt tapið fór at vera. Tað var 6-0. Tennis eggið frá Georgia á heimavølli var endurtikið, og kilturin var pilkaður av føroyska liðnum, sum var heilt groggy, men tíbetur slapp so nøkulunda burturúr seinna hálvleiki. Lítil lærdómur Vit eru við fyri at læra, hevur so ofta verið tikið til síðani Føroyar í 1990 fyrstu ferð luttóku í altjóða kapping. Lærdómurin hevur áður verið til at fingið eyga á, men avrikið á Celtic Park leygardagin staðfesti, at nógv er eftir at læra hjá nýggja ættarliðnum og ikki minni teimum, sum nú eru teir royndastu og harvið skuldu havt borið liðið. Tað eydnaðist á ongan hátt at fáa føroyska liðið at spæla frameftir. Konseptið við at hava Julian Johnsson og Jón­hard Frederiksberg sum arbeiðssamar síðuspælarar, sum samstundis skuldu hótta frameftir vøllinum, eydn­ aðist ikki. Á sentrala miðvøllinum var tað spildurnýggi Pauli G. Hansen, sum vísti frægasta avrikið, með an meiri royndu menninir vóru í so anonymir. Christian Høgni Jacobsen formáddi ikki at taka bóltin niður ella at fáa fríspørk, sum kanska kundu havt borið okkurt við sær. Og tá ið deyðbóltsstøðurnar endiliga vóru har, so vóru tær so syndarliga illa misnýttar, sum tað sjáldan áður hevur verið at sæð. Verjan var undir øgiligum trýsti, og onkur teirra vísti seg á ongan hátt at hava kva­ li­tetirnar, sum skulu til fyri at spæla á altjóða støði. Sekkjapípurnar grenjaðu, kilturin var tikin av før­oying­ unum, og so er spurningurin, um tað fara at verða nakrir, sum fara at fáa sekkin! Tað var 6-0. Tennis eggið frá Georgia á heimavølli var endurtikið, og kilturin var pilkaður av føroyska liðnum, sum var heilt groggy, men tíbetur slapp so nøkulunda burturúr seinna hálvleiki Mynd: Álvur Haraldsen