Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 169 - 4. september 2006 ] Trygvi Mortensen er sekkjaður sum venjari í NSÍ, og óváttað tíðindi vilja verða við, at arbeitt verður við at fáa Johan Nielsen at venja NSÍ næsta kappingarár NSÍ VENJARIN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Trygvi Mortensen er ikki longur venjari hjá NSÍ. Leiðsl­an í felagnum boðaði fyri viku síðani venjaranum frá, at hann skuldi ikki venja NSÍ næsta ár, hóast partarnir høvdu avtalu um tað. Felagið vildi tó lata venjaran gera hetta kappingarárið liðugt, men tað vil hann ikki. – Nevndin boðaði mær á fundi herfyri frá, at teir vildu sleppa burturúr sáttmálanum um samstarv, sum vit høvdu fyri 2007. Tá lá í kortunum, at eg skuldi hava ábyrgdina restina av hesum árinum. Eg vandi liðið nakrar ferðir í síðstu viku, men nú hava ávís viðurskifti millum nevnd­ina og meg borið við sær, at eg havi sagt stopp og gevist beinanvegin, sigur Trygvi Mortensen. – Eg standi rættiliga spyrj­ andi eftir hesa uppsøgnina, tí vit hava lagt eina strategi, sum vit hava arbeitt eftir. Eg havi havt ábyrgdina av bæði unglingaliðnum og 2. liði eisini, og har hava úrslitið verið heilt góð. Nú verður alt hetta arbeiðið slept, bara tí at úrslitini í teimum seinastu trimum dystunum ikki hava verið nóg góð, sigur hann. Bogi og Arnfinn taka við NSÍ váttaði í gjárkvøldið, at Trygvi Mortensen er givin sum venjari í felagnum, og at ein nýggj venjaraloysn er klár. Bogi Lervig, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Trygva Mortensen, skal saman við Arnfinn Langgaard venja Formulaliðið hjá NSÍ tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. – Eg haldi, at nevndin kundi havt bíðað til eftir kapp­ingina at tikið venjara­ spurn­ingin upp. NSÍ hevur framvegis møguleikan at fáa eina góða endastøðu í Formuladeildini, sigur Trygvi Mortensen. – Vit hava tapt seinastu tríggjar dystirnar, men vit hava ikki havt marginalarnar við okkum. Vit hava manglað onkrar profilar, og bara í seinasta dystinum kann sig­ ast, at vit høvdu ein off-dag, sigur hann. Johan spøkir Tað hevur ikki eydnast at fing­ið tíðindini váttað frá nevndini í NSÍ, men væl vitandi keldur í Runavík vilja vera við, at ein greiður favorittur er til venjarastarvið í NSÍ næsta kappingarár. Felagið hevur seinastu dagarnar havt samband við royndasta og mest vinnandi føroyska venjaran. Hann eitur Johan Nielsen. Johan Nielsen hevur sein­ astu árini verið venjari á Skála, og har hava úrslitini verið heilt góð. Í fjør var Skála við í stríðnum um FM-heitið, og tað var líka við, at felagið endaði ovast á stigatalvuni. Í ár hevur ikki gingið heilt so væl, men eingin ivi er um, at arbeiðið, sum Johan Nielsen hevur gjørt á Skála, hevur verið fram­úr gott. Nú vónar leiðslan í NSÍ, at Johan Nielsen næsta ár fer at standa á odda fyri liðnum, tá ið teir fara at gera enn eina roynd at fáa fatur á FM steypinum. – Eg standi spyrjandi – Eg standi rættiliga spyrjandi eftir hesa uppsøgnina, sigur Trygvi Mortensen, sum nú er fyrrverandi NSÍ-venjari Tá ið tað ræður um at geva venjar­ un­um sekkin, minn­ir føroyski fót­bóltsheimurin nógv um, hvussu tað gongur fyri seg aðra staðni SEKKJAÐIR VENJARAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Úrslitini hjá landsliðnum eru ikki so góð, sum tey viðhvørt hava verið áður. Í lands­liðshøpi kann sigast, at Føroyar dragna frá hinum europeisku londunum. Tá ið tað ræður um at geva venjarunum í feløgunum sekkin, tykist eingin mun­ ur at vera á føroysku fót­ bóltsfeløgunum og teim­ um aðra staðni. Har er tað skjótt, at venjararnir missa høvdið, um tað ikki gongst væl, og soleiðis er tað eisini í Føroyum. Trygvi Mortensen er fjórði venjarin av tíggju í Formuladeildini, sum hev­ ur fingið sekkin í hesum kapp­ingarárinum. Og NSÍ er tað felagið, sum liggur hægst á støðutalvuni, tá ið venjarin hevur fingið sekkin. Fyrsti venjarin at missa høvdið í ár var Jóannes Jakobsen. Hann varð sagdur úr venjarastarvinum í B68 áðrenn summarsteðgin. Ed­mund Jacobsen og Julian Johnsson høvdu ábyrgdina, og síðani summarsteðgin hevur Bill Jacobsen verið B68 venjari. B68 var á niður­flyting­ ar­plássi, tá ið venjarin varð uppsagdur. Tað var ÍF eisini, tá ið teir í summ­arsteðginum søgdu Pet­ur Simonsen úr starv­ inum. Nýggjur ÍF venjari var Jón Simonsen, sum framm­anundan var hjálpar­ venjari, og hann hevur havt leiðsluna saman við verju­ álitinum Símuni Eliasen. Eitt felag yvirlivir Triðja felagið at siga sam­ starvið við venjaran upp var VB/Sumba. Eftir at Ole Andersen hevði fing­ ið sekkin, høvdu fyrst Eyð­­un Jacobsen og Bjarni Johansen ábyrgdina í einum dysti, og síðani hava tað verið Bjarni Johansen og Finn Johannesen, sum hava verið VB/Sumba venjarar. VB/Sumba var á áttanda plássi, tá ið venjarin varð sagdur úr starvinum. Og nú er tað altso Trygvi Mortensen, sum er av­høvdaður sum venj­ari í Runavík. Hann er sam­ stundis tann fyrsti, sum avtalan fyri 2007 eisini er strikað við. NSÍ er á fimta plássi, nú venjarin er sagdur úr starvi. Tað eru fýra stig fram til næstfremsta plássið, nú tað eru seks umfør eft­ir at spæla. NSÍ hevur tapt tríggjar tær seinastu ferð­ irnar. Harvið er tað greitt, at liðið ikki fer at røkka FM heitinum, sum teir í Runavík so fegnir vilja vinna. Nú eru teir farnir at leita eftir tí venjaranum, sum teir rokna við næsta ár verður førur fyri at leiða teir fram til fyrsta FM heitið nakrantíð. Í hinum trimum feløg­un­ um, sum hava skift venjara, er spurningurin, hvør teirra fer at verða førur fyri at sleppa sínum liði undan at flyta niður. Tað verður bara ein teirra, sum fer at megna tað. Fýra av tíggju hava mist høvdið Nýggjur liðformaður móti Litava Jógvan Martin Olsen og hansara menn hava ivaleysa nógv at hugsað um, eftir at landsliðið hevur tapt tveir teir fyrstu dystirnar 6-0 og 6-0. Í Skotlandi vóru tríggjar broytingar gjørdar sammett við, tá ið spælt varð móti Georgia á heimavølli. Longu nú er tað greitt, at í hvussu so er ein broyting fer at verða gjørd, tá ið Føroyar leygardagin 7. oktober klokkan 15 fara at spæla á Tórsvølli móti Litava. Liðformaðurin Óli Johannesen fekk gult kort í Skotlandi í dag. Tað fekk hann eisini í heimadystinum móti Georgia. Harvið er greitt, at hann verður leikbannaður móti Litava. Rudduligur sigur til Frakland Georgia kom rættuliga niður á jørðina aftur, eftir at teir í fyrstu royndini í nýggju EM undankappingini høvdu vunnið 6-0 á Svangaskarði. Leygardagin hevði Georgia vitjan av Fraklandi. Varaheimsmeistararnir vóru væl upplagdir, og teir fóru til hús aftur við 3-0 sigri. Florent Malouda setti hol á í 7. minutti. Louis Saha økti til 2-0, tá ið eitt korter var farið, og í fyrsta minuttinum eftir steðgin vóru teir í Georgia so óhepnir at gera sjálvmál. So var Frakland á odda 3-0, og tað komu ikki fleiri mál. Mikukvøldið skal Frakland spæla á heimavølli móti Italia, og Georgia skal spæla á útivølli móti Ukreina.