mánadagur 4. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 169 - 4. september 2006 ]
Óli rýmdi frá upphitingini
Mitt undir upphitingini hjá føroyska landsliðnum á Celtic
Park rýmdi liðformaðurin Óli Johannesen av vøllinum. Hann
tóktist halta eitt sindur, tá ið hann fór út til fysioterapeutarnar,
og teir settu síðani kós í skiftirúmið. Smáar 10 minuttir seinni
kom Óli aftur á vøllin, helt fram við upphitingini og spældi
dystin á tamb.
- Eg havi havt eina lítla fiburspreinging í lærinum, og eg
var tapaður inn. Tapið sat í so stramt á lærinum, og tí fór
vit í skiftirúmið at skifta tapið, greiddi Óli Johannesen frá
eftir dystin.
Malta skoraði tvær ferðir
Malta er ein av smáu europeisku fótbóltstjóðunum, sum Føroyar
ofta verða sammettar við. Leygarkvøldið spældi Malta fyri
fyrstu ferð í hesi EM undankappingini. Malta átti heimavøll á
Ta Qal móti Bosnia Hersegovina.
Tað eydnaðist Malta at skjóta tvey mál - eitt í hvørjum hálv
leiki. Men hetta var kortini ikki nóg mikið at fáa stig burturúr
við. Bosnia Hersegovina vann 5-2, eftir at liðið av Balkan
hevði verið frammanfyri 3-1 í steðginum. Bosnia setti hol á í
4. minutti, men tveir minuttir seinni javnaði Malta. So legði
Bosnia seg framum og longu í 51. minutti hevði Bosnia økt
til 5-1, áðrenn Malta tríggjar minuttir undan leikloki pyntaði
um úrslitið til 2-5.
Vit mugu
víðari
– Hetta var forferdi
ligt, segði føroyski
málmaðurin eftir
dystin leygardagin.
Hann legði tó dent
á, at liðið má royna
at koma víðari
Skotland-
Føroyar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen hevur
seinastu tveir landsdyst
irnar latið 12 mál farið
ígjøgnum, og tað munnu
verða nógv ár síðani, at
so nógv mál eru farin
ígjøgnum hjá føroyska
landsliðnum í tveimum
fylgjandi dystum.
– Hetta var forferdiligt.
Dysturin var eitt stórt
vónbrot. Teir høvdu
lætt við at spæla í fyrra
hálvleiki, og teir fingu
nøkur løtt mál, segði ein
týðuliga vónbrotin Jákup
Mikkelsen eftir dystin.
Hann hevði hondina á
fimm av bóltunum, sum
fóru í málið, og hevði
hann verið hepnari,
kundi hann ivaleyst havt
forðað fyri onkrum av
málunum.
– Mítt avrik var skuff
andi. Eg kundi havt tikið
bæði straffini, men eg veit
ikki, um eg kundi gjørt
nakað við hini málini.
- Nú hava vit tapt 6-
0 í tveimum fylgjandi
dystum, og tað er alt ov
nógv. Tað man vera langt
síðani, at landsliðið hev
ur fingið tvær slíkar
avhølvingar á rað, segði
Jákup Mikkelsen.
Hann legði dent á, at
fyri landsliðið ræður tað
bara um at koma víðari
og gera tað betur næstu
ferð.
– Vit kunnu ikki gera
nakað við tað, sum er
farið. Vit mugu bara
koma víðari. Málmunurin
nýtast vit ikki at hugsa so
nógv um, men vit skulu
bara royna at fáa nøkur
góð úrslit, segði hann.
– Fólkið á landsliðnum
er framvegis nóg gott
til, at vit kundu fingið
okkurt gott úrslit. Vit
eiga ikki at blíva so
avhølvaðir, sum vit blivu
bæði í dag og seinast.
Enska landsliðið hit
aði leygardagin upp
til sin EM-dyst við at
hyggja eftir Skotlandi
og Føroyum. Skotska
avsmyrjingin av før
oyska liðnum gav
ensku spælarunum
íblástur, sigur liðfor
maðurin
Fótbóltur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ongland fekk flúgvandi
byrjan í EM-undankapp
ingini, tá ið teir leygardagin
vunnu 5-0 á Andorra á
heimavølli.
Sambært liðformanninum
John Terry gav føroyska stór
tapið Glasgow ensku spæl
arunum luft undir veing
irnar.
John Terry sigur við The
Sun, at enska liðið hugdi at
dystinum millum Skotland
og Føroyar, áðrenn teir
skuldu á vøllin til EM-dystin
ímóti Andorra.
– Vit hugdu at skotska
dystinum áðrenn okkara
dystur byrjaði, og Skotland
var frammanfyri við fimm
málum, tá hálvleikur var. Eg
vil ikki siga, at hetta legði
trýst á okkum at gera tað
sama móti Andorra. Men
vit vistu, at hetta var tað, ið
øll væntaðu av okkum, sigur
John Terry og heldur fram:
– Andorra er ivaleyst
umleið á sama støði sum
Føroyra, og skotarnir høvdu
víst, hvat kann henda, um
tú fært rætt fatur á hesum
liðunum frá byrjanini av dyst
ininum. Tað riggar ikki altíð,
men hesaferð gjørdi tað, og
vit gjørdu alt, ið nakar kundi
krevja av okkum.
Liðskiparin avdúkaði
eisini, at hetta var nógv lætt
asti dysturin, ið hann hevði
spælt fyri Ongland.
Føroyska tapið gav Onglandi íblástur
John Terry fegnast saman við liðfeløgunum um eitt av fimm málum, sum Ongland skoraði ímóti Andorra leygardagin
Mynd: Scanpix
Tríggir av fýra upp
søgdum venjarum
hava fingið sekkin,
eftir at teir hava dyst
ast við oddaliðið EB/
Streym
Uppsagnir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Higartil í ár eru fýra venjarar
í Formuladeildini annaðhvørt
koyrdur úr starvinum ella
uppsagdir. Tað er onki
óvanligt í, at høvd rulla, tá
úrslitini ikki eru til vildar, og
hetta hava teir fýra Jóannes
Jakobsen, Ole Andersen,
Petur Simonsen og nú eisini
Trygvi Mortensen merkt at
egnum kroppi, tá felag teirra
hevur valt at siga sáttmálan
við teir upp.
Merkisvert er tó, at tríggir
av hesum fýra venjarum hava
fingið sekkin, eftir at teir
hava dystast við oddaliðið
EB/Streym.
Tað var í døgunum eftir 8-
2 stórtapið móti oddaliðnum
EB/Streymi, at Jóannes Jak
obsen varð koyrdur. Síðani
fekk Ole Andersen sekkin,
men var tað eftir 4-0 tapið
fyri Skála. So fekk Petur
Simonsen durafjórðingin og
var tað eftir, at EB/Streymur
og ÍF spældu javnt í avblásta
dystinum á Mølini.
Í morgun boðar NSÍ frá,
at Trygvi Mortensen ikki er
venjari hjá teirra besta liðið
longur, og seinast NSÍ spældi
ein dyst taptu teir 4-1 fyri
oddaliðnum EB/Streymi.
Aftrat tí, kemur frákoyr
ingin av Heine Fernandez
sum venjara hjá HB í fjør,
og tað var somuleiðis eftir
tap fyri EB/Streymi, sum tó
ikki var oddalið tá.
Oddaliðið sendir venjararnar heim