Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 169 - 4. september 2006 ] Ísland skeyt við skørpum í Belfast Ísland spældi leygardagin á útivølli móti Norðurírlandi, og íslendingar skutu við skørpum í Belfast. Tá ið 37 minuttir vóru farnir, vóru teir á odda 3-0, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið av EM-dystinum. Mótsatt før­oyska landsliðnum so eru tað nógvir útisetar á íslendska landsliðnum. Tríggir teirra skoraðu íslendsku málini í Belfast. Fyrsta málið gjørdi Gunnar Thorvaldsson úr Hannover 96. Næsta málið skoraði Hermann Hreidars­son, sum spælir í Charlton Atletic, og so var tað kendasti íslendski fótbólts­útisetin, Eidur Gudjohnsen, sum staðfesti rimmar íslendska sigurin í fyrsta EM undankappingardystinum. Næsta uppgerðin hjá Íslandi verður á heimavølli mikudagin. Tá skulu íslendingar spæla móti Danmark. Hjá føroyingum verður møguleiki at fylgja við á TV3, hvussu tað fer at ganga. Spania megnaði ikki at eyðmýkja Liktinstein Spania var sera sannførandi í innleiðandi umfarinum í HM enda­spæl­inum í summar. Leygardagin fekk Spania góða byrjan í nýggju EM undan­kappingini. Men sigurin á Liktinstein var minni, enn skotski sig­urin var móti Føroyum. Fernando Torres skoraði til 1-0 eftir 20 min­uttir. Liktinstein spælararnir vóru sera treiskir, og tað var ikki fyrrenn ein minutt undan steðginum, at Spania fekk meiri frið, eftir at David Villa hevði økt til 2-0. Eftir steðgin var spanska avrikið betri. David Villa økti til 3-0 í 62. minutti við beinleiðis frísparki, og fýra minuttir seinni staðfesti innskifti Luis Garcia 4-0 heimasigurin. Síðstu løtuna kringsettu spaniumenn mál­ið hjá Liktinstein, men tað eydnaðíst ikki at fáa fleiri mál. Ímóti Georgia spældu teir flestu lands­­liðsspælararnir und­ir miðal, og aftur hesa­ferð var talan um avrik, sum kundu ver­ ið betri. Uppgávan á Celtic Park var tung, og hóast spælararnir stríddust heldur meira hesaferð, gekk tað meira misjavnt hjá teimum flestu Spælaraumrøður Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen Hevði hondina á fimm av seks bóltunum, sum fóru í málið. Var um repp­ið at bjarga báðum brots­spørkunum, men báðir bólt­arnir sníktu seg inn undir hann. Hevði hann havt ein av sínum bestu døgum, so høvdu skotar ikki skorað seks ferðir. Hevði tvær sera góðar bjargingar í seinna hálvleiki, sum forðaðu fyri einum enn størri skrædli. Jákup á Borg Skotar royndu ofta at bróta ígjøgnum í síðuni hjá Jákupi, og serliga í fyrra hálvleiki var tað strævið hjá honum. Í seinna hálvleiki fall ferðin nakað, men James McFadden var ringur at halda. Sparkaði tvey tey fyrstu hornaspørkini hjá Føroyum, men tey komu ikki innfyri. Hevði eitt gott inn­ legg frá hornasparki í seinna hálvleiki. Óli Johannesen Royndi at halda saman upp á føroysku verjuna, men tað gekk ikki so væl í fyrra hálv­ leiki. Gjørdi brotsspark, sum­ kanska ikki skuldi verið dømt. Kláraði ikki at halda Boyd, tá ið hann rann frá verjuni og skor­aði til 4-0. Tað gekk betur at verja í seinna hálvleiki, tá ið føroyska liðið lá longur afturi á vøllinum. Atli Danielsen Gjørdi brotsspark annan dyst­­ in á rað, men støðan var sera óheppin, tá ið Fletcher spark­ aði bóltin á hondina á hon­um. Hevði trupulleikar í fyrra hálvleiki, men spældi held­ur frægari í seinna, tá ið hann fleiri ferðir vardi fyri innleggum. Var tann før­oyski spælarin, sum slapp nógv frægast frá at taka sær av deyð­bóltum. Eina frí­sparks­roynd­in hevði kós í mál­hornið, men málmaðurin sló bóltin til horna. Janus Joensen Hevur ikki sannført um sín leiklut á liðnum, hóast hann hesaferð spældi nakað fríari í seinna hálvleiki, enn hann gjørdi í fyrra hesaferð. Skuldi í 18. minutti taka fríspark á egnari hálvu, men tað var eitt sindur pínligt, at hann ikki rakti bóltin serliga væl, og skotar fóru í kontra. Pauli G. Hansen Helst frægasti føroyski spæl­ arin í hesum dystinum. Var tann, sum fekk glið á før­ oyska samanspælið í seinna hálv­leiki. Byrjaði dystin illa við eini vandamiklari feil­­avlevering við egnan brots­­teig eftir seks minuttir. Tyk­ist ikki fara í so nógvar nær­dystir, men liggur heldur og lúrir eftir at leggja ímillum avleveringar. Fróði Benjaminsen Enn einaferð kundi stað­fest­ ast, at Fróði spælir ikki á tí støð­inum, sum hann áður hev­ ur gjørt. Møguliga er hann ikki komin heilt á toppin eftir skaða fyrr í summar, og í fyrra hálvleiki fekk hann lítið gjørt fyri at verja fyri spælinum hjá besta skotska spælaranum, Fletcher, sum fekk góðan frið at bjóða seg til og renna í dýbdina. Fróði fór fleiri ferðir í nærdystir og niður í taklingar, men tað gekk ikki bara væl við tí. Rógvi Jacobsen Var fluttur úr álopinum og aftur á miðvøllin, og tað var ivaleyst eitt gott trekk. Rógvi søkti allar luft­bóltarnar, og hann vann nógvar av teimum. Fekk eis­ini onkur fríspark, tá ið skotar lótu sínar stóru menn fara í so harðliga í hann í luft­ duellunum. Var fluttur longur aftur á vøllin í seinna hálvleiki og megnaði at fylla onkur av tómu økjunum, sum skotar høvdu gjørt sær dælt av í fyrra hálvleiki. Julian Johnsson Var tikin við á landsliðið aft­ ur, tí liðið hevði brúk fyri einum stríðsmanni. Julian varð settur at spæla í høgru síðu, og tað gekk ikki serliga væl. Julian var rundaður, tá ið skotar skoraðu fyrsta mál­ið, og hann vann ikki nær­dystir í sama mun, sum hann plagdi at gera í gomlum døgum. Gekk heldur frægari hjá honum eftir steðgin, men hann er ikki enn komin í topp­form eftir drúgvan knæ­skaða. Jónhard Fredriksberg Varð settur at spæla í vinstru síðu, har hann ikki hevur spælt serliga nógv áður. Eis­ ini her var ein spælari valdur, sum kundi arbeiða hart, og tað gjørdi Jónhard. Hann var ikki serliga hepp­in við atsóknunum fram eft­ir vøllinum, og tað gekk ikki allatíðina væl í verju­part­inum. Men hann gav ong­an­tíð upp og stríddist fyri seg, líka til hann varð skiftur út eftir ein tíma. Christian Høgni Jacobsen Hevði tað trupult í álopinum, har hann skuldi royna at renna bóltarnar upp, sum Rógvi ella Julian snittaðu víðari. Hevði bestu føroysku royndina í fyrra hálvleiki, men skotið fór sendandi fram við málinum. Misti eitt sindur mótið sum dysturin leið, og um hann hevði ver­ ið vaks allatíðina, kundi tað umsíðir havt eydnast at fingið onkran møguleika. Hanus Thorleifsson Spældi sín fyrsta dyst á føroyska a-landsliðnum og var líka við at skora í seinna hálvleiki, tá ið drønskotið hjá honum streyk fram við málinum. Var arbeiðssamur og tordi eisini at reika eitt sindur á miðvøllinum. Símun Samuelsen Var settur av liðnum eftir dystin ímóti Georgia, men fekk eitt korter á vøllinum hesaferð. Gav dømi um sín skjótleika og bóltførleika seint í dystinum, tá ið hann varð sendur avstað í høgru og legði upp til Hanus, sum hevði góða skotroynd. Kári Nielsen Var eisini settur av eftir dystin ímóti Georgia, og hesaferð fekk hann bert góðar seks minuttir á vøllinum. Uppreisnin varð av ongum