mánadagur 4. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 169 - 4. september 2006 ]
GÍ hevur kært ÍF-dystin
Sunnudagin fyri góðari viku síðani endaði tað 2-2, tá ið ÍF hevði vitjan av GÍ í Formuladysti.
Um tað verður, sum GÍ vil, so verður úrslitið ikki standandi. Gøtumenn hava kært til
kappingarnevndina hjá FSF, sum teir vilja hava at kolldøma úrslitið og at áseta nýggja
grannauppgerð í Fuglafirði. Sambært heimasíðuna hjá ÍF stuðlum hevur FSF heitt á ÍF
um at geva sínar viðmerkingar til málið í seinasta lagi týsdagin.
Orsøkin til kæruna er tann, at ÍF í eina løtu hevði tólv spælarar á vøllinum. Tað komst av
misskiljing í sambandi við, at Christian Soelberg hjá ÍF var uttanfyri vøllin til viðgerðar.
Hendingin var beint undan málinum, sum ÍF skoraði til 2-1, og sambært gøtumonnum vísa
videoupptøkur, at Soelberg var framvegis á vøllinum sum tólvti maður, tá ið ÍF skoraði
málið. ÍF og dómarin skulu geva sína frágreiðing, áðrenn kappingarnevndin fer at taka
støðu.
Eftir tvey 6-0 tap er
føroyskur fótbóltur
vaknaður upp til
veruleika í altjóða
høpi, sum tað ivaleyst
eru nógvar orsøkir til,
og sum tað ikki ber til
at sleppa burturúr í
einum nú
LANDSLIÐSKREPPA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri aðru ferð í minni
enn tríggjar vikur varð fót
bóltslandsliðið leygardagin
sligið í gólvið við tungum
6-0 tapi.
Eftir at tað í nógv ár fyri
tað mesta hevur verið talan
um tap við einum og viðhvørt
tveimum málum, og eftir at
Føroyar onkra ferðina hava
megnað javnleik, er veru
leikin knappliga ein heilt
annar.
Nýggi høvuðsvenjarin
og liðið standa brádliga í
nýggjum altjóða veruleika,
sum er tann, at tjóðirnar, sum
vit kappast við og serliga
pressan í hesum londunum,
heldur, at Føroyar hava einki
at gera í altjóða fótbólti. Tað
er vorðið sum dómur!
Nýggi venjarin stendur
eisini í veruleika í Føroyum,
sum eingin venjari hevur
verið í, síðani stutt framm
anundan, at fyrsti venjarin í
1993 legði frá sær. Fyrrver
andi spælarar hava í viku
skiftinum alment givið til
kennar, at FSF hevur ikki
valt tann rætta venjaran,
og nú hevur ein spælari
boðað frá, at hansara tíð á
landsliðnum er liðug.
Veruleikin
Einfalt sett upp er trupulleikin,
at landsliðið ikki megnar at
fáa mál, og at landsliðið ikki
megnar at byrgja upp fyri
mótstøðuliðunum, sum hava
fingið mál burturúr so at
siga øllum møguleikunum,
sum tey hava havt.
Í tveimum undankapp
ingardystum hava mót
støðuliðini skorað trý mál
upp á brotsspark. Fýra mál
hava teir skorað eftir inn
legg úr síðunum. Í øllum
førunum hava tað verið í
minsta lagi tvær ferðir so
nógvir føroyingar í brots
teiginum frammanfyri Ják
upi Mikkelsen, sum tað
hava verið útlendingar.
Markeringarnar hava verið
ov vánaligar, taklingarnar
hava ikki verið har, tá ið
tær skuldu setast inn, og
blokeringarnar hava ikki
verið so góðar, sum tað áður
er sætt.
Hetta er ein av trupul
leikunum í verjuni. Ein annar
trupulleiki ella kanska heldur
veruleiki er, at málverjin
seinastu tveir dystirnar ikki
hevur spælt á tí ónátúrliga
høga støðinum, sum hann
ofta hevur gjørt. Um Jákup
hevði havt verið á sama
støðinum leygardagin, sum
hann var t. d. tá ið Føroyar
spældu í Litava og Skotlandi
í 1998, so hevði hann vart
fyri fleiri av málunum, sum
fóru ígjøgnum. Og hevði
dómarin verið eitt lítið
sindur lagaligari, enn hann
var tað leygardagin, so hevði
úrslitið havt verið 1-0 ella
2-0 ella kanska 3-0.
Uppaftur ein annar trup
ulleiki er, at teir, sum áttu
at verið berandi kreftirnar
nú, ikki eru so stinnir, sum
teir áður hava verið. Spælar
arnir, sum hava flestu lands
liðsroyndirnar, vístu uttan
undantak ikki tað, sum teir
áður hava megnað.
Framtíðin
Einasta positivi veruleikin
eftir Skotlands ferðina
er, at Føroyar ikki skulu
spæla nú mikudagin, sum
annars verður stórur lands
dystardagur kring Europa.
Litava, sum megnaði 1-
1 á útivølli móti italsku
heimsmeistarunum leygar
dagin, vitjar á Tórsvølli
leygardagin 7. oktober. Tað
verður risastór uppgáva, og
avbjóðingin verður uppaftur
størri, tá ið Føroyar nakra
dagar seinni skulu til Frak
lands!
Eingin ivi er um, at tann
veruleikin, at tað eru so
fáir útisetar á landsliðnum,
sæst aftur í avrikunum.
Síðstu vikurnar hava bæði
Christian Høgni Jacobsen og
Atli Danielsen sagt, at teir
ætla sær uttanlands at royna
eydnuna. Fyri landsliðið er
at vóna, at fleiri fara saman
við teimum, og at fleiri fara
at megna at arbeiða seg
upp. Síðani Jákup Mikkel
sen og Todi Jónsson vóru
profilar í superliguni hava
dømini verið ov mong um
spælarar, sum eftir stutta
tíð í útlandinum, aftur hava
leitað heim á klettarnar.
Heima í Føroyum tykist
tað vera torført at finna aðr
ar betri spælarar, enn teir
eru, sum leygardagin vóru
í Glasgow. Nú ræður um
at fáa pjøssa skútuna, sum
meiri ella minni er í havs
neyð, saman til nýggjan túr.
Tveir teir fyrstu dystirnir í
EM undankappingini hava
staðfest, at holdið er veikt,
og at viljin ikki er so fúsur,
sum hann áður hevur verið.
Skotland-Føroyar 6-0 (5-0)
EM undankappingardystur á Celtic Park stadion í
Glasgow leygardagin 2. september 2006 kl. 15
Dómarakvartett úr Russlandi: Igor Egorov, Evgeniy
Volnin, Vladislav Khodeev og Alexander Conchar
Áskoðarar: 50.059
1-0: Darren Fletcher 7.
2-0: James McFadden 10.
3-0: Kris Boyd br 24.
4-0: Kenny Miller br 30.
5-0: Kris Boyd 38
6-0: Garry O’Connor 85.
Skotland: Craig Gordon, Heart of Midlothian - Christian
Dailly, West Ham United, Steven Pressley, Heart of
Midlothian, David Weir, Everton, Gary Naysmith, Everton
- Darren Fletcher, Manchester United (Gary Teale, Wigan
Athletic, 46.), Nigel Quashie, West Bromwich Albion
(Scott Severin, Aberdeen, 84.), Paul Hartley, Heart of
Midlothian - Kenny Miller, Celtic (Garry O’Connor,
Lokomotiva Moskva, 61.), Kris Boyd, Glasgow Rangers,
James McFadden, Everton
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Neil Alexander,
Cardiff City, Graham Alexander, Preston North End,
Russel Anderson, Aberdeen, Gary Caldwell, Celtic
Gult kort: Darren Fletcher og Kenny Miller
Venjari: Walther Smith
Føroyar: Jákup Mikkelsen, 44/-93, B36 - Jákup á Borg,
45/2, HB, Atli Danielsen, 15/0, KÍ, Óli Johannesen,
79/1, liðformaður, TB, Janus M. Joensen, 3/0, HB -
Julian Johnsson, 62/4, B68, Pauli G. Hansen, 3/0, Skála,
Fróði Benjaminsen, 38/2, B36, Rógvi Jacobsen, 38/6
(Kári Nielsen, 4/0, HB, 84.), (Símun Samuelsen, 5/1,
Keflavík, 76.), Jónhard Frederiksberg, 11/0, Skála (Hanus
Thorleifsson, 1/0, B36, 60.) - Christian Høgni Jacobsen,
29/2, NSÍ
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt Joen
sen, 0/0, KÍ, Claus Bech Jørgensen, 10/1, Blackpool,
Hans Pauli Samuelsen, 2/0, EB/Streymur, Vagnur Mohr
Mortensen, 1/0, HB
Gult kort: Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Jónhard
Frederiksberg og Óli Johannesen
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Ikki á dómaraseðlinum men í ferðalagnum: Bárður Olsen
1/0
Holdið er veikt og
viljin er ikki so fúsur
Eftir at tað í nógv ár fyri tað mesta hevur verið talan um tap við einum og viðhvørt tveimum málum, og eftir at Føroyar onkra
ferðina hava megnað javnleik, er veruleikin knappliga ein heilt annar
Mynd: Álvur Haraldsen