Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 169 - 4. september 2006 tíðindi Heðin M. Klein, sum er nevndarlimur í Rithøvunda­ felagnum greiðir frá, at hetta man vera á fyrsta sinni, at føroyingar fáa høvi at hoyra rithøvundar ættaðar úr Ís­landi, Hetlandi, Orknoyum og Suðuroyggjum/Hebridu­ num bera fram og lesa upp saman. Tað verða teir seks høvundarnir: íslendsku Aðalsteinn Ásberg Sigurðs­ son, Gyrðir Elíasson; Lise Sinclair av oynni Fair Isle; Matthew Wright av Orkn­oyum; Donald S. Murray av Hebridu­num og hetlendska Jen Hadfield, ið fara at bera fram og lesa upp úr egnum verkum á bókmentatiltakinum, sum Rithøvundafelagið skipar fyri í Norðurlandahúsinum, mikukvøldið 6. septembur. Umframt høvundarnar fara Spæli­menninir, sum jú eru væl kendir við hetlend­ skan fólka­tónleik, at tríva í ljóðførini – og ikki er óætlað, at ikki onkur av høvundunum fer at leggja uppí eisini! Tiltakið, sum er ókeypis, byrjar mikukvøldið 6. sep­ temb­er kl.19.30 stundis­liga og varir í um leið tveir tímar. Forkunnugt bókmentatiltak í Norðurlandahúsinum: Úr Suðuroyggjum til Re Aðalsteinn Ásberg Sigurðs­son Aðalsteinn Ásberg Sigurðs­son, fød­dur í 1955 í Húsavík á Norðurlandinum í Íslandi og vaks upp har á leiðini. Eftir at hann var farin í ís­lend­ska handilsháskúlan í Reykjavík, las hann íslendskt mál, tónleik og leiklist. Í 1977 læt hann fyrstu bók sína koma út, yrkingasavnið Ósánar lendur (Ósátt lendi). Síðan hevur hann givið út 10 yrkingasøvn, bæði upp­runa­verk og týdd, eina skaldsøgu og 8 barnabøkur. Umframt bøkur hevur hann givið út nógvar upptøkur við sínum lýrikki og sangum. Seinastu yrkingasøvn hansara eru Eyðibýli (Frágingin hús) 2004, við ljósmyndum eftir Nøkkva Elíasson, og Romsubókin (Ramsubókin), barnabók 2005. Aðalsteinn býr í Reykjavík og er fulltíðar høvundur, sangskrivari og út­gávu­ maður, bæði við tónleiki og bókmentum. Seks frægir, fjølbroyttir og ymiskligir rithøvundar úr næstu grannaoyggjum okkara fyri norðan og sunnan fara at bera fram og lesa upp úr egnum verkum, tá Rithøvundafelag Føroya skipar fyri einum áhugaverdum og heldur sjáldsomum bókmentatiltaki í Norðurlandahúsinum, mikukvøldið 6. septembur. Matthew Wright var fødd ur og vaks upp í Kirk­wall í Orknoyum. Hann las eitt skiftið lívfrøði í Edin­burgh, har hann av álvara varnaðist sítt íborna stikni til býarlívið! Aftan á at hann var givin at arbeiða sum barrvørður og sjó-starvs­stovu- tøkningur og var fluttur aftur til Orknoya, kom hann so smátt fyri seg aftur eftir tey strevnu studentsárini. So flutti hann til Hetlands, og nú býr hann í Hammavoe á oynni Burra. Har fór hann at lesa síni egnu handrit. Hann hevur skrivað stuttsøgur, líka síðan hann dugdi at halda á einum penni, men ikki fyrr enn nýliga er hann farin at lata tær frá sær á prenti. Orð hansara eru komin á prent í The Pull of the Moon og North­ words, og hann hevur lisið upp á Wordplay bókastevnuni í Lerwick. Matthew Wright Mentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo