mánadagur 4. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2006
23
tíðindi
eykjavíkar
Gyrðir Elíasson var føddur í 1961. Ættfólk
hansara kemur av Eystfirðum í Íslandi,
men hann vaks upp í Sauðárkróki á
Norðurlandinum, haðani hann varð studentur.
Eina tíð búði hann vestanfyri, á Borgarnesi og
Akranesi, seinni í Reykjavík.
Næstan alt sítt vaksnamanna lív hevur hann verið fulltíðar
rithøvundur, hevur givið út mong yrkingasøvn, skaldsøgur
og stuttsøgusøvn. Gyrðir Elíasson er ein av teimum mest
virdu rithøvundunum í sínum ættarliði og er virðisløntur
fyri verk síni. Hann er íðin týðari, hevur týtt nógvar bøkur
um og eftir amerikanska upprunafólkið, og hann hevur týtt
tríggjar skaldsøgur eftir Richard Brautigan.
Gyrðir Elíasson
Donald S. Murray, føddur í 1956, er
ættaður úr Ness, norðast á oynni Lewis
í Suðuroyggjum, t.e. Hebridunum, sum
fólkið haðani eisini nevna Western Isles
(Vesturoyggjar), av tí at tær liggja vestur úr
Norðurskotlandi.
Donald, hvørs móðurmál er skotsk-gæliskt,
hevur undirvíst í mong ár, bæði í Suðuroyggjum/
Hebridunum og í seinastuni í Hetlandi. Skrivligu
avrik hansara eru prentað ymsastaðni. Yrking hansara
og prosa, blaðmannaskriving og ørindi hava staðið
í ymiskum ritum, til dømis New Writing Scotland,
New Shetlander, Edinburgh Review, Poetry Scotland,
West Highland Free Press, The Herald og The
Stornoway Gazette.
Nakrar av søgum hansara eru komnar út í stuttsøgu
savninum Special Deliverance (1998). Eisini hevur
hann skrivað rit um oyggjafólkini, líka úr Hetlandi
suður ímóti Írlandi, West Coasters og Between Minch
And Muckle Flugga – henda seinna bókin lýsir
bondini millum Suðuroyggja og Hetlands, hvussu
líkt lívið á báðum oyggjaflokkunum hevur verið.
Komandi bók hansara, Speak To Us Catriona, byggir
á munnligar arvmentir av heimaoyggj hansara, Lewis
í Suðuroyggjum.
Donald S. Murray
Jen Hadfield, f. 1978 (nevnir seg stundum Rogue Seeds) man vera
tann mest eksperimenterandi av teimum høvundunum, sum
bera fram í Norðurlandahúsinum. Hennara fyrsta yrkingasavn
“Almanacs” (2005) var skrivað í Hetlandi og í Suðuroyggjum í
2002. Sjálv lýsir hon yrkingasavnið m. a. soleiðis:
“Almanacs is about lists, rules and archetypes and what they don´t account for ...
The central sequence, Lorelei´s Lore, is a road movie in poems, set in the north
of Scotland: Ultima Thule, hijacked by elusive sirens and Harrier jets. Ghosty´s
driving: Ghosty who´s given up on everything except Skerryman and The Road,
and Skerryman himself, the patron saint of bad weather and absence-makes-the-
heart-grow-fonder. Lorelei´s Lore is obsessed with yearning, like the two seas
separated by Shetland: metres apart / and desperate for each other.”
Árini undanfarnu hevur Jen Hadfield, sum tá hevur nevnt seg Rogue Seeds,
millum annað gjørt sjáldsamar, handgjørdar listbøkur og yrkingalíki. Hon hevur
eisini arbeitt við ljósmyndum og hevur verið útgávuráðgevi m.a. hjá Chapman
Publishing, og hon er fleiri ferðir virðislønt fyri síni listarligu avrik.
Jen Hadfield
Lise Sinclair býr og er uppvaksin á Fair
Isle, teirri fjarskotnu oynni miðskeiðis
millum Hetlands og Orknoya, har sum
hon var fødd í 1971. Hon slepti síni góðu
starvsleið í føgrum listum í Glasgow
School of Art fyri at hjálpa manni sínum
Ian Best, sum er bátasmiður. Tey eiga fýra
børn saman.
Lise Sinclair
Lise er sangari og tónleikari, hon hevur spælt inn, givið út og staðið víða hvar á
palli, eitt nú í Reykjavík, Noregi, Washington DC og í Glasgow. Seinastu árini
er hon farin undir at skriva bæði yrkingar og sangir, og hon hevur komponerað
og framført eina suitu fyri cello, hørpu og rødd, við støði í hetlendskari yrking.
Yrkingarnar hjá henni hava staðið í The New Shetlander og Pull of the Moon.