mánadagur 4. september 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 169 - 4. september 2006
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
– Bæði slangur, alligatorar, varanar og krokodillur hava
fingið av bita av mær
Steve Irwin
Vandi er fyri, at
Deyðahavið fer at
torna upp, men nú
ætla ísraelsmenn og
jordanar at bjarga tí
sermerkta vatninum.
Tey seinastu 50 árini er
Deyðahavið minkað nógv,
og serfrøðingar siga vanda
vera fyri, at tað fer at torna
upp.
Men nú hava jordanski
kongurin biðið bretska
arkitektin Lord Foster gera
eitt uppskot um, hvussu
tað sermektra vatnið kann
bjargast. Uppskotið hjá
Foster er at leiða sjógv úr
Reyðahavinum í Deyðahavið
ígjøgnum eina veit, sum skal
gravsst tvørtur um Sinai-
oyðimørkina, skrivar The
Times.
Útrokningar vísa, at
Deyðahavið er minkað ein
triðing tey seinastu 50 árini.
Vatnið er sera væl umtókt
ferðamál, og teir jordansku,
ísraelsku og palestinsku
myndugleikarnir vilja fegnir
varðveita inntøkurnar frá
ferðafólkunum, sum á
hvørjum ári leita sær til
Deyðahavið. Teir hava eisini
játtað at býta útreiðslurnar
av at bjarga vatninum, og
fyribils verður mett, at
tað fer at kosta einar 15
milliardir krónur.
Umhvørvisfólk eru ikki so
fegin um bjargingarætlanina.
Tey stúra fyri, at tann serliga
evnafrøðiliga blandingin
í Deyðahavinum verður
oyðiløgd, um sjógvur úr
Reyðahavinum
verður
leiddur í vatnið.
Skulu bjarga Deyðahavinum
Hann bardist og beist
aðist við eitrurslangur
og stórar krokodillur,
og fleiri teirra fingu ein
bita burtur av honum.
Í morgun beindi ein
tindaskøta fyri Steve
Irwin
Tað var ikki so løgið, at
avstralska løgreglan lýsti
deyðsfallið sum sera óhepp
ið. Steve Irwin hevði verið
í mongum leiki við eitrandi
slangum og risastórum
krokodillum, og so bleiv tað
at enda ein skøta, sum beindi
fyri honum.
Í morgun var hann saman
við myndamonnum og øðr
um í ferð við at taka upp
eina sjónvarpssending við
Great Barrier Reef uttan fyri
Port Douglas á avstralsku
eysturstrondini,
tá
ein
tindaskøta brádliga stakk hann
í bringuna. Læknar vórðu
boðsendir beinanvegin, men
har var einki at gera. Steve
Irwin var deyður. Tað var
klokkan trý í nátt okkara tíð.
Tá høvdu myndugleikarnir
sent eina tyrlu við bjarg
ingarfólki til eina lítla oyggj
har á leiðini, men tey kundu
bara staðfesta, at tann 44 ára
gamli Irwin var deyður, sigur
sjónvarpið ABC.
– Skøtan stakk hann í
bringuna. Helst doyði hann
av hjartasteðgi, sigur kavarin
Steve Edmondson, sum var
hjástaddur, tá tann kendi
náttúruvinurin doyði.
Tindurin á halanum á
tindaskøtuni er eitrandi og
ógvuliga hvassur. Tá skøtan
kennir, at hon er í vanda,
hendir tað, at hon slær við
halanum fyri at verja seg.
Ivaleyst var tað tað, sum
hendi við Great Barrier Reef
í morgun.
Heimskendur
Steve Irwin gjørdist kendur
um allan heimin fyri sínar
náttúrusendingar, og tað var
serliga hansara sermerkti
framferðarháttur, sum gjørdi
bæði hann og sendingarnar
væl umtóktar. Hann var sera
djarvur og beistaðist ofta við
eitrandi slangur og stórar
krokodillur, sum var tað eitt
spæl.
Fyri tveimum árum síðani
var hann fyri hvøssum
atfinningum, tí hann hevði
sín ein mánað gamla son í
ørmunum, meðan hann beist
aðist við eina krokodillu.
Men sjálvur helt Irwin uppá,
at sonurin var ongantíð í
vanda.
Fleiri vildu eisini vera við,
at hann órógvaði pingvinir,
kópar og onnur djór, tá hann
gjørdi eina sjónvarpssending
í Antarktis. Men eisini hesa
ferð vísti hann atfinning
unum aftur, og hóast tey
atfinningarsomu
løgdu
málið fyri avstralsku umhv
ørvismyndugleikarnar, tóku
teir ikki málið upp.
Ofta nær við
Meiri enn eina ferð var Steve
Irwin í lívsvanda, og í einari
samrøðu bleiv hann spurdur,
hvat var tann vandamesta
støðan, sum hann hevði
verið í.
– Tað hevur ofta verið nær
við. So ofta, at tað ber ikki til
at taka ein tilburð burturúr,
svaraði hann.
Í teirri somu samrøðuni
bleiv hann spurdur, um hann
nakrantíð hevði fingið skaða
av at hava beistast við djór.
– Ja, fleiri ferðir. Bæði
krokodillur, varanar, alliga
torar og fleiri hundrað slang
ur hava fingið ein bita burtur
av mær.
Ikki deyður!
Tað hevur fleiri ferðir ljóðað,
at Steve Irwin var deyður, tí
ein krokodilla ella ein slanga
hevði gjørt av við hann. Í
einari samrøðu við Animal
Plamet gjørdi hann gjøldur
burtur úr søgunum:
– Eg havi ongantíð fingið
slangueitur í meg. Herfyri
frætti eg, at eg var deyður.
Onkur vildi vera við, at ein
eiturslanga hevði gjørt av
við meg, onkur annar segði,
at tað var ein krokodilla,
og uppaftur onnur vildu
vera við, at tað var ein eitur
koppur, sum hevði birið meg
so meint, at eg doyði. Nei,
skal eg siga tykkum. Steve
Irwin er á framvegis á lívi,
segði hann við Animal Planet
fyri fýra árum síðani.
Fýra ár seinni tók ein
skøta lívið av avstralska
náttúruvininum og ævin
týraranum.
Steve Irwin og konan Terri
giftust í 1992, og tey fingu
eina dóttur og ein son.
The Crocodile Hunter deyður
Soleiðis munnu mong minnast Steve Irwin sum „The Crocodile Hunter“