Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 5. september 2006 3 tíðindi Vit, fólkið í Føroyum… Almennur kunningarfundur um nýggja føroyska stjórnarskipan í samkomuhøllini í Vestmanna skúla mikukvøldið 6. september 2006 kl. 19.30 Stjórnarskipanarnevndin fer komandi mánaðirnar at skipa fyri almennum kunningarfundum kring landið. Fyrsti fundurin verður í samkomuhøllini í Vestmanna skúla mikukvøldið 6. september 2006 kl. 19.30. Formaðurin í nevndini fer at greiða frá arbeiðinum at smíða eina nýggja føroyska stjórnarskipan. Eisini fer hann at lýsa ásetingar um búrættindi. Skrivarin fer at greiða frá heimasíðuni hjá nevndini. Høvi verður at seta spurningar og at ogna sær ókeypis tilfar um stjórnarskipanararbeiðið. Stjórnarskipanarnevndin arbeiðir við at smíða nýggja føroyska stjórnarskipan. Grundarlagið undir hesum arbeiði er frágreiðing frá gomlu Grundlógarnevndini og Fyrra fl aggdagsálit frá 2004. Í Stjórnarskipanarnevndini eru politikarar og serfrøðingar. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til stjórnarskipan í seinasta lagi 31. desember í ár. J. C. Svabos gøta 14 · 100 Tórshavn · ssn@ssn.fo · www.ssn.fo Fjarðahús, Timb­ur­ hand­il & Byggibúð hev­ur, saman við P/F Hjá Fróða, keypt Sp/f Damor, ið húsast á Hjalla í Tórshavn handilsvinna Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - P/F Fjarðahús hevur við hesum gjørt eitt stra­ te­g­iskt keyp, ið styrkir støð­una hjá Fjarðahúsum á byggimarknaðinum og gev­ur kundunum ein sera á­hug­a­verdan møguleika at handla alt til húsið á einum og sama stað. Hetta sigur Óli M. Hansen, stjóri í P/F Fjarðahús, sum hevur keypt Damor frá Per Mortensen. Nýggju eigararnir siga, at fólk, sum skulu keypa, byggja ella umbyggja hús, kunnu longu komandi ár leita sær inn í eina nýggja byggimiðstøð á Hjalla. - Har verður alt at fáa til húsið - líka frá timburi og amboðum til máling, køkar og el-lutir. Nýggja og 6.000 fer­metr­ ar stóra byggimiðstøðin stend­ur væntandi klár í 2007, og orsøkin til, at hon kann gerast veruleiki, er, at tríggj­ar sterkar fyritøkur nú kasta saman. Endaliga avtalu um at keypa SP/F Damor, ið m. a. selur køkar, hvítvørur, V. H. S.-lutir, el-útgerð og mangt annað, er gjørd í vik­ u­skiftinum. - Talan er um eitt stra­ teg­iskt keyp, sum fyrst og fremst ber í sær, at kund­ ar­nir hjá øllum trimum fyr­ i­tøk­u­num nú fáa eitt heil­ stoypt keypsupplivilsi. Tá bygg­imiðstøðin er reist, fæst stórt sæð alt, sum skal brúkast til eini hús, frá okkum á einum og sama stað. Tað er ein stórur fyri­munur fyri kundarnar, og vónandi styrkir tað okk­ara fyritøku, ið nú er nógv víðkað, sigur Óli M. Hansen. Hann vísir á, at júst hes­ ar tríggjar fyritøkurnar – Fjarðahús, Hjá Fróða og Dam­or – hóska sera væl sam­an, tí eingin teirra hev­ ur somu vørur til sølu, tó at vøruúrvali hjá teimum trimum fyritøkunum hóskar væl saman. Per Mortensen, ið átti SP/ F Damor, hevur valt at selja sína fyritøku, og hann ætlar at takast við annað starv frameftir. Fróði Sigvardsen, ið eigur P/F Hjá Fróða, er vorðin part­a­eigari í P/F Fjarðahús, og hann er settur sum stjóri í Damor. Partarnir eru samdir um, at keypsprísurin er í trúnaði. Eftir at fyritøkurnar hava kastað saman, starvast tilsamans knappliga 20 fólk í P/F Fjarðahús. Fjarðahús og Fróði hava keypt Damor Tveir av nýggju eigarunum í Damor, Fróði Sigvardsen og Regin Joensen saman við Per Mortensen, fyrrverandi eigara Mynd: Jens Kristian Vang