mikudagur 6. september 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 171 - 6. september 2006
tíðindi
SAMBAND
Eirikur Lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
+ ) + ( 3
<´heoW8Wda_X`Whj³hdWj][hWb´]kh
b|diXh³l"ikc\ob]_h]ed]Z_d_^`|hkii_iaW"
a_d[i_iaWe]jkha_iaW]`WbZeohWdkc$
A[ofiakhikh_d [h |i[jjkh j_b akhi '&)$
ßb´]Wd [h jho]]" j kc ]`WbZeohkd_ _aa_
ijohadW(|hWjWhia[_dkc"\³ijbW]Z_
f[d_d]kh_dW\jkh\oh_akhi'&&$
çjb_j[hkj_b"Wj]`WbZeohkd_HkiibWdZ_"A_dW
e]JkhaWbWdZ_ijohadWcjl[]_i[lhkd_e]
ZebbWhWdkc\hWcj_d_$
,Ê///Ê6-/Ê
Ê :1,ÊÊ ¶Ê
L[dZj³hj_b[_dWleaaWhWb´]kh|][lkce]\|c[_hWWjl_jWkcFBKI)LWbkjW(&&.$
<|[_i_d_c[_hWWjl_jW|mmm$\eheoWXWda_$\e$JWhia[_0/$eaj$(&&,Å/$eaj$(&&.$
L[hkhiWcbWWWlaWij_]`WbZeohW#
akhlkd_c_bbkc&e](&fhei[dj"l[hkh
bW]ZWkff^³ZZ_dj]ebZ_d\oh_akhi'(&$
L[hkhiWcbWWWlaWij_]`WbZeohW#
akhlkd_jWiWcWikc(&fhei[dj[bbW
^³]h_"l[hkhWbjWlaWij_j]ebZ_$
L_ed]kcWlaWij_[bbWl_adWdZ_
]`WbZeohkcl[hkh_dd\h_d]Whahkikh_d
|'&&j]ebZ_d$
'&&|hÅod]h_[dddWahWdj
- Tað hendur øgiliga nógv á tónleikapallinum bæði Planet Awards, festivalar og GBOB, haraft
urat velur Dimma eisini bestu fløgu, og tá nógvar broytingar eru á tónleikapallinum, mugu
vit eitt umhugsa okkara støðu á honum, sigur Niels Halm, ið tó leggur dent á, at enn er eingin
avgerð tikin, um prixið verður ella ei.
Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum
Hvørki Norðurland
ahúsið, Kringvarpið
ella Føroya Undir
haldstónleikarafelag
kunnu vátta, at skipað
verður fyri Prix Før
oyum í 2007. Men
tað tykist heilt greitt,
at fyriskipararnir
umhugsa at gevast
við stóru kappingini,
ið hevur verið síðan
1995
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Á heimasíðuni kjak.fo kom
í gjár fram, at einki Prix
Føroyar verður í 2007.
Vit hava roynt at fingið
tíðindi váttað, men hvørki
úr Norðurlandahúsinum,
Kringvarpinum ella Føroya
Undirhaldstónleikarafel
ag verða tíðindi váttað,
men tey verða heldur ikki
avsannað.
- Vit hava havt ein fund,
og eru farin hvør sær at tosa
um málið innanhýsis, sigur
Niels Halm stjóri í Norður
landahúsinum.
Hann greiður frá, at innan
fyri eina ella tvær vikur,
verður endaliga avgerðin
tikin, og so verður eitt sam
lað tíðindaskriv sent út.
Eisini Ivan Niclassen úr
Kringvarpinum er fáorðað
ur um málið.
- Vit hava ikki tikið
nakra endaliga avgerð, um
vit fara at skipa fyri Prix
Føroyum komandi ár. Vit
hava havt fund við FUT og
Norðurlandahúsið, og tosa
nú um málið innanhýsis.
Vit koma væntandi við ein
um tíðindaskrivi um eina
til tvær vikur, sigur Ivan
Niclassen.
Hann vil ikki koma við
øðrum viðmerkingum í
løtuni, og vísir annars til
Kaj Johannesen formann í
Føroya Undirhaldstónleika
rafelag, tí FUT er høvuðs
fyriskipari.
Kaj Johannesen kann
hvørki vátta ella ávátta, um
Prix Føroyar verður á skránni
í 2007. Hann sigur, at í
løtuni viðgerð Kringvarpið
málið innanhýsis, og tá
Kringvarpið vendur aftur
- møguliga einaferð í
komandi viku - so verður
avgerð tikin og eitt felags
tíðindaskriv sent út.
Spurdur um hann kann
ímynda sær Prix Føroyar
uttan Kringvarpið og uttan
Norðurlandashúsið við í
fyriskipanini, sigur Kaj,
at hetta hevur hann slettis
ikki hugsað um enn. Men
um tað verður aktuelt, so
má tann møguleikin eisini
umhugsast.
Vit spurdu Niels Halm,
hví man yvirhøvur umhugs
ar málið, Prix Føroyar
hevur verið ein tann týdn
ingarmesti
brikkurin
í
menningini av føroyskum
tónleiki, síðan prixið kom
á skránna fyrstu ferð, og
hevur verið beinleiðis orsøk
til, at sera nógv føroysk
mentan er skapt.
- Tað hendur øgiliga nógv
á tónleikapallinum bæði
Planet Awards, festivalar
og GBOB, harafturat velur
Dimma eisini bestu fløgu,
og tá nógvar broytingar eru
á tónleikapallinum, mugu
vit eitt umhugsa okkara
støðu á honum, sigur Niels
Halm, ið tó leggur dent á, at
enn er eingin avgerð tikin,
um prixið verður ella ei.
Prix Føroyar hevur ver
ið annað hvørt ár síðan
1995, hetta hevur hvørja
ferð verið ein av størstu
tónleikahendingunum her á
landi. Til finaluna ferðast
hópin av útlendskum gest
um til Føroyar at upp liva
blómandi føroyska tónleika
lívið. Kapp ingin hevur vakt
stóran ans uttanlands, og
fyrr í ár gjørdi Áland av at
fara undir sína egnu útgávu
av prixnum við føroysku
kapp ingini sum íblástri.
Millum Prix vinnararnar
higartil finna vit fólk sum
Eivør Pálsdóttir og Høgna
Lisberg við Clickhaze, Teit
Lassen við Mark No Limits.
Hetta eru í løtuni millum
tey føroysku nøvnini, ið
klára seg best uttanlands.
Hóast prixið kann hava
verið eitt slag av íblástri
fyri hesi tónlistarfólk, er
merkisverdigt, at tey eru
farin uttanlands at royna
seg sum einstaklingar. Tað
er nevniliga so, at av teim
um seks bólkunum, ið hava
vunnið Prix Føroyar er bert
ein til longur, tað er Gestir.
Prix vinnarar
1995 Moirae
1997 Mark No Limits
1999 Taxi
2001 Clickhaze
2003 Gestir
2005 Go Go Blues
Einki Prix Føroyar 2007?
Fitt av fólki hevði
funnið sær veg til
Leynar í morgun,
har ein grind legði
beinini. Drápið
gekst skjótt og væl,
og mett var, at grind
in var á leið 150 hval
grind
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mett verður, at grindin,
sum doyði í Leynum í
morgun var upp á 150
hval. Nakað av fólkið
hevði leitað sær til
Leynar, eins og nakrir
bátar vóru í drápinum,
men tó ikki í ov stóran
mun.
Sum vit skilja á lag
num, so gekst drápið
skjótt og væl, og grindin
var dripin eftir eini løtu.
Í løtuni verður grindin
sleipað til Vestmanna,
har hon verður merkt. Í
skrivandi stund er ikki
greitt um býti á grindini.
Tað vóru ikki bert grind
afólk, sum høvdu funnið
vegin fram til Leynasand
í morgun. Nøkur forvitin
ferðafólk stóðu eisini og
hugdu at, og tey hava
allarhelst fingið eitt eyka
og óvæntað upp livisli á
føroyatúrinum.
Grind í Leynum
Um 150 hval doyðu í grindini í Leynum í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang