Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Unga Tjóðveldið fer nú at endur- rísa tónleika til- takið Free Føroy- ar, fríggja dagin 15. septem ber verður full veldis- pro paganda og tón- leik ur á skránni í Ting húsgarðinum. Konsert Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Fríggjadagin 15. september verður fyrsta Free Føroyar konsertin í yvir trý ár, tað er Unga Tjóðveldið sum skipar fyri, konsertin verður hildin í sambandi við, at 14. sep- tember er dagin fyri, enn er øll skráin ikki løgd, men fyribils er greitt, at millum tey sum framføra verða Petur Pólson, Deja Vu og Uni Debess. Konsertin verð- ur hildin í Tinghús garðinum í Havn. 20. apríl í 2001 legði Lær- ara skúlahøllin pall til fyrstu Free Føroyar konsertina. Undir slagorðinum “Nokk er kúgað, trampað og knúlvað! FREE FØROYAR!”, skipaði Unga Tjóðveldið saman við Tónleikarum fyri loysing fyri rokkkonsert við nøkrum av mest spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum, m.a. bólkinum, ið dagin eftir vann Prix Føroyar finaluna, Clickhaze og bólkum sum 200, Týr,. Side Effect, Happy?, ið seinni skifti navn til Makrel og Teir, ið var blúsbólkur hjá Una Debess. Í tíðarskeiðinum fram til 16. apríl 2003, skipaði Unga Tjóðveldið fyri 8 Free Før oy- ar konsertum. Talan var um reindyrkaðar propaganda- konsertir, ið skuldu eggja undir stríðið fyri Føroyum sum sjálvstøðugari tjóð. Millum bólkarnir vóru talur, skemt og annað á skránni. Rúni Nielsen fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldi- num var ein av fyriskip ar un- um av Free Føroyar konsert- unum. Hann greiðir frá, at konseptið við Free Føroyar konsertum var eitt sindur útvatnað, tá tey gjørdu av at gevast í 2003. Eftir 8 kon sert- ir var trupult at endurnýggja seg, og tí var konseptið lagt til hvíldar. Barbara Holm núverandi forkvinna í Unga Tjóðveldi- num heldur, at tað er meira aktuelt enn nakrantíð áður at skipa fyri Free Føroyar konsert. Í hesum døgum er fullveldið tikið av politisku dagsskránni, og tí er týdn- ingarmikið at fáa vakt full- veldisandan aftur í fólki. Rúni Nielsen er ikki longur formaður í Unga Tjóðveldi- num, men hann er við í fyri- skipanini av tiltakinum í Tinghúsgarðinum. Hann heldur aftan á ein steðg í 3 ár er hóskandi aftur at skipa fyri Free Føroyum. – Frælsu Føroyar hava ongantíð áður enn nú havt slíkan gróðrarbotn í før- oyska tónleikapallinum. 200 eru populerari enn nakr an- tíð, ein hoyrir, hvønn 5 ára gamlan óvita ganga og láta "0-hugsjón" og "Muscle man- blað", sigur Rúni, og heldur fram: – Hesuferð er tað eisini ramari veruleiki enn nakr an- tíð. Ung fólk í dag eru upp- vaksin við hugsaninni um frælsi, sjálvbjargni og fult ræði í egnum landi. YVIRLIT YVIR FREE FØROYAR KONSERTIR 20. apríl 2001 í auluni á Læraraskúlanum í Havn 20. juni 2001 í Sandagerði í Havn 14. september 2001 í høllini á Eiðinum í Vági 15. september 2001 í auluni á Læraraskúlanum í Havn 18. mars 2002 í Skopun í Ungmanna felags- húsinum 1. apríl 2002 í KÍ høllini í Klaksvík 25. apríl 2002 í gamla kommunu skúla garð inum í Havn 16. apríl 2003 í Losjuni við Gøtugjógv rísur aftur 200 og Sambandsomman rokkaðu í Gl. Kommunuskúlagarðinum í sambandi við Free Føroyar á Flaggdegnum 2002