Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 171 - 6. september 2006 lýsingar Hondbóltsvenjari Søkt verður eftir hondbóltsvenjara til barna- og ungdómsdeildirnar hjá Eiðis Bóltfelag veturin 06/07. Nærri fæst at vita við at venda sær til Eiðis Bóltfelag á tlf. 262151 ella 258364. Sjúkrarøktarfrøðingar Á psykiatriska deplinum D2, eru tvey avloysara­ størv leys at søkja á brøk 0,5 í blandaðum vaktum til setan 1. oktober til 31. desember 2006. Løn- og setanartreytir smb. sáttmálan millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara á D2, tlf. 304500, lokal 4002, t­post BiAn@lsh.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, t­post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 21. september 2006 kl. 12.00. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar­ og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikkja á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Havnar Sjónleikarfelag Vaskifólk Søkt verður eftir fólki til reingerð 5 tímar um vikuna. Áhugað kunnu venda sær til nevndarformannin Karin Djurhuus, tlf. 317029/217029 ella Oddvá Nattestad, leiðara, tlf. 311132/281131. Pedagogur til Drotning Ingridar Meinigheits­­barnagarð Vit sóknast eftir einum pedagogi, at starvast 30 tímar um vikuna í Látrinum. Í Látrinum ganga 17 børn í aldrinum 3-6 ár og við tær vera tit 4 starvsfólk, 2 pedagogar og 2 hjálparfólk. Vit vóna tú kann byrja í starvinum 1. oktober 2006. Vit bjóða: • áhugavert og avbjóðandi starv • rúm fyri nýhugsan • góðar og álítandi starvsfelagar Vit vænta at tú: • kann arbeiða sjálvstøðugt • kann taka ábyrgd • hevur hugflog og er kreativ/ur • dámar væl at vera úti Setanarviðurs­­kifti Starvið verður sett, eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið. Meiri fæs­­t at vita um starvð við at venda sær til leiðan á tlf. 312253 og 212253. Ums­­ókn saman við avriti av prógvi og møguligum viðælum, skulu vera stovninum í hendi í seinsta lagi fríggjadagin 22. september 2006. Drotning Ingridar Meinigheits­­barnagarður Jóannesar Paturssonargøta 13 100 Tórshavn drim@post.olivant.fo Lesið -so eru tit við!