Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

4 Skjótt 36 ára gamli miðvingurin, Jón Thomasen arbeiðir sum náttarvakt á Hotel Tórshavn í Havn. Hann hevur annars starvast nógv á hesum gistingarhúsinum, og hevur í roynd og veru roynt alt, uttan at verið stjóri og tænari. Dagsins føroyingur Orð&mynd: Snorri Brend Hvat gert tú sum náttar­ vakt? - Eg byrji kl. 22:30 og fari til hús kl. 8 um morg­unin. Eg dustsúgvi í móttøkuni, fundarhølinum og í matstovuni, og eg vaski eisini gólv og mangt annað. Eg taki eisini móti fólki um náttina, til dømis um tey hava verið í brúdleypi ella onkrum tílíkum um vikuskiftið, ella um ein sjómaður kemur av báti á miðjari nátt. Hetta er eitt sera víttfevnt arbeiði. Hvat gert tú so í frítíðini? - Frítíðini? Tja, eg havi nærum onga frítíð. Eg varð einaferð steðgaður av einum politisti sum spurdi meg, hvat eg gjørdi til dagligt. Eg svaraði honum at eg svav! Hetta hevði hann ilt við at trúgva, men satt er tað: Eg arbeiði og sovi. Í kvøld skal eg tó á ein fund, at fyrireika Miðvágs-leguna, sum verður um hálvan november. Vit hava onkutíð sæð teg í føroyskari húgvu og við sigar í munni. Hvat signaleraði tað? - Ja, hatta var ein tíð í mínum lívi. Eg gekk í Hoydølum, og tá ein gongur har, so skal ein helst provokera eitt lítið sindur, ikki sannheit? Eg ynskti at provokera og fólk lótu seg provokera! Fleiri royndu nevniliga at taka húgvuna frá mær, men eg fekk hana kortini altíð aftur. Eg eri tjóðveldismaður, men ikki tjóðveldisFLOKSmaður. Tí havi eg altíð valt fólkaflokkin. Hevur tú verið uttanlands í summar? Ja, eg var saman við 31 øðrum føroyingum í London í summar á konsert við bólkinum Eagles. Hetta var eitt ótrúliga gott vikuskifti, tí drotningin fylti 80 og Paul McCartney fylti 64 ár – og vit vóru í London! Hvørjum vilt tú heilsa? - Eg vil fegin heilsa Niels Nattestad í Miðvági. Eg vóni at hann hevur fingið daddu til í annaðkvøld! 40 VEÐRIÐ VESTFALLSKYRRINDI 7. september Full máni Kelda. Álmanakkin 2006 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Avfallið: 0,0 mm – mált frá 5/9 kl. 0600– 6/9 kl. 0600 Avfallið higartil í september: 0,0 mm Hitalagið mált frá 5/9 kl. 0600– 6/9. 0600. Hitin í gjár: 10,3° Minsti hiti máldur í september: 0,2° - Mesti hiti máldur í september: 22,0° Veðrið restina av degnum Vestanvindur, umleið 6 m/s, sum seinni veksur nakað av útsynningi. Um náttina lágætt, 8 til 13 m/s, samdrigið við ælaveðri. Hitin um 10 stig. Veðrið fríggjadagin Samdrigið við ælaveðri. Vestanvindur og av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið leygardagin Hann dregur á luftina og so líðandi verður ælaveður. Vindurin verður av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Hitin millum 10 og 14 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin Samdrigið við regni. Lágættarvindur, 5 til 10 m/s. Hitin báðar dagarnar millum 10 og 14 stig. AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri september HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 18 16 14 12 10 8 6 4 2 0 Miðalhitin fyri september Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið Sosialurin 7. Sept 06.47 19.11 05.47 18.11 06.02 18.26 08.47 21.11 09.47 22.11 05.02 17.26 04.02 16.26 07.02 19.26 08.02 20.26 06.32 18.56 07.47 20.11 8. Sept 07.35 19.59 06.35 18.59 06.50 19.14 09.35 21.59 10.35 22.59 05.50 18.14 04.50 17.14 07.50 20.14 08.50 21.14 07.20 19.44 08.35 20.59 9. Sept 08.23 20.47 07.23 19.47 07.38 20.02 10.23 22.47 11.23 23.47 06.38 19.02 05.38 18.02 08.38 21.02 09.38 22.02 08.08 20.32 09.23 21.47 10. Sept 09.12 21.36 08.12 20.36 08.27 20.51 11.12 23.36 - 12.12 07.27 19.51 06.27 18.51 09.27 21.51 10.27 22.51 08.57 21.21 10.12 22.36 11. Sept 10.01 22.27 09.01 21.27 09.16 21.42 - 12.01 00.36 13.01 08.16 20.42 07.16 19.42 10.16 22.42 11.16 23.42 09.46 22.12 11.01 23.27 Veðurvánirnar Eitt lágtrýst, 1003 hPa við Oslo ferðast í ein eystan, og ein hátrýstsryggur, 1020 hPa kemur í dag yvir Føroyar av vestri. Í nátt kemur ein hitabrúgv av vestri yvir Føroyar. Hetta gevur nakað av vindi av útnyrðingi, LUFTTRÝSTIÐ seinni av vestri, sólarglottar, og hita upp í umleið 13 stig. Seinnapartin í dag dregur hann á luftina og nátt verður regn, samstundis sum hann veksur vindin nakað suðri og útsynningi. Hitin í nátt verður um 10 stig. Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires -- 6 8 3 -- -- 11 10 11 11 13 22 -- 14 -- 18 18 16 15 17 16 15 24 25 32 25 29 31 29 31 29 33 34 30 18 20 25 25 18 -- 14 -- 15 Nr. 171 - 6. september 2006 8-13 m/s 1-6 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s DAGSINS FØROYINGUR “Eg arbeiði og sovi” Jón Thomasen úr Miðvági er skiparalærdur, men arbeiðir sum náttarvakt á Hotel Tórshavn. – Hetta er eitt víttfevnt arbeiði, sigur hann.