Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 173 - 8. september 2006 Starvsfólk til nytt pensjóns- og lívstryggingarfelag Eitt nýtt felag er undir stovnan, sum skal tryggja føroyingum betri pensjónir og lívstryggingar. I hesum sambandi sóknast vit eftir dugnaligum og framfýsnum starvsfólkum til solu og ráðgeving í nýggja felagnum. Sum starvsfólk verður tú við til at leggja lunnar undir og menna tað nýggja felagið, ið fer at endurnýggja føroyska marknaðin við pensjónum og lívstryggingum. Tú verður sostatt ein lyklapersónur í eini fyritgku, ið hevur sett sær stór mál. Krgv og forleikar Hevur tú viðkomandi útbúgving og royndir innan lívs- og eftirlgnartryggingar? Hevur tú starvast í fíggjarvinnuni? Ella hevur tú aðra viðkomandi handilsútbúgving? So er tað kanska tær, vit hava brúk fyri. Vit hava tørv á fleiri fólkum til sölu og ráðgeving. Tað er umráðandi, at tú ert tænastu- sinnað/ur, hevur góð samráðingarevni og hevur handilsligan hugburð. Tú skalt vera fyrikomandi, hava góð samstarvsevni og duga at arbeiða sjálvstaðugt og í toymum. Vit bjóða Nýggja felagið kemur at bjóða sínum viðskiftafólkum eina munadygga pensjóns- skipan. Felagið vendir sær til all, bæði bólkar og einstaklingar, ið hava tørv á pensjóns- og lívstryggingum. Dentur verður lagdur á einfaldar og fjalbroyttar tænastur, so at viðskiftafólk fáa sum mest burtur úr síni samansparing. Innlit og gjögnumskygni eru grundleggjandi virði; kundin skal vita, hvat hann fær, hvat hann rindar fyri, og hvussu peningurin verður umsitin. Vit bjóða eitt spennandi starv, sum í stóran mun snýr seg um nýskapan. Tú sleppur at arbeiða breitt, fært ávirkan og nógvar spennandi avbjóðingar. Løn- og setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber, og lønin verður avtalað í samsvari við royndir og førleika. Vilt tå vita meira um størvini, kunnu spurningar setast Mortani Poulsen, stjåra, å telefon 345502 ella teldupost mpætrygging.fo. Umsókn og freist Umsóknir við lívsgongdarlýsing (CV) skulu vera okkum í hendi innan 15. september. Allar umsóknir verða viðgjördar í trúnaði. Send umsóknina til: Tryggingarfelagið Føroyar att: Starvsfólkadeildin Kongabrúgvin, Postboks 329 FO-110 Tórshavn Ella teldupost: starvsfolkadeildÆtrygging.fo www.sansir:f0