Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 13 Kistan við Estrid Nielsen, Tvøroyri fer úr kapellinum á Tvøroyrar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Tvøroyrar kirkju. Tey, ið vilja minnast Estrid kunnu lata Missiónshúsinum á Tvøroyri eina gávu. Arne Jespersen, Tvøroyri andaðist týsdagin 5. september, 62 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gjørdu mær 90 ára føðingardagin 26. august so minnisríkan. Tøkk fyri gávur, fjarrit, teldupost og blómur. Tøkk fyri telefonsamrøður og talur. Tøkk til tykkara ið hjálptu so væl til. Tøkk til Betesdakórið og hugnaløtuna har. Tøkk til kingosangararnar úr Tjørnuvík, sum kveiktu gomul minni fram. Tað var hjartanemandi. Harrin signi tykkum øll. Jógvan Gerðalíð Føðing 19. august fingu Nikolina Niclasen og Halldur á Húsamørk, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr. Mánadagin 21. august fingu Tór Marni og Ronja henda fitta beiggjan. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. For­eldrini eru Berit W. Hansen og Jóannes Weihe, Tórshavn. Mikudagin 6. september fylti Ernst Hansen á Toft­um 75 ár. Ernst hevur ver­ ið frammarlaga í kommunupolitikki, í vinnulívinum og í missiónini í heimbygdini. Ernst er ættaður úr Gerðinum á Nesi. Foreldrini vóru Elspa og Tummas Han­ sen í Gerðinum. Tey fingu tólv børn: Mette Helena (1922 +1923), Manella (1923 +1924), Hansa (1925) í Skipton í Onglandi, Mads Nesá (1926 +1981) á Nesi, Hertha Johannesen (1928) Eyst­uri í Líð á Nesi, Margith Joensen (1929) á Nesi, Ernst Hansen (1931), Inger Mikkelsen (1933) á Toftum, John (1936) í Havn, Emma (1937) í Reykjavík, Gerda (1939 +1943) og Dagny Weihe (1941) á Glyvrum. Gert (1943) vaks upp sum beiggi í systk­ inaflokkinum. Hann býr í Runavík. Ernst fór blaðungur tíð­liga til skips. Hann hevur havt góð likamsevnir og var raskur fiskimaður. Spenn­andi og mennandi var skeiðið eisini, tá ið Ernst var við skúlaskipinum Dan­mark Meðan Ernst gekk upp á skúla, búði familjan, sum tá taldi konu og tvey børn, í Havn. Ernst leyk stýri­mansprógv á Føroya Sjó­mansskúla í 1955. Í nøkur ár sigldi hann úti sum stýriamaður við Mærsk Hugurin til sjógvin og siglingina á heimshøvunum var stórur, men tað lag­aði seg soleiðis, at lívsstarvið varð á landi. Ernst var við til at fáa flakarvirkið Nyk til Toftir, og hann var stjóri har frá byrjanini síðst í seksti árunum og inntil felagið gavst undir kreppuni mið­skeiðis í níti árunum. Ernst hevði handil í kjallaranum heima við hús, hann var reiðari, og hann hevði fleiri álitissessir innan vinnulívið. Eitt nú var hann eitt skifti formaður í Føroya Fiskasølu. Tey seinnu árini plagdi Ernst at loysa havnar­um­sjón­armannin á Toftum av, hann hevði bát og róði út. Tá ið gamla Nes sóknar kommuna í 1967 fór í søg­una, gjørdust Nes, Toftir og Saltnes til Nes kommunu. Ernst, sum hevði verið komm­unustýrislimur í gomlu kommununi, var fyrsti for­mað­ urin í Nes kommunu, og í tí sessinum sat hann fram til ársenda 1976. Hesin sessurin bar aðrar uppgávur við sær. Eitt nú var Ernst nevndarlimur og for­maður í nevndini fyri Kongshavnar Havn, sum kommunurnar kring Skála­fjørð­in mynda og fyri Skálafjarðar Sløkkilið. Ernst hevur altíð verið trúgv­ur í kirkjuni og missi­óns­húsinum. Hann hevur í mong ár verið og er stýris­ formaður í missiónshúsinum Thabor á Toftum, hann hevur ver­ið limur og formaður í kirkju­ráðnum, hann var uppi í landsfelagnum fyri Bláa kross í nógv ár, og hann var í fleiri ár ein av deknunum í Nes kirkju og Fríðrikskirkjuni á Toftum. Ernst er giftur Kate fødd Højgaard og ættað innan av Regni á Toftum. Tey búgva á Toftum, og tey eiga fimm børn: Marita Dalsgaard (1952) á Glyvrum, Tummas (1957) í Keypmannahavn, Krista Magnussen (1962) á Nesi, Eyðun (1966) í Hoyvík og Kaj Eli (1975), sum býr heima hjá foreldrunum. Hóast heilsan hesi seinastu árini ikki hevur verið so góð, sum hon annars hevur verið, so bar tað Ernst til føðingardagin at heilsa upp á nógv fólk, sum komu á gátt hjá dóttrini úti í Forná á Nesi, har føðingardagurin varð hildin. J Ernst Hansen 75 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góði sonur, bróður og pápi Hans Jørgen Jensen tannlækni, Hvalvík doyði og fór til gravar. Tøkk til Martin R. Jacobsen, prest, fyri vøkur orð. Tøkk fyri vitjan og tykkum sum ringdu, til gravarar og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Hans Jørgen til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Anna, Anker, Nicolaj, Anna og Njál v/ familju Sunnudagin 10. september fyllir Hákun Mortensen rør- og blikksmiður í Havn 75 ár. Hákun er havnarmaður, og hevur hann alt sítt vaksna lív arbeitt sum rør- og blikksmiður. Hann fór sum 14 ára gamal í læru hjá P/F Mariu Poulsen, har hann arbeiddi í mong ár. Tey seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt sum sjálvstøðugur, og er hann framvegis virkin. Handalagið er gott, og Hákun trív­ ist best, tá hann hevur okkurt at gera. Í frítíðini íðkar hann fimleik hjá Havn­ar Fimeikafelag, hann ger eisini grindaknívar, smúkkur og flaggstengur úr beini og ymiskt annað. Honum dámar væl at ganga túrar og at ferðast. Hann hevur t.d. verið við á oyggjaleikunum nakrar ferðir og eisini verið manga bussferðina uttanlands. Hákun er ein persónligheit og ein býarmynd í Havn - er ofta í føroyskari húgvu ella í keppi. Hann er lættur at koma á tal við, er hittinorðaður og dugir væl at taka til. Eisini er hann ein íðin HB-viðhalds­ maður og er til flestu dystirnar hjá HB, bæði í Havn og aðrastaðni í land­ inum. Hákun er næstyngstur av teimum 12 børnunum hjá Helenu, f. Mouritsen, og Thomas Juel Mortensen í Havn. Raðfylgjan er hendan: Mourits, Óli, Maren Susanne (Marsanna), Jona, John Sofus (Jon), Jens Wenningsted (Wenna), Arne, Ebbe, Finn, Helgi, Hákun og Anna Louisa. Av hesum eru bert trý tey yngstu eftir á lívi. Hákun er giftist Hjørdis, f. Petersen úr Kollafirði. Tey eiga døturnar Else­ beth og Dianu. Barnabørnini eru seks í tali. Føðingardagurin verður hildin leyg­ ar­dagin 9. september hjá dóttrini, Else­ beth, Millum Gilja 32 í Hoyvík frá kl. 17. Hákun Mortensen 75 ár Dagurin í morgin 9. september. Gorgonius, deyður umleið ár 300. Ein av pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum undir Diocletianus keisara. 10. september. Burchhardt, deyður umleið ár 754. Munkur úr Wessex í Onglandi. Hann fór seinni sum trúboðari til Galliu og endaði sum biskupur í Würtzburg í Týsklandi 11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hillebert, sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134. Upprunaliga týskt navn, ið merkir stríð og bjartur.