mánadagur 11. september 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2006
33
Skrivari í
Fuglafjarðar skúla
Søkt verður eftir skúlaskrivara í Fuglafjarðar skúla
at arbeiða parttíð (0,75) frá 1. november 2006 at
rokna.
Søkt verður eftir skrivara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans kann avgreiða fyrisitingarligu
uppgávur skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• er stundisligur og nærlagdur
Harafturat skal skrivarin av og á kunna arbeiða í
skiftandi arbeiðstíðum.
Førleikakrøv:
Tann, ið verður settur í skrivarastarvið, skal hava
góðan málførleika eins og neyðugt er at hava
góðan førleika at nýta teldu.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Kommunala
Arbeiðsgevarafelag
Føroya
og
Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera Fuglafjarðar
kommunu í hendi í seinasta lagi 25. september
2006 kl. 15.00.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Súna
í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 444087 ella 214087.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran:
suni@ffs.fo
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 4. september 2006
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar skúli hevur umleið 335 næmingar í 19
flokkum. við skúlan starvast 34 lærarar, 1 stuðul,
1 skrivari, 1 húsavørður og 4-5 reingerðingarfólk.
Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni:
www.ffs.fo
Leyst starv
Meginfelag Búnaðarmanna sóknast eftir einum
fólki til starv í framleiðsluni og goymsluni á mjólkar
virkinum.
Viðkomandi skal kunna arbeiða sjálvstøðugt,
kunnleiki til teldur er ein fyrimunur, tó eingin treyt.
Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og spennandi
arbeiði, starvið er lønt eftir sáttmál amillum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
17. september og stílast til:
L/F Meginfelag Búnaðarmanna
Postrúm 3088
FO110 Tórshavn
Merkt: Umsókn
Byrjast skal 1. oktober, ella eftir avtalu.
Vilja tit vita meira um starvið, ber til at venda sær til
Øyvind Hentze, virkisleiðara á tlf. 30 90 00.
Starv sum leiðari
fyri Fuglafjarðar
sløkkiliði
Starvið sum leiðari fyri Fuglafjarðar sløkkilið, sum er
ein deild av Fugalfjarðar kommunu, verður hervið
lýst leyst til setan tann 1. desember 2006 ella
skjótast eftir hetta.
Krøv:
• Viðkomandi skal hava handverksliga ella
byggifrøðisliga útbúgving
• Skal hava tikið ella skal taka neyðug skeið sambært
kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmanning
um og brunaumsjónarmonnum
• Skal vera við til at menna kommunala brunaverkið
og brunamenninar, so sløkkilið altíð er á einum
tekniskt forsvarligum støði
• Heilsuváttan verður kravd
• Skal hava stóra koyrikortið
• Skal hava góð samstarvsevni
Lønar- og setanarveiðurskifti:
• Starvið, sum verður normerað til 15 tímar
um vikuna, verður lønt sambært sáttmála
millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og
Starvsmannafelagið
• Fyrstu 3 mánaðarnir verða at rokna sum
royndartíð.
Nærri upplýsingar
um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gordon
M. Petersen, sløkkiliðsleiðara á tlf. 220101 ella Jákup
Frants Larsen, býráðsskrivara á tlf. 444006.
Umsóknarfreist:
Skrivligar umsóknir saman við próvskjølum skulu
vera
Fuglafjarðar býráð
Norður í Gerði 10B
530 Fuglafjørður
í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 21. september
2006 kl. 16.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar
umsóknir ella onga at taka.
Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Gordon M. Petersen,
brunaumsjónarmann á tlf. 220+101 ella Jákup
Frants Larsen, býráðsskrivara á tlf. 444006.
Fuglafjørður, tann 6. september 2006
Fuglafjarðar býráð
Læknaskrivari
1 starv sum læknaskrivari 3/4 tíð er leyst at søkja til
setan skjótast gjørligt.
Førleikakrøv:
• Útbúgving sum læknaskrivari ella annar líknandi
førleiki
• Teldukunnleiki á basalum støði
• Fyrikomandi
Løn:
Sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Freistin at søkja er úti 24. september 2006. Nærri
fæst at vita um starvið við at venda sær til viðtaluna
á tlf. 313700. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
CV og møguligum viðmælum kunnu sendast til:
Kommunulækni Kári Jacobsen
J. Paturssonargøta 22
FO-100 Tórshavn
motorsúkkluskeið
Nýtt motorsúkkluskeið byrjar tórsdag
tann 14. september kl.19:00.
Tvøroyrar teori og koyriskúli
Áki Dimon, Tvøroyri
Tlf. 22 14 63 / 37 11 80
Nýtt
lýsingar