Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. september 2006 29 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Kristin sekt uppi í politikki Í Svøríki hevur sektin Plymouth-brøðurnir gjørt av at styðja teir borg­ arligu flokkarnar upp und­ir ríkisdagsvalið, sum verður um vikuskiftið. Sambært Aftonbladet hevur eitt felag, sum eit­ ur Nordas Sverige, brúkt fleiri milliónir krón­ur til blaðlýsingar og flog­ seðlar, sum eggja fólki til at virka fyri einum politiskum skifti í Svø­ ríki. Í lýsingunum fær tann sosialdemokratiska stjórnin skyldina av veks­ andi harðskapi í svenska samfelagnum, og at fleiri sviar doyggja av vanrøkt. Aftonbladet skrivar, at Nordas Sverige hevur tætt tilknýti til ta kristnu sektina, og leiðslan í sektini vil ikki gera við­ merk­ingar til, hví hon brúkar nógvar pengar til eitt politiskt valstríð. Leiðslurnar í teimum borg­­arligu flokkunum av­­sanna, at flokkarnir hava nakað sam­band við Plymouth-brøð­ur­nar, sum Afton­bladet lýsir sum eina kon­­serva­tiva og víð­ gongda sam­­komu. Fidel komin fyri seg Framvegis nógvar landminur Hóast stór øki eru rudd að fyri landminur, eru tað framvegis fleiri túsund fólk, sum fáa mein ella doyggja av teimum vanda­ fullu minunum. Nakrir felagsskapir, sum stríðast ímóti land­ minum, siga í einari nýggj­ari frágreiðing, at í fjør vórðu 7.300 fólk rakt av landminum, og tað er 11 prosent fleiri enn árið fyri. Umleið 2.000 av teimum 7.300 doyðu av brestunum, og tey flestu vóru sivilfólk. Tær flestu landminurnar brustu í Kolombia, Sri Lanka, Nepal, Burma og teimum palestinsku økjunum. Felagsskapirnir gera vart við, at tølini umfata bara teir tilburðir, sum eru fráboðaðir, og serfrøðingar halda, at tað veruliga talið er tvær ferðir so stórt. Gamli kubanski forsetin, Fidel Castro, er nú komin so mikið fyri seg eftir magaskurðviðgerðina í juli, at hann hevur fingið sær eina telefon inn á sjúkrastovuna, so hann kann geva tey boð, sum hann heldur vera neyðug. Tað skrivar almenna blaðið Gramma. Blaðið veit eisini at siga, at forsetarnir í Venesuela og Bolivia, Hugo Chavéz og Evo Morales, vóru á sjúkrahúsinum og vitjaðu Castro í gjár. Chavéz hevur vitjað Castro fleiri ferðir síðani skurðviðgerðina, og tað var eisini hann, sum fekk vitjanina í gjár í lag, skrivar Gramma. Hinvegin hevur Castro ikki hitt aðrar útlendskar leiðarar, og tí var tað hálv­ bróðurin Raúl Castro, sum tók ímóti forsetanum í Laos, tá hann kom til Kuba fyrr í vikuni. Tað hevur leingi ljóðað, at tann 80 ára gamli Fidel Castro hevur krabbamein, men tað hava kubansku myndugleikarnir avsann­ að. Tað er heldur ikki heilt greitt, hví hann varð lagdur undir skurð í summ­ ar, men sagt verður, at hann er lætnaður 18 kilo síðini viðgerðina. Castro fekk í gjár vitjan av tveimum forsetum á sjúkrahúsinum – Børn niður í trý ára aldur eru deyð av sudansku bumbunum ES-umboðsmaðurin í Darfur Sudanska flogvápnið bumbar sivilfólk í landspartinum Darfur – Flogvápnið bumbar bygdir við sivilfólki í ein­ari roynd at revsa upp­ reistrarmenninar. Eg sá, at flogfør av Antonov- slag­num blivu gjørd klár til álop, sigur finski ES- umboðsmaðurin í Darfur, Pekka Haavisto, við tíðinda­ stovuna Reuters. Hann sig­ur seg hava fingið at vita, at børn niður í trý ára aldur hava latið lív í loft­ álopunum. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, legði fyrr í vikuni sudansku stjórnina undir at fara alt ov harðliga fram. Stjórnin sigur, at hon hevur sent hermenn til Darfur at tryggja friðin, nú hermenninir hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum eru farnir haðani, men sam­ bært Kofi Annan hava teir sudansku stjórnar­her­ menninir ikki tryggjað friðin. Tvørturímóti. Trygdarráðið hjá ST hev­ur samtykt at senda 20.000 hermenn til Darfur, men sudanska stjórnin sigur, at hon fer at senda stjórnarherin eftir ST- hermonnunum, koma teir hagar. USA hevur hótt við at seta hart ímóti hørðum, men higartil hevur sudanska stjórnin ikki latið hóttanina við seg koma. Sudansku álopini í sein­ astuni hava sambært FAO havt við sær, at tey svøltandi í Darfur fáa ikki mat longur. Tað gjørdi millum annað, at í august fingu 350.000 fólk onga neyðhjálp. Løgreglan í Eystur­ríki sigur, at Natascha Kampusch hevði fleiri møgu­leikar at rýma frá burturflytaranum ella at gera vart við seg Á løgreglustøðini í Wien undrast tey á, hví tann burt­ urflutta gentan ikki rýmdi fyrr enn í summar, tí hon hevði eftir øllum at døma fleiri møguleikar at rýma ella at siga øðrum frá støðu síni. Eitt nú er løgreglan kom­ in eftir, at burturflytarin, Wolfgang Priklopil, plagdi at eta á einari matstovu, og at Natascha sat eftir í bilinum uttan fyri og bíðaði. Tað er hugsandi, at bilurin var soleiðis háttaður, at hon slapp ikki úr honum, men hví varskógvaði hon ikki tey, sum gingu fram við bilinum, spyr løgreglan. Tað er eisini komið fram, at tey bæði vórðu fleiri ferð­ir steðgað, tá løgreglan hevði ferðslukanningar, men hví segði Natascha einki við løg­reglumenninar? Kanningarnar hava eisini avdúkað, at Wolfgang Prik­ lopil og Natascha Kam­ pusch hildu vetrarfrí í einum av teimum væl um­tóktu skíð­­­plássunum í Eystur­ ríki stutt eftir nýggjár í ár. Men heldur ikki har gjørdi gentan vart við seg, sigur løg­reglan. Ein talsmaður hjá eystur­ ríksku løgregluni ásannar í samrøðu við týska blaðið Die Welt, at viðurskiftini millum Wolfgang Priklopil og Nataschu Kampusch tykj­ast rættiliga fløkt. Bumba sivilfólk í Darfur Hevði fleiri møguleikar at rýma Eysturríkska løgreglan heldur, at Natascha Kampusch hevði fleiri møguleikar at flýggja Mynd: Reuters