hósdagur 14. september 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 177 - 14. september 2006
Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimarøktini Vágar/ Norð
streymoy.
Á Røktarheiminum á Mørkini eru 32 búpláss býtt út á 4 eindir við 8 búplássum á
hvørjari eind. Til hvørja eind er felags køkur og stova. Búeindirnar eru sambundar
av einum meginbygningi, ið umfatar meginkøkin, hølir til ergo og fysioterapi
og sal til felagstiltøk á heiminum. Aðalsetningurin fyri heimið er, skapa eitt so
heimligt og livandi umhvørvi sum gjørligt.
Heimið opnaði í maj 2006 við 16 røktarheimsplássum og í løtuni eru vit í ferð
við at taka síðstu eindirnar í brúk. Í hesum sambandinum sóknast vit eftir
sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum at arbeiða 0,7 tíð í blandaðum vaktum
at byrja 1. oktober 2006 ella skjótast tilber.
Vit søkja eftir fólki:
• við røktarfakligum royndum
• hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar
• hevur áhuga fyri at starvast innan elddrarøkt
• kennir gleði við at vera saman við gomlum fólki.
Vit kunnu bjóða:
• góðar arbeiðsumstøður í nýggjum heimi
• eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt
• eitt starv við nógvum avbjóðingum
• eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning.
Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til deildarleiðaran á Mørkini á
telefon 505440.
Umsókn:
Umsókn við avriti av autorisatión, prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal
sendast til:
Røktarheimið á Mørkini
435 Streymnes
Att: Annika Vágsheyg
Umsóknarfreist: 27. september 2006.
Røktarheimið á Mørkini
Søkir eftir heilsurøktarum
og sjúkrarøktarfrøðingum
Heimarøktin og Serforsorgin
Røktarheimið á Mørkini, 435 Streymnes
lýsingar