fríggjadagur 15. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
23
vikuskifti 23
Nú sjómanna
dagurin er farin
afturum og
Jógvan við keldu
er liðugur at
hugleiða umm
okkara sjógarpar,
er hóskandi at
fara at hyggja
at týdninginum
av okkara
høvuðsvinnu
Stutt søguligt yvirlit
Einaferð seint í 19. øld fóru
føringar, sum nakrir av teimum
seinastu í Europa, út á havið
at fiska. Føringar vóru ikki
sjómenn, høvdu helst ikki tørv
á at sigla, tá vit fingu allar
neyðugar vørur við fremmandum
skipum, hetta var helst orsøkin til
okkara vantandi sjómensku. Ikki
tí, tá vit fyrst høvdu fingið skip,
gekk rættuliga skjótt at umstilla
samfelagið til havfiskiskap.
Fiskiskapurin var ógvuliga
manskapskrevjandi, og førini
kundu ikki vera í vinnu alt árið,
so úrslitið man hava verið so
sum so. Sløk 100 ár eftir at vit
fyrst fóru til skips, var støðan
tann, at vit áttu ógvuliga fá nýggj
skip, og at flotin kláraði ikki at
endurnýggja vinnutólini, soleiðis
sum tað var politiskt ynskiligt. Í
staðin fyri at lata føringar sigla
við útlendskum fiskiførum
valdi Løgtingið, at vit skuldu
byggja ein flota við almennari
hjálp. Einasta gongda leiðin til at
endurnýggja dangurnar við betri
skipum var tann góða gamla
kommunistiska, í okkara føri
valdu vit ta privatkommunistisku
útgávuna - tað almenna skuldi
gjalda vinnutólini, og teir privatu
skuldu eiga tey. Kommunisman,
sum er og hevur verið nógv brúkt
serliga av Fólkaflokkinum, er
slett ikki so galin, hon hevur bara
útsjóndina ímóti sær.
Hesi alment fíggjaðu vinnu
tólini stóðu seg ikki nógv
betur enn dangurnar, men
tíbetur var breið semja millum
fiskimenn, reiðarar og ta
politisku skipanina um, at tað
almenna skuldi gjalda tað, sum
restaði í. Hendan restin hevði
eitt merkiligt lyndi at økjast
ár undan ári. Tað er sjálvandi
eisini einasta logiska fylgja
av einum alment fíggjaðum
vinnutóli, at tað almenna eisini
skal rinda raksturin. Endamálið
við politikkinum var at halda so
nógvum monnum, sum gjørligt
úti á sjónum, umframt at so
nógvir sum gjørligt skuldu kunna
seta reyv i egnan skiparastól,
betaltum av tí almenna.
Hesin politikkurin kom rættu
liga í hæddina í fursunum, tá
alment fíggjaðir skipapakkar
í mismunandi stødd komu
rullandi inn yvir landið. Vit
bygdu so nógv skip í Norra, at
norski kongurin mátti koma
koma kanningarferð hendavegin,
helst fyri at vita um vit vóru
rættsiktaði. Úrslitið varð, at vit
komu at figgja ein modernaðan
flota fyri norðmenn, meðan
vit sótu eftir við dangunum.
Umframt koyrdi okkara góði
floti, sum hevur hildið landinum
uppi, landskassan á heysin,
soleiðis at danski staturin enn
einaferð mátti taka um endan.
Í fáfongd og hugmóð kravdi
staturin, at fiskivinnan skuldi
undir vanligar vinnuligar treytir.
Hetta var óhoyrt at krevja, at
okkara heilaga vinna, okkara
mentanararvur, sum vit hava
skrivað meira siglingarsøgu um
enn nakað annað land, skuldi
koma undir nakað so simpult
sum vanligar marknaðartreytir og
umsetiligar kvotur. Undir slíkum
umstøðum savnaðist tjóðin, fór
at kæra og út kom innispunnið
tógv, tað var verðins besta
fiskidagaskipan.
Verðins besta
fiskidagaskipan
Skipanin er so góð, at vit hava
fingið ein missioner í ydre
missiónini at prædika um hana,
hann hevur enntá verið inni í
ES og prædikað, tá hevur staðið
nógv á honum. Sjálvur sigur
hann, at hann missir matarlystin,
hvørja ferð hann hoyrir um
ES, og hann er diddarak. Hóast
nógva missionering er enn ongin
umvendur, men hetta prógvar
best at vit eru á rættari kós, eitt
tekn frá í erva.
Skipanin er so góð, at hon,
hóast fløkt hugtøk sum fiskiloyvi,
veiðiloyvi og fiskidagar, heilt
gratis gevur okkum eina
definitión av, hvør »Føroya
fólk« er. Fiskurin er ogn Føroya
fólks, og teir, sum sleppa at reka
vinnuligan fiskiskap, eru Føroya
fólk. Føroya fólk er ikki ein
keðiligur massi, nei skipanin er
so vísiliga innrættað, at hon frá
upphavi býtir
Føroya fólk sundur í 6 kastur.
Í 5. kastu finnur ein helst størsta
partin av kjøtiligum Føroya fólki,
tað eru útróðrarmenn við bátum
undir 15 brt. Hendan kastan
er eitt sindur kastuleys, tí hon
sleppur vist ikki so lætt at vandra
upp til eina hægri kastu. Hægri
vit koma upp í kasturnar, minni
møta vit av kjøtiligum Føroya
fólki, og meira av strámonnum,
holdingfeløgum, partafeløgum
bæði stórum og smáum.
Hvør kasta hevur sín klubba,
sum ansar eftir, at kastuleysir
ikki sníkja seg inn í Føroya fólk
ella uttan heimild skifta kastu.
Hetta kom týðiliga fram, tá
okkara góði missionerur hevði
skrivað nøkrum kastuleysum
klaksvíksingum fiskiloyvi
og veiðiloyvi til ein línubát.
Klubbin hjá línubátunum bleiv
so illur, at tingið tvingaði einn
annars løglýdnan løgreglumann
óløgliga at taka fiskiloyvi og
veiðiloyvi frá hesum kastuleysu
klaksvíksingunum, sum høvdu
roynt at sníkja seg upp í Føroya
fólk og enntá inn í kastu 3.
Okkara danska rættarskipan
álegði Fiskimálaráðnum at rinda
endurgjald, tað endurgjaldið skal
kortini ikki rindast av Føroya
fólki, men av skattaborgaranum,
tí elskuligu støddini, sum letur
alt um seg ganga.
Skattaborgarin ger nógv
fyri Føroya fólk, sum heldur
landinum uppi, og tað er ikki
ókeypis. Tilfeingið kemur ikki
hoppandi upp úr sjónum og
inn á uppboðssøluna, nei tað
skulu veðurbardir garpar, sum
pissa í saltvatn, til. Tað er
ikki hvørs mans føri, og tí má
skattaborgarin hjálpa Føroya
fólki at halda hesum gørpunum
umborð á skipunum, soleiðis at
teir kunnu halda landinum uppi.
Uttan iva skal nógv piss til fyri at
halda landinum uppi.
Prísurin fyri at halda
landinum uppi
Fyri tað fyrsta ber tað ikki til
at krevja av Føroya fólki, at
teir rinda fulla løn til garparnar
og garpinurnar (tað eru nakrar
damur farnar til skips, so nú
ger tað minni, at lítið er at
fáa undir Føroyum), tí má tað
almenna rinda teimum 15% av
lønarkostnaðinum í skattalætta.
Fólkaflokkurin kallar hetta
afturbering og hevur funnið fram
til, at hetta er gandurin aftan
fyri okkara serføriska búskap.
Búskaparligi setningurin er
snøggur og vakur: afturburður er
framburður.
Tað ber heldur ikki til at krevja
av Føroya fólki, at tað hevur
eina lønartrygging, soleiðis at tá
tað er lítið at fá undir Føroyum,
so er tað Føroya fólk, sum
rindar sínum lønmóttakarum.
Tá fiskiskapurin er vánaligur,
forvandlast allir fiskarar til
almennar starvsmenn og fáa løn
frá skattaborgaranum, sum er so
ógvuliga góður við Føroya fólk.
Nú er tað so, at Føroya fólk
er ikki so erligt og tá høvi býðst,
stjelur tað sum ravnur. Slíkt kann
skattaborgarin ikki lata sær lynda,
tí mugu vit hava eina Vaktar- og
bjargingartænastu, sum ansar
eftir at Føroya fólk ikki stjelur
frá Føroya fólki við at brúka
ov stórar húkar og ov smáar
meskar á stongdum leiðum. Tá
so nakað gongur galið, skulu vit
hava eina MRognokksonógvC
støð (merkiligt at vit kunnu
hava eina CC støð, tá C ikki er
við í tí føroyska alfabetinum),
sum skal senda boð til Vaktar-
og bjargingartænastuna um
at bjarga onkrum hjá Føroya
fólki. Tað ber ikki til at Føroya
fólk skal gjalda fyri eina slíka
tænastu, sum eisini kemur
kappróðrarbátunum til góða, tí er
tað aftur skattaborgarin, sum skal
taka um endan.
Fiskirannsóknarstovan hevur
ein týðandi leiklut í at gera
tilmæli, sum ikki skulu fylgjast,
um hvussu stórt veiðitrýstið
skal vera. Tað ber tí neyvan til at
krevja av Føroya fólki, at tað skal
gjalda fyri tilmæli, sum kortini
ikki eru fylgd.
Hóast skipini hjá Føroya fólki
brúka nógv ta mestu oljuna, so
ber ikki til at krevja oljuavgjald,
sum er ein »grønur skattur«,
frá Føroya fólki. Føroya fólk
dálkar ikki, slíkt tilkemur bara
teimum, sum á landi, halda
landinum niðri. Afturrindanin av
brennioljugjaldi til aðrar vinnur
er í landskassaroknskapinum
stuðul til vinnur, men tá er tað
eftir umsókn, fyri flotan sæst
hetta ikki.
Sum rosinuna í pylsuendanum
skal Føroya fólk nú eisini hava
stuðul frá Arbeiðsloysisskipanini,
meðan skipini eru á beding.
Stuðulin skal gjaldast út, uttan
at manningin er tøk á arbeiðs
marknaðinum. Hetta er liður
í starvsfólkarøktini, og í veru
leikanum eru hetta starvsmenn
hjá tí almenna.
Høvuðsvinna ella
høvuðsvinningur
Hvussu stórur er tilfeingisstuðul
in frá skattaborgarunum til
Føroya fólk:
Afturburðurin, sum er
grundarlagið undir okkara stóra
framburði, er 325 mió.
kr. ella um helvtina av
blokkstuðlinum, sum er
afturburðurin frá danska
statinum til føriska
skattaborgaran. (Blokkstuðulin
kemur sambært Fólkaflokkinum
ikki undir gagnligan afturburð,
tað vil siga afturburð, sum
skapar framburð, men er
hinvegin ein beinleiðis orsøk
til at okkara framburður er so
afturburðsligur.)
Okkara góða høvuðsvinna líkist
meira einum høvuðsvinningini
úr landskassanum enn eini
høvuðsvinnu, sum leggur inn í
landskassan. Skattainntøkan av
lønum í fiskivinnuni er neyvan
meira enn einar 300 mió. kr.
um árið. Um tað eru 2500
arbeiðspláss í fiskivinnuni, so er
stuðulin til hvørt arbeiðsplássi
einar 135.000 kr. í meðal um
árið.
Eg skilji væl, at hasir
kastuleysu klaksvíksingarnir
krevja 800.000 kr. um árið í
endurgjaldi frá landskassanum.
Landsstýrismaðurin stjól ein
lutaseðil við einum tryggum
árligum vinningi frá teimum.
Lutaseðlarnir til
høvuðsvinningin úr
landskassanum eru býttir út til
nakrarheilt fáar, og tað sleppa
ikki fleiri upp í spælið. Tí er tað
skilligt, at íslendingar keypa
seg inn í klikuna, tað er einasti
máti hjá teimum at fáa burtur av
blokkinum, og á ein hátt hoyra
teir enn til kongaríkið.
Eftirskrift
Nú skal slík skriving, sum
omanfyri, ikki takast í álvara,
tí sambært ”la Jacobsen,
høvuðssponsorinum hjá Føroya
Reiðarafelag, skal alt snakk um
at minka stuðulin til fiskivinnuna
kveistrast til viks. Sambært
honum eigur skatturin, sum
fiskimenn rinda, at berast
aftur til reiðaran, sum so kann
skapa meira framburð við
afturburðinum.
So í veruleikanum er einasti
vankanturin, sum eg kann síggja
við okkara góðu fiskidagaskipan,
at tað loysir seg ikki at geva
Songbók Føroya fólks út aftur.
kr
Viðmerking
Skattalætti
75 mió.
Skattalættin er tað, sum
búskaparfrøðingar kalla ein huldustuðul,
og kemur tí ikki fram á fíggjarlógini, tí er
talan um eina meting
Oljustuðul
80 mió.
Flotin brúkti í 2004 103000 tons av olju.
Hetta er eisin ein huldustuðul.
Fiskimálaráðið
150 mió.
Hetta er minstaløn, Vaktartænasta,
samráðingar osv.
Aðrar tænastur
20 mió.
Niðurgoldin havnapláss osv., meting.
325 mió.
Tilfeingisstuðul
– ella hvussu fiskurin er vorðin ogn Føroya fólks
Jens M.
DalsgaarD