fríggjadagur 15. september 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 178 - 15. september 2006
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara, fyri leiðara í farloyvi,
at arbeiða 40 tímar um vikuna til Dagstovnin Kurlu@ at byrja
1. november 2006 ella eftir nærri avtalu. Farloyvistíðin er frá
1. november 2006 til 31. mai 2007.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at seta dám
á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
Vit vænta at tú
• er útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi í einum dagstovni
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrunum og starvsfeløgunum
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði
• skal tola møguligar bygnaðarbroytingar
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara,
tlf. 353500 ella Frígerð Sundsskarð, deildarleiðara, tlf. 302010.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal
vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 29. september 2006.
Tórshavnar kommuna
Leiðari til Dagstovnin Kurl@
Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv
Lívbjargari til Svimjihøllina
Søkt verður eftir lívbjargara m/k at arbeiða í vikuskiftum. Umframt at vera lívbjargari, eru aðrar
arbeiðsuppgávur at røkja.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir skulu verða Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 18. september 2006. Viðmerkið umsóknina „Lívbjargari“.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hera Olsen, svimjihallarleiðara, tlf. 302072, ella
Jákup Simonsen, deildarleiðara á mentamáladeildini, tlf. 302010.
Pedagogur til Miðstovnin í Gundadali
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 35-40 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir skulu verða Miðstovninum í Gundadali, Gundadalsvegur 6, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta
lagi mánadagin 2. oktober 2006.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Astu Hjelm, leiðara, tlf. 316042.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
Lærarastarv í
Hvalvíkar skúla
Søkt verður eftir einum lærara til írestandi tíðar
skeiðið av skúlaárinum 2006/2007 vegna avlops
tímar og serligan tørv. Starvið fevnir um 18 undir
vísingartímar um vikuna.
Søkt verður eftir lærara, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í dag
liga arbeiðnum á skúlanum
• dugur at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka uppá seg uppgávur og avbjóðingar,
ið eru á skúlanum
• áhaldandi vil vera við til at menna skúlan.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum tíðarav
markað starv írestandi tíðarskeiðið av skúlaárinum
2006/2007.
Umsóknir:
Umsóknir við C.V., avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum, Aslaug
Olsen, í hendi í seinasta lagi mikudagin 27.
septembur 2006, og sendast til:
Hvalvíkar skúli
Att. Aslaug Olsen, skúlaleiðari
430 Hvalvík
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlaleiðaran á tlf. nr. 422028, 607551 ella 222475.
lýsingar